Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2023Nr. 64
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn
(Strika krav um fígging frá øðrum íleggjarum í sambandi við bústaðabygging)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 31. mai 2010 um Húsalánsgrunn, sum broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 6. oktober 2011, løgtingslóg nr. 125 frá 7. desembur 2012, løgtingslóg nr. 81 frá 29. mai 2017 og løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8 c verða stk. 2 og 3 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Av 450 mió. kr. skulu 250 mió. kr. fíggja bústaðabygging kring landið. Harafturat skulu 200 mió. kr. fíggja bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar. Landsstýrismaðurin tekur, í samráð við Húsalánsgrunnin, avgerð um staðseting og avmarking av málbólkum til íbúðarverkætlanir til serligar málbólkar.
Stk. 3. Húsalánsgrunnurin kann fíggja verkætlanir sambært stk. 2, 1. punktum saman við øðrum íleggjarum, og skal grunnurin, tá um slíkar verkætlanir ræður, virka undir somu treytum, sum teir partar, ið luttaka í verkætlanini saman við Húsalánsgrunninum.”
2. Í § 8 c verður stk. 4 strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. mai 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 89/2022