Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 64
Løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 145 frá 15. november 2021
§ 1. Fyri hvørt ár verður roknað eitt javningarprosent, sum verður nýtt til at javna ymiskar upphæddir í almannalóggávuni.
§ 2. 1) Javningarprosentið fyri komandi árið verður útroknað sum miðaltalið av
1) prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1. oktober í inniverandi ári, og
2) prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum 2. ársfjórðing í inniverandi ári, í mun til 2. ársfjórðing árið fyri.
Stk. 2. Er roknaða javningarprosentið hægri enn prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum, verður javningarprosentið sett til prosentvísu broytingina í lønarkarminum.
Stk. 3. 1) Um prosentvísa broytingin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum er fyri styttri tíðarskeið enn tólv mánaða skeiðið sbrt. stk. 1, nr. 1, verður hetta tíðarskeiðið nýtt.
Stk. 4. 1) Er roknaða javningarprosentið minni enn null, verður javningarprosentið sett til null.
§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð javningarprosentið fyri komandi árið í seinasta lagi 1. november.
Stk. 2. 2) Javnað verður fyrstu ferð 1. januar 2022.
§ 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri útrokningina av javningarprosentinum, harundir reglur, sum taka atlit til broytingar í hagtalsgrundarlagnum fyri útrokningina av javningarprosentinum.
§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2020.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 71/2017
1) Broytt við løgtingslóg nr. 145 frá 15. november 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Hóast freistina í § 3, stk. 1 í løgtingslógini verður kunngerðin í 2021 við javningarprosentinum fyri 2022 kunngjørd, tá hendan løgtingslógin er komin í gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 30. oktober 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri javning av veitingum frá og við januar 2021.”