2. mai 2003Nr. 65
Lóg um broyting í “lov for Færøerne om offentlig forsorg”
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í “Lb. nr. 100 af 2. marts 1988 for Færøerne om offentlig forsorg” við seinni broytingum verður gjørd henda broyting:
Í § 9 verður sett sum nýtt stk. 4:
“Stk. 4. Kommunurnar afturrinda til landskassan tær útreiðslur, ið standast av, at Almannastovan veitir fyribils hjálp vegna vantandi barnaansing. Almannastovan krevur umvegis Toll- og Skattstovu Føroya peningin innaftur frá kommununum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2003
Tórshavn, 2. mai 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 79/2002