Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mai 2019Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti
(Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017 og løgtingslóg nr. 187 frá 21. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Uppiheldur barnið sær fyribils uttan fyri heimið í sambandi við, at uppihaldari sambært stk. 2 býr á kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum, verður sæð burtur frá treytini í stk. 2 um, at barnið skal vera heimabúgvandi.”
2. Aftan á § 2 verður sett:
“§ 2 a. Fyri stakar uppihaldarar, ið hava eitt inntøkugrundarlag á 120.000 kr. ella lægri, hækkar familjuískoytið við 2.000 kr. um mánaðin.
Stk. 2. Fyri uppihaldarar, ið liva í samlívi ella eru hjún og hava eitt inntøkugrundarlag á 220.000 kr. ella lægri, hækkar familjuískoytið við 2.000 kr. um mánaðin.”
3. Aftan á § 3 verður sett:
“§ 3 a. Fyri stakar uppihaldarar, ið fáa familjuískoyti sambært § 2 a, og sum hava eitt inntøkugrundarlag millum 120.000 kr. og 220.001 kr., verður familjuískoyti ásett við at taka 24% av muninum millum inntøkugrundarlagið og 150.000 kr., og draga hetta tal frá støddini av familjuískoytinum.
Stk. 2. Fyri uppihaldarar, ið liva í samlívi ella eru hjún, og sum hava eitt inntøkugrundarlag millum 220.000 og 320.001 kr., verður familjuískoytið ásett við at taka 24% av muninum millum inntøkugrundarlagið og 250.000 kr. og draga hetta tal frá støddini av familjuískoytinum.”
4. § 5 verður strikað.
5. Í § 8 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Uttan mun til stk. 1, verður familjuískoyti útgoldið tí, ið uppiheldur barninum, og sum hevur foreldramyndugleikan yvir einum barni, hevur lut í foreldramyndugleikanum ella hevur góðkenning sum fosturforeldur og býr á kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum.”
Stk. 2-4 verður eftir hetta stk. 3-5.
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 1, 4 og 5 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 2 og 3 koma í gildi 1. mai 2019.
Í Tinganesi, 9. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 133/2018