Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2000Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 10, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Læruplássini rinda tilfarsnýtsluna í sambandi við yrkis- og sveinaroyndir.”
2) Í § 16, stk. 1, verður sett sum nýtt 2. punktum: “Broytast fyritreytirnar fyri áður givna góðkenning, hava lærupláss skyldu til at boða viðkomandi yrkisnevnd frá hesum.”
3) § 22, stk. 8, verður orðað soleiðis:
“Stk. 8. Lærupláss rinda eitt umsitingargjald til landskassan fyri hvønn góðkendan lærusáttmála sum part av útreiðslunum til skrivstovuhjálp hjá yrkisnevndum og fyribilsnevndum. Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum gjøllari reglur um upphæddina av umsitingargjaldinum, og hvussu gjaldið verður umsitið.”
Stk. 9 verður strikað.
4) Í § 30, stk. 2, verður orðið “burturvísingina” broytt til: “útihýsingina”.
5) Í § 33, stk. 5, verða orðini “Landskassin rindar læruplássum endurgjald fyri ferðaútreiðslur” broytt til: “Landskassin veitir læruplássum eitt fast gjald til ferðaútreiðslur”
6) § 33, stk. 6, verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur viðvíkjandi ásetingunum í stk. 4 og 5.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 10. mai 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður