10. juni 2008Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verður gjørd henda broyting:
§ 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Eitt gjald upp á 0,80 kr. pr. litur verður lagt á søluna av gassolju (viskositet við 38 stig C undir 200 sec. Redwood I) til brúkaran. Vøran er nevnd í Toll- og vøruskránni undir vørunumrum 2710.19.61 (fýringsolja), 2710.19.62 (autodieselolja) og 2710.19.69 (aðrar gassoljur).”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 10. juni 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 184