15. mai 2012Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar, sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, løgtingslóg nr. 58 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001 og løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 1, nr. 3 verður strikað.
2) Í § 5, stk. 2 verður “Kærunevndina í almannamálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum”.
3) § 6 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Tórshavn, 15. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 162/2011