Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2014Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Fylgibroytingar í sambandi við loyvisgjald á alivinnu o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 20. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 30 b, stk. 1 og 2 verður “fiski- og alivinnu” broytt til: “fiskivinnu”.
2. Í § 33 verður sum nr. 18 sett:
“18) Tøkugjald, rindað sbrt. § 2 í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu.”
3. Í § 37 a, stk. 4, 2. pkt. verður eftir “§ 118 a” sett: “ við atliti at føstum rakstrarstøðum, likamligum og løgfrøðiligum persónum, sum eru uttanlands”.
4. Í § 37 b, stk. 1, nr. 2 verður “útlendskan” strikað.
5. Í § 37 b, stk. 3, 2. pkt. verður “tí útlendska eigaraskaranum” broytt til: “likamligum ella løgfrøðiligum persóni, sum er nevndur í § 118 a, stk. 1”.
6. Í § 37 b, stk. 4, verður “føroysk” og “føroyskum feløgum í øðrum” strikað.
7. Í § 118 a, stk. 1, nr. 2 verður aftaná “tamarhald á” sett: “føroyskum ella”.
8. Í § 118 a, stk. 1, nr. 3 verður aftaná “samtaki við” sett: “føroyskan ella”.
9. Í § 118 a, stk. 1, 1. pkt. verður “útlendsku” strikað.
10. Í § 120 c, stk. 1 verður aftaná “Tann, sum stovnar” sett: “avtalu í lívstryggingarfelag, eftirlønargrunni ella”.
11. Í § 120 p, stk. 1 verður aftaná “eftirlønarskipanir o.t., sambært rentutryggingarlógini” sett: “og eftirlønarlógini”.
12. Í § 120 p, stk. 1 verður nr. 5 strikað.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó hava § 1, nr. 1 og 2 gildi frá 1. januar 2014.
Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 120/2013