Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2005Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 22. apríl 2003, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 39, stk. 1, 1. pkt., verður aftaná “motorvogn (bil)” sett: “, motorsúkklu”. Í § 39, stk. 1, 3. pkt. verða orðini “motorsúkklu og” strikað.
2) § 42a, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 42 a. Førari av tvíhjólaðari motorsúkklu, ella av motorsúkklu við síðuvogni, og av prutli og øll ferðandi, sum fylt eru 15 ár, skulu undir akstrinum nýta fastspentan fallhjálm.”
3) § 44, stk. 6 og stk. 7 verða strikað, og sum nýtt stk. 6 verður sett:
“Stk. 6. Á tveyhjólaðum prutli má bert førarin vera. Á øðrum prutli mugu ikki vera fleiri persónar enn tað er ætlað til.”
Stk. 8 verður hereftir stk. 7.
4) Í § 59 a, stk. 2 verður aftaná nr. 2 sett sum nýggj nr. 3 og 4:
“3) hevur koyrt við ferð, ið fer upp um loyvdu hámarksferðirnar sbrt. § 30a, stk. 1 og stk. 3 við meira enn 50 km/t, ella eina lægri ferðavmarking ásett sbrt. § 30a, stk. 2 ella § 47 við meira enn 40 km/t,
4) við einum av teim í § 30b nevndu akførum hevur koyrt við ferð, sum fer meira enn 40 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbrt. §§ 30a, 30b ella 47,”
Nr. 3 og nr. 4 verða hereftir nr. 5 og nr. 6.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 3 og nr. 4 í gildi 1. september 2005.
Stk. 3. Spurningar um frádøming av koyrirættinum kunnu bert verða avgjørdir eftir reglunum í § 1, nr. 4 í hesari lógini, um tilburðurin er farin fram eftir, at henda áseting er komin í gildi, sbr. stk. 2.
Tórshavn, 17. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 78/2004