Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 2025Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
(Ásetingar um universitetssjúkrahús)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 11. oktober 2011, løgtingslóg nr. 54 frá 14. mai 2013, løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 46 frá 6. mai 2016, § 23 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021 og løgtingslóg nr. 55 frá 29. apríl 2022, verður aftan á § 1, men áðrenn yvirskriftina yvir § 2, sett:
“§ 1 a. Sjúkrahúsverkið verður skipað sum universitetssjúkrahús.
Stk. 2. Sum universitetssjúkrahús veitir Sjúkrahúsverkið:
1) sjúklingaviðgerð í nærum øllum viðurkendum sergreinum innan læknafrøði og sjúkrarøktarfrøði
2) heilsugransking við høgari altjóða dygd og breidd
3) kliniska venjing til lesandi innan heilsufakligar útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya ella øðrum lærdum háskúla
4) kliniska venjing til lesandi frá Heilsuskúla Føroya ella øðrum líknandi skúla, og
5) serútbúgving til heilsustarvsfólk, ið hava prógv frá Fróðskaparsetri Føroya ella øðrum lærdum háskúla.
Stk. 3. Sum universitetssjúkrahús skal Sjúkrahúsverkið samstarva við Fróðskaparsetur Føroya og aðrar lærdar háskúlar.
Stk. 4. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um skipan av universitetssjúkrahúsinum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2025.
Í Tinganesi, 28. apríl 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 97/2024