2. mai 2003Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Arbeiðsgevarin afturrindar landskassanum tær útreiðslur, ið standast av, at Almannastovan rindar 1. og 2. fráverudag sambært hesi lóg, tó undantikið í teimum førum, har ongin arbeiðsgevari er. Almannastovan krevur inn peningin frá arbeiðsgevaranum.”
2) Í § 20 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um afturrindan av útreiðslum, og hvussu peningurin verður kravdur inn, sambært stk. 2.”
3) § 19 og § 30, stk. 1 seinasta punktum verða strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2003.
Tórshavn, 2. mai 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 97/2002