Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mai 2019Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi
(Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, løgtingslóg nr. 162 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 178 frá 21. desember 2018 og løgtingslóg nr. 186 frá 21. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, nr. 13 verður orðað soleiðis:
“13) Heildarkvota: Tann nøgd av livandi sjófeingi, í tonsum, sum persónar ella feløg, ella eigarar av fiskifari undir føroyskum flaggi hava rættindi at veiða av í kvotuskipan í einum fiskiári. Kvota, ið er sett av til hjáveiðu, rannsóknir, royndarfiskiskap og menningarkvota, verður ikki roknað upp í heildarkvotu. Egin árskvota, sum rættindahavara er loyvt at flyta millum ár, og felagskvotur, sum verða fluttar rættindahavarum millum ár, eru ikki at rokna sum partur av heildarkvotuni tað árið, sum kvotan verður flutt til.”
2. Í § 3 verða sum nr. 23 og 24 sett:
“23) Flyting av fiskirættindum: Fiskirættindi hjá sama rættindahavara verða flutt millum ymisk fiskifør.
24) Avhending av fiskirættindum: Fiskirættindi verða avhendað øðrum persóni ella felag.”
3. Í § 12, stk. 3, 1. pkt. verður “fútarættaravgerð” broytt til: “skiftirættaravgerð”.
4. Í § 17, stk. 3, 1. pkt. verður tvær staðni “í 2019” broytt til: “í 2020”.
5. § 18, stk. 3, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Umframt nøgdirnar, sum, sambært § 15, stk. 1, skulu bjóðast út sum sølukvota, kunnu rættindi, ið falla aftur til landið eftir hesi løgtingslóg, verða boðin út á uppboði sum sølukvota.”
6. § 23, stk. 7 verður strikað.
7. § 35, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin kann loyva persóni ella felag, fyri eitt fiskiár í senn, og uttan mun til ásetingarnar í §§ 42 og 43, at býta um rættindi til fiskiskap, avmarkað til altjóða sjógv, sum eru tillutað sum egin árskvota ella egnir fiskidagar, við eigara av fiskifari undir fremmandum flaggi.”
8. Í § 35 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Veiðirættindi, avmarkað til altjóða sjógv, sum eru fingin í umbýti sambært samtyktum í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum, verða ikki roknað upp í føroysku heildarkvotuna av viðkomandi fiskaslagi.”
9. § 39, stk. 2, nr. 4 verður orðað soleiðis:
“4) Skyldu at hava umborð eygleiðarar at gera kanningararbeiði í sambandi við fiskiveiðu. Farið ber útreiðslurnar til kost og innivist. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Fiskiveiðieftirlitið og við aðrar myndugleikar.”
10. Í § 39, stk. 4 verður aftan á 3. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Landsstýrismaðurin kann loyva, at meira enn 10% av egnari árskvotu av norðhavssild og svartkjafti í 2018 kann flytast til at verða fiskað í 2019.”
11. Í § 41, stk. 1, 1. pkt. verður “tvey ár” broytt til: “trý ár”.
12. § 41, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Nýtslan, sambært stk. 2, verður roknað av fiskidøgum ella kvotum, íroknað fiskidagar ella kvotur, keyptar og frároknað fiskidagar ella kvotur, seldar, sambært §§ 42 og 43. Gjørt verður upp fyri hvønn fiskiskap á ávísari fiskileið sær. Fyrsta tíðarskeiðið byrjar 1. januar 2018. Fyri rættindi sambært §§ 22-27 er byrjanin 1. januar 2020.”
13. Í § 41, stk. 4 verður “eftir umsókn” strikað.
14. § 41, stk. 7 verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Brúksskyldan, sambært stk. 1 og 2, fevnir ikki um rættindi, latin útróðrarbátum sambært § 27, nr. 3, og onnur rættindi, latin hesum bátum. Brúksskyldan fevnir heldur ikki um rættindi, keypt á uppboði, sambært §§ 14-18. Rættindi, keypt á uppboði í 2018 og 2019, eru eisini undantikin brúksskylduni sambært stk. 1 og 2.”
15. § 42, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Upp í 20% av egnum kvotuparti ella egnari árskvotu, roknað fyri hvørt fiskaslag sær, kunnu avhendast øðrum persóni ella felag fyri eitt ár í senn. Tílík avhending skal boðast frá alment eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir, við upplýsing um keypara, seljara, hvørji rættindi verða seld og kostnað. Landsstýrismaðurin kann geva undantak frá avmarkingini upp á 20%, tá talan er um heildarkvotur, sum í nøgd eru somikið lítlar og smábýttar, at grundarlag ikki verður mett at vera fyri skynsomum rakstri hjá tí, sum avhendar.”
16. § 42, stk. 4 verður strikað.
Stk. 5 verður eftir hetta stk. 4.
17. § 43, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Fiskidagar, sambært §§ 73 og 74, eru ikki fevndir av hesi áseting.”
18. § 50, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Undantikin hesi treyt er veiða av rættindum, keypt á uppboðssølu sambært §§ 14-18, rættindi, latin sambært § 60, og rættindi, latin bólki 5 sambært § 74, stk. 1, nr. 6.”
19. Í § 58, stk. 6, 1. liður verður “verður” broytt til: “verið”.
20. § 60 verður orðað soleiðis:
“§ 60. Ein partur av tøkari føroyskari kvotu kann verða settur av til at brúka sum liður í vinnuligum menningarætlanum kring landið. Latast kunnu í mesta lagi 8,5% av tøku føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum.
Stk. 2. Kvota, sambært stk. 1, kann latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.
Stk. 3. Kvota verður veitt eftir, at alment er lýst eftir umsóknum. Tá lýst verður eftir umsóknum, skal neyvt ásetast, hvørjar treytir eru fyri at fáa lut í kvotuni. Í treytunum skal dentur leggjast á, at kvota verður latin til virksemi og verkætlanir, ið stuðla undir menning, virðisøking, arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar í ávísa økinum sambært stk. 2.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann, eftir skrivligari umsókn frá rættindahavara, loyva, at menningarkvota kann verða flutt frá 2018 til 2019. Flutt menningarkvota verður ikki roknað sum partur av tøku føroysku kvotuni tað árið, ið kvotan verður flutt til. Menningarkvota, latin fyri eitt ávíst áramál, men sum er játtað aftaná ársbyrjan í einum ári, sum hon er galdandi fyri, skal verða longd soleiðis, at hon er galdandi í heilum árum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongd og treytir sambært ásetingunum í stk. 1-4.”
21. Í § 73 verður stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Loyvi at fiska undir fiskidagaskipan, sambært stk. 1, verður latið persóni ella felag, sum í tíðarskeiðinum 1. januar 2018 til 31. desember 2018 høvdu rætt til at fiska undir fiskidagaskipanini. Er rætturin latin øðrum persóni ella felag í nevnda tíðarskeiði, verður loyvið latið tí, ið hevði rættin 31. desember 2018.”
22. § 74, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“3) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons á línuveiðu: 791 fiskidagar.”
23. Í § 74, stk. 1, nr. 4 verður “1.323 fiskidagar” broytt til: “1.437 fiskidagar”.
24. § 74, stk. 7, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 14-40 tons á línuveiðu: 70 fiskidagar.”
25. Í § 74, stk. 7, nr. 3 verður “117 fiskidagar” broytt til: “127 fiskidagar”.
26. Í § 74, stk. 9 og 10 verður “§ 79” broytt til: “§ 77”.
27. § 76 verður orðað soleiðis:
“§ 76. Fiskiorkan í bólkunum sambært § 74, stk. 1 skal ikki gerast størri, tá fiskidagar verða avhendir ella fluttir millum fiskifør, ella broytingar, sum ávirka fiskiorkuna, verða gjørdar við fiskifarið, sum dagarnir eru á.
Stk. 2. Tá mett verður um fiskiorku, sambært stk. 1, er grundarlagið metingarvirðið fyri fiskiorku hjá fiskifarinum, ið fiskidagarnir verða fluttir frá ella seinast vóru á.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiorku, og hvussu fiskiorka verður ásett og útroknað, grundað á veiðievni, mannagongd og treytir í umsiting av stk. 1 og 2.”
28. Yvirskriftin yvir § 77 verður orðað soleiðis:
“Avhending og flyting av fiskidøgum í bólkunum 2-4”
29. § 77 verður orðað soleiðis:
“§ 77. Egnir fiskidagar kunnu í 2019 avhendast øðrum rættindahavara, sum hevur rættindi í sama bólki, sambært § 74, stk. 1 fyri 2019. Tó er ikki loyvt at avhenda ella flyta fiskidagar, ætlaðir til veiðu við húki, til veiðu við troli ella øvugt. Somuleiðis er ikki loyvt at avhenda ella flyta fiskidagar, ætlaðir til veiðu við húki við fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til at brúka við fiskifari, størri enn 110 tons. Heldur ikki er loyvt at avhenda ella flyta fiskidagar, ætlaðir til veiðu við troli við fiskifari við framtøkumegi minni enn 500 HK, til at brúka við fiskifari við framtøkumegi 500 HK ella meira.
Stk. 2. Avhendingin, sambært stk. 1, er treytað av, at rættindahavarin hevur brúkt í minsta lagi 60% av tillutaðu fiskidøgunum undanfarna fiskiár.
Stk. 3. Fiskidagar kunnu, fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 til 31. desember 2019, avhendast ella flytast millum bólkarnar, ásettir í § 74, stk. 1, undantikið til og frá bólki 5. Tó er ikki loyvt at avhenda ella flyta fiskidagar í bólki 4 A og bólki 4 B til bólk 4 T.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta treytir og nærri reglur um mannagongd fyri avhending og flyting av fiskidøgum sambært hesi grein. Reglurnar skulu áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievni.”
30. § 78 og yvirskriftin yvir § 78 verða strikaðar.
31. Yvirskriftin yvir § 79 verður orðað soleiðis:
“Avhending og flyting av loyvum í bólki 5”
32. § 79 verður orðað soleiðis:
“§ 79. Fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 5, sambært § 74, stk. 1, nr. 6, kann flytast á annan bát uttan fiskiloyvi í sambandi við, at bátur verður skiftur út, treytað av, at fiskiorkan ikki økist.
Stk. 2. Fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 5, sambært § 74, stk. 1, nr. 6, kann avhendast øðrum í sambandi við, at bátur verður seldur og rættindini fylgja við.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigara av fiskifari í bólki 5, sambært § 74, stk. 1, nr. 6, sum verður tikið úr vinnuligum fiskiskapi, tilsøgn um, at fiskiloyvið innan tríggjar mánaðir kann flytast á annað fiskifar við somu ella minni fiskiorku. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá tríggjar mánaða tíðarfreistini.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og treytir fyri umsiting av hesi grein.”
33. Í § 81, stk. 1, nr. 1 verður “§ 48, stk. 1” broytt til: “§ 48, stk. 1 og 2”.
34. Í § 81, stk. 2 verður “§ 48, stk. 2” broytt til: “§ 48, stk. 3”.
35. Í § 81, stk. 2 verður aftan á “§ 58, stk. 5,” sett: “§ 60, stk. 5,”.
36. § 90, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, tó koma § 15, stk. 1, nr. 5, og stk. 2, galdandi fyri nr. 5 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, í gildi 1. januar 2019, meðan § 15, stk. 1, nr. 6, og stk. 2, galdandi fyri nr. 6 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, koma í gildi 1. januar 2020.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 20 kemur í gildi 1. januar 2020. Tó kemur § 60, stk. 4 í gildi samsvarandi stk. 1.
Í Tinganesi, 9. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 126/2018