17. mai 2005Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 20. desember 2004, verður henda broyting gjørd:
Í § 2, stk. 1 verður aftaná 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Tá børnini ikki búgva hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan yvir teimum, kann áðurnevndi barnafrádráttur í staðin veitast tí persóni, sum hevur børnini búgvandi. Tó fellur barnafrádrátturin burtur, tá barnaverdarnevnd hevur yvirtikið umsorgan av børnunum. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, m.a. mannagongdir og treytir fyri tey, sum søkja um barnafrádrátt, og hvussu fráboðanarskyldan skal verða millum almennar myndugleikar, serliga í mun til flytan av barnafrádrátti frá einum persóni til annan.”
Pkt. 2 verður hereftir pkt. 6.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 17. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 65/2004