Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mai 2020Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
(Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 26. februar 2010, løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 57 frá 18. mai 2015, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2015, løgtingslóg nr. 155 frá 12. desember 2018 og løgtingslóg nr. 36 frá 9. apríl 2019, verður skjal 1 orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 18. mai 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 95/2019
Skjal 1
“Skjal 1
CO2-avgjaldssatsir fyri persónbilar
NEDC CO2-útlát (g/km) |
NEDC CO2-avgjald (kr./g) |
WLTP CO2-útlát (g/km) |
WLTP CO2-avgjald (kr./g) |
Til og við 120 |
20,- |
Til og við 140 |
15,- |
Yvir 120, men í mesta lagi 140 |
200,- |
Yvir 140, men í mesta lagi 250 |
200,- |
Yvir 140, men í mesta lagi 180 |
300,- |
Yvir 250 |
350,- |
Yvir 180 |
400,- |
|
- |
CO2-avgjaldssatsir fyri vørubilar við heildarvekt á 2.700 kg og yvir
WLTP CO2-útlát (g/km) |
WLTP CO2-avgjald (kr./g) |
Avgjaldssatsur pr. gramm |
80,- |
”