Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2023Nr. 66
Løgtingslóg um talgilda samleikakortið
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Alment talgilt samleikaprógv
§ 1. Talgilda samleikakortið er almenna talgilda samleikaprógvið í føroyska samfelagnum og er javnsett við gildug fysisk samleikaprógv.
Umsiting
§ 2. Landsstýrismaðurin umsitur talgilda samleikakortið.
Stk. 2. Umsitingin av talgilda samleikakortinum hevur heimild at heinta og útflýggja upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum.
Treytir
§ 3. Persónar kunnu fáa talgilda samleikakortið treytað av, at hesir hava talgildan samleika, sbrt. løgtingslóg um talgildan samleika, og góðtaka ásettar brúkstreytir til talgilda samleikakortið.
Børn
§ 4. Foreldur og verjar, ið lúka treytirnar sbrt. § 3, kunnu fáa eintak av talgilda samleikakortinum hjá ómyndugu børnum sínum knýtt at sínum egna talgilda samleikakorti.
Fysiskt samleikakort
§ 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um at útflýggja talgilda samleikakortið í fysiskum formi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um undantak til kravið um talgildan samleika til fysiska samleikakortið við tí treyt, at onnur krøv verða sett til at eyðmerkja persónar, t.d. við at vísa gildugt samleikaprógv.
Gildiskoma
§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. mai 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 61/2022