25. mai 2009Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 99 frá 1. november 2007, verður í § 17, stk. 3 sum 3. pkt. sett: “Endurgjald verður ikki veitt fyri tann partin av inntøkuni, ið er oman fyri 25.000 kr. um mánaðin, íroknað frítíðarløn.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2009.
Tórshavn, 25. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 176/2008