Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 2025Nr. 66
Løgtingslóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Heilsutænastur og heilsuøkir
§ 1. Landsstýrisfólkið skipar landið í heilsuøkir, ásetur nærri reglur um tal á heilsuøkjum og hvussu hesi landafrøðiliga verða skipað.
§ 2. Heilsutænastur frá kommunulækna og øðrum heilsustarvsfólki verða veittar borgarum í heilsuøkinum, undir hesum kanningar, viðgerð, heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð og ráðgeving.
§ 3. Í hvørjum heilsuøki kring landið verða skipaðar ein ella fleiri heilsumiðstøðir, sum eru høli, har heilsutænastur í nærumhvørvinum, sambært hesi løgtingslóg, verða veittar.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið tekur, í samráð við kommunurnar í heilsuøkinum, avgerð um staðseting og tal á heilsumiðstøðum í heilsuøkinum.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið ásetur harumframt nærri reglur um innihaldið í heilsumiðstøðum, m.a. reglur um tænastur, dygdarkrøv, starvskrøv og reglur um kunningartøkni.
Kapittul 2
Hølir, tól, amboð og innbúgv
§ 4. Kommunurnar í heilsuøkinum útvega og viðlíkahalda hølir til heilsutænastur í nærumhvørvinum, samanber § 3.
§ 5. Kommunurnar í heilsuøkinum senda í felag uppskot til landsstýrisfólkið um antin at byggja hølir, umbyggja ella útbyggja verandi hølir ella leiga hølir, undir hesum uppskot til at innrætta og staðseta hølir.
Stk. 2. Metir landsstýrisfólkið, at tørvur er á at útvega hølir til heilsutænastur í nærumhvørvinum sambært hesi løgtingslóg ella víðka um verandi hølir, kann landsstýrisfólkið heita á kommunurnar í heilsuøkinum um at senda sær uppskot um bygging, umbygging ella útbygging ella uppskot um leigumál.
§ 6. Landsstýrisfólkið góðkennir øll byggimál, umbyggingarætlanir og útbyggingarætlanir og leigumál, undir hesum uppskot til at innrætta hølini.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið er við í verkætlanini frá hugskotsuppriti til góðkenning. Heilsutrygd er við í verkætlanini frá tí, at góðkent er, til hølini verða tikin í nýtslu.
§ 7. Kommunurnar rinda fyri at byggja, umbyggja ella útbyggja hølir til heilsutænastur í nærumhvørvinum. Somuleiðis rinda kommunurnar fyri at leiga hølir.
§ 8. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur byggimálum viðvíkjandi og um støðið á hølum til heilsutænastur í nærumhvørvinum.
§ 9. Kommunurnar í heilsuøkinum útvega innbúgv til hølir til heilsutænastur í nærumhvørvinum. Kommunurnar rinda kostnaðin av hesum.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um, hvat innbúgv talan er um sambært stk. 1. Landsstýrisfólkið ásetur eisini nærri reglur um rakstur og viðlíkahald av innbúgvi.
§ 10. Heilsutrygd útvegar tól og amboð til hølir til heilsutænastur í nærumhvørvinum sambært hesi løgtingslóg. Landið rindar kostnaðin av tólum og amboðum.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um, hvørji tól og amboð talan er um sambært stk. 1. Landsstýrisfólkið ásetur eisini nærri reglur um rakstur, viðlíkahald og eftirlit við tólum og amboðum.
Kapittul 3
Setanarviðurskifti og lønarviðurskifti
§ 11. Heilsutrygd setur kommunulæknar í starv. Heilsutrygd setur kommunulæknaavloysarar í tíðaravmarkað starv, har eingin kommunulækni er settur í fast starv. Heilsutrygd kann seta onnur heilsustarvsfólk í starv at veita heilsutænastur í heilsuøkjum.
Stk. 2. Heilsutrygd rindar eina grundupphædd um mánaðin umframt gjøld og veitingar til kommunulæknan. Heilsutrygd rindar løn til onnur heilsustarvsfólk, sum Heilsutrygd hevur sett í starv.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um at seta starvsfólk sambært stk. 1, undir hesum reglur um faklig krøv til starvsfólk, og nærri reglur um, hvørjar útreiðslur kunnu verða rindaðar sambært stk. 1.
§ 12. Kommunulæknin í føstum starvi setur egin heilsustarvsfólk í starv og rindar tær útreiðslur, ið standast av hesum.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um at seta starvsfólk sambært stk. 1, undir hesum reglur um faklig krøv til starvsfólk.
§ 13. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, at setanarmyndugleikin sambært §§ 11 og 12 verður fluttur til annan myndugleika.
§ 14. Kommunan útvegar frían bústað til kommunulæknaavloysarar, sum Heilsutrygd setur í starv, í teimum førum, har tað ikki verður mett gjørligt hjá avloysaranum at røkja starvið frá egnum bústaði.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um at útvega frían bústað sambært stk.1.
Kapittul 4
Læknavaktin
§ 15. Læknavaktin veitir bráðfeingis læknahjálp til sjúklingar, sum brádliga gerast sjúkir, ella sum gerast meira ússaligir í sambandi við sjúku, og mett verður, at tað ikki kann bíða, til tað ber til at fáa fatur á egnum kommunulækna.
Stk. 2. Landið rindar umsitingarútreiðslurnar í Læknavaktini.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um innihaldið í Læknavaktini, undir hesum reglur um tænastur, dygdarkrøv, starvskrøv, rakstur, innbúgv, tól, amboð og um støðið á hølunum.
Kapittul 5
Royndarskipanir
§ 16. Landsstýrisfólkið fær heimild til at seta á stovn royndarskipanir innan heilsutænastur í nærumhvørvinum. Royndarskipanirnar kunnu víkja frá ásetingunum í hesi løgtingslóg. Royndarskipanir skulu hava ein byrjanardag og ein endadag og kunnu ikki vara longur enn 5 ár. Royndarskipanir skulu eftirmetast.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann lata heilsuøkjum fíggjarligan og ráðgevingarligan stuðul í sambandi við royndarverkætlanir sambært stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, hvørjar royndarskipanir verða settar á stovn sambært stk. 1.
Kapittul 6
Kærumyndugleiki
§ 17. Avgerðir, sum Heilsutrygd hevur tikið sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til landsstýrisfólkið í heilsumálum.
Stk. 2. Kæran skal vera kærumyndugleikanum í hendi innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Landsstýrisfólkið í heilsumálum kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Kapittul 7
Gildiskoma o.a.
§ 18. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2025.
Stk. 2. § 16 kemur í gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd.
Stk. 3. Samstundis sum løgtingslógin fær gildi, fer løgtingslóg nr. 28 frá 23. apríl 1999 um kommunulæknaskipan úr gildi.
Stk. 4. Kunngerð nr. 65 frá 29. september 2004 um hvørjar útreiðslur kommunulæknaavloysarar kunnu fáa endurgoldnar og kunngerð nr. 64 frá 29. september 2004 um støðið, viðlíkahald, rakstur o.a. av viðtaluhølum hjá kommunulæknum, verða verandi í gildi til tær verða settar úr gildi ella nýggjar kunngerðir koma ístaðin.
Í Tinganesi, 28. apríl 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 26/2024