Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2018Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Pensjónsnýskipan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1, verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett:
“2) framskundað pensjón,”
Nr. 2-6 verða eftir hetta nr. 3-7.
2. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Allar pensjónir sambært § 4 og §§ 5 a-8 eru settar saman av eini grundupphædd og eini viðbót.”
3. Í § 2, stk. 6 verður “stk. 1, nr. 6” broytt til: “stk. 1, nr. 7”.
4. Í § 3, stk. 1, nr. 3 og stk. 3 verður “fylta 67. árið” broytt til: “pensjónsaldur”.
5. § 3, stk. 4, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Persónur, ið búsetir seg í Danmark ella í Grønlandi eftir at hava fingið tillutaða fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón, varðveitir rættin til veitingina, inntil endalig avgerð um fyritíðarpensjón ella annað varandi uppihaldsgrundarlag er tikin í Danmark ella í Grønlandi, tó í mesta lagi upp til 3 ár og treytað av, at viðkomandi ikki í Danmark ella í Grønlandi fær almannapensjón ella aðra almannaveiting til uppihalds.”
6. Í § 3, stk. 4, 2. og 3. pkt. verður aftan á “fyritíðarpensjón” sett: “ella framskundaða pensjón”.
7. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Fólkapensjónsaldurin er:
1) 67 ár fyri persón, ið er føddur áðrenn 1. juli 1957.
2) 67 ½ ár fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. juli 1957 til 31. desember 1962.
3) 68 ár fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.
Stk. 2. Í 2025 og 5. hvørt ár eftir hetta verður gjørd útrokning sbrt. stk. 3, um fólkapensjónsaldurin skal tillagast fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.
Stk. 3. Fólkapensjónsaldurin fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962 verður hækkaður, um so er, at miðallívstíðin sambært eini meting frá Hagstovuni fyri tey 65-ára gomlu seinastu 2 árini fer upp um lívstíðina í 2013-2014, ið var 85,5 ár. Lívstíðin verður gjørd upp sum eitt einfalt miðaltal fyri menn og kvinnur. Um lívstíðin er hægri enn 85,5 seinastu 2 árini, ásetur landsstýrismaðurin fólkapensjónsaldurin samsvarandi lívstíðini fyri tey 65-ára gomlu seinasta árið lagt afturat ein treytaður vøkstur í lívstíðini á 0,2 ár og frádrigið eitt fólkapensjónstíðarskeið á 18 ár. Avrundað verður niður til næsta hálva ár.
Stk. 4. Fólkapensjónsaldurin verður tillagaður við í mesta lagi ½ ári í senn. Fólkapensjónsaldurin verður ásettur í løgtingslóg við virknaði frá 1. januar í álmanakkaárinum 10 ár aftaná árið, tá fólkapensjónsaldurin varð tillagaður sambært stk. 2.”
8. Aftan á § 5 verður sett:
“§ 5 a. Framskundað pensjón kann tillutast persóni, sum lýkur treytirnar fyri tillutan av fyritíðarpensjón sbrt. § 8.
Stk. 2. Søkjast kann Almannaverkið um framskundaða pensjón frá 3 árum áðrenn galdandi pensjónsaldur sbrt. § 4.
Stk. 3. Framskundað pensjón sbrt. stk. 1 svarar til í minsta lagi miðal fyritíðarpensjón og fylgir annars teimum ásetingum, ið eru galdandi fyri útrokning av fyritíðarpensjón sbrt. kapittul 5 í hesi løgtingslóg.”
9. Í § 6 og § 7, nr. 1 verður “fylt 67 ár” broytt til: “rokkið pensjónsaldur”.
10. Í § 8, nr. 1, og § 8 a, stk. 1 verður “millum 18 og 67 ár” broytt til: “frá 18 ár upp til fólkapensjónsaldur”.
11. Í § 8, nr. 2 verður “millum 50 og 67 ár” broytt til: “frá 50 ár upp til fólkapensjónsaldur”.
12. Aftan á § 9 verður sum kapittul 3 a sett:
“Kapittul 3 a
Útsett pensjón
§ 9 a. Persónur, ið lýkur treytirnar í kap. 3 um rætt til fólkapensjón, kann velja at útseta útgjaldið av fólkapensjón, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Almannaverkið kann taka avgerð um at fólkapensjónin ikki kann útsetast, um tað verður mett sannlíkt, at treytirnar fyri upptjening av bíðiparti sbrt. stk. 3 ikki verða loknar, sbr. § 9 d, stk. 1 og 3.
Stk. 3. Í tíðarskeiðinum, tá fólkapensjónin verður útsett, verður samanspardur ein bíðipartur, ið verður nýttur til at rokna út eitt ískoyti, ið verður lagt afturat útsettu pensjónini, sbr. §§ 9 d-9 f.
§ 9 b. Umsókn um at fáa fólkapensjón útsetta verður latin Almannaverkinum samstundis sum ella aftaná, at søkt verður um fólkapensjón.
Stk. 2. Umsóknin hevur virknað frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er latin inn, tó í fyrsta lagi frá tí degi, tá fólkapensjónin kundi verið útgoldin, sbrt. kap. 6.
Stk. 3. Pensjón kann í mesta lagi útsetast tvær ferðir við útgjaldið av fólkapensjón í tíðini ímillum.
§ 9 c. Fólkapensjónin kann útsetast í íalt 120 mánaðir.
Stk. 2. Umsókn um at steðga útsetanini av fólkapensjón verður latin Almannaverkinum við virknaði frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er latin inn.
Stk. 3. Útsetanin heldur uppat uttan áheitan, tá fólkapensjónin hevur verið útsett í 120 mánaðir.
Stk. 4. Doyr viðkomandi, meðan fólkapensjónin er útsett, heldur útsetanin uppat frá degnum eftir andlátið.
§ 9 d. Rætturin til bíðipart er treytaður av, at viðkomandi hevur havt inntøku av persónligum arbeiði í í minsta lagi 1000 tímar í einum álmanakkaári.
Stk. 2. Almannaverkið skal aftaná hvørt árið taka avgerð um, hvørt treytin um arbeiði sbrt. stk. 1 er lokin.
Stk. 3. Byrjar ella endar útsetanin av fólkapensjónini mitt í einum ári, verður kravið um arbeiði gjørt upp lutfalsliga sambært talinum á heilum mánaðum, ið fólkapensjónin er útsett í sama ári.
Stk. 4. Er kravið um arbeiði sbrt. stk. 1 og 3 ikki lokið í uppgerðartíðini, verður sæð burtur frá hesum tíðarskeiði, tá bíðiparturin verður gjørdur upp. Í staðin verður útgoldin ein einnýtisupphædd, ið svarar til fólkapensjónina, ið viðkomandi hevur rætt til í tíðarskeiðinum, sbr. tó § 9 e, stk. 3. Upphæddin verður roknað út við støði í inntøkuni hjá viðkomandi í tíðarskeiðinum, talan er um.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um uppgerð um vavið av arbeiðinum, herundir um persónligt arbeiði í sjálvstøðugari fyritøku og um eftirlit í hesum sambandi, eins og um útrokning av einnýtisupphæddum.
§ 9 e. Tá fólkapensjónin ikki skal útsetast longur, ger Almannaverkið upp bíðipartin fyri tíðarskeiðið, tá fólkapensjónin hevur verið útsett, sbr. tó stk. 5.
Stk. 2. Bíðiparturin er 0,45 fyri hvønn mánað, fólkapensjónin hevur verið útsett. Fyri hvørjar samanhangandi 12 mánaðir, ið pensjónin verður útsett, verður bíðiparturin hækkaður við 10% av tí higartil samansparda bíðipartinum.
Stk. 3. Virðið á bíðipartinum verður avrundað til næsta heila tal.
Stk. 4. Hevur fólkapensjónin verið útsett í tvey tíðarskeið, sbr. § 9 b, stk. 3, verður bíðiparturin fyri útsettu fólkapensjónina gjørdur upp sum ein samanlegging av bíðipørtunum fyri hvørt tíðarskeið sær.
Stk. 5. Heldur útsetanin uppat við deyða, sbr. § 9 c, stk. 4, verður bíðipartur ikki útroknaður eins og at einnýtisupphædd sbrt. § 9 d, stk. 4, ikki verður útgoldin aftaná, at útsetanin er hildin uppat.
§ 9 f. Frá tí, at útsetanin heldur uppat, rindar Almannaverkið eitt mánaðarligt ískoyti afturat fólkapensjónini, sbr. stk. 2.
Stk. 2. Ískoytið verður roknað út sum bíðiparturin, sbrt. § 9 e, býtt við 100 og faldað við ávikavist grundupphædd og viðbót til fólkapensjón sbrt. § 2, stk. 2.
Stk. 3. Útroknaða ískoytið verður avrundað til næsta heila krónutal.”
13. Í § 11, stk. 1 verður aftan á “fyritíðarpensionisti” sett: “ella persóni, ið hevur fingið tillutaða framskundaða pensjón”.
14. § 12 a verður strikað.
15. Í § 13, stk. 1 verður “yvir 67 ár” broytt til: “, ið hava rokkið pensjónsaldri,”.
16. Í § 13, stk. 3 verður aftan á “fyritíðarpensjón” sett: “ella framskundaðari pensjón” og “við 67 ára aldur” verður broytt til: “, tá pensjónsaldur er rokkin”.
17. Í § 14, stk. 1 verður “undir 67 ár” broytt til: “, ið hava rokkið pensjónsaldri,”.
18. Í § 17, stk. 1, 1. pkt. verður “fylta 67. árið” broytt til: “pensjónsaldur er rokkin”.
19. § 18, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Grundupphæddin til fólkapensjón verður útgoldin uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini hjá persóni, ið er føddur áðrenn 1. januar 1953.”
20. Í § 18 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Grundupphæddin til fólkapensjón verður lækkað við 25% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20 fyri persón, ið er føddur aftaná 31. desember 1952.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
21. § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20 hjá persóni, ið er føddur áðrenn 1. januar 1953.”
22. Í § 19 verða aftan á stk. 1 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 2. Viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við 40% av inntøkugrundarlagnum sambært § 20 hjá persóni, ið er føddur aftaná 31. desember 1952. Lækking av viðbót verður gjørd í framhaldi av lækkingini av grundupphæddini.
Stk. 3. Fyri pensjónist, ið er føddur áðrenn 1. januar 1953, verður viðbótin til giftan fólkapensjónist, tá bæði fáa fólkapensjón, lækkað við grundarlagi í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans.
Stk. 4. Er annar hjúnafelagin fevndur av § 19, stk. 2, verða inntøkurnar ikki lagdar saman.
Stk. 5. Hjún, ið bæði eru fevnd av stk. 3, kunnu søkja um at inntøkurnar ikki verða lagdar saman og at lækkað einans verður í viðbótini við grundarlagi í egnari inntøku.”
Stk. 2-5 verða eftir hetta stk. 6-9.
23. Í § 19, stk. 3 verður “stk. 2” broytt til: “stk. 6”.
24. Í § 19, stk. 4 verður “stk. 2 og 3” broytt til: “stk. 6 og 7.”
25. Í § 20 verða aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Afturat inntøkuni sambært stk. 1 skal leggjast útgjald av tvungnari uppsparing eftir reglunum í eftirlønarlógini, tó undantikið kapitalútgjald.
Stk. 4. Ásetingin í stk. 3 er ikki galdandi fyri pensjónist, ið er føddur áðrenn 1. januar 1953.”
Stk. 3-6 verða eftir hetta stk. 5-8.
26. Í § 20, stk. 5 verður “stk. 1-4” broytt til: “stk. 1-6”.
27. Í § 21 a, stk. 1 verður “stk. 4” broytt til: “stk. 6”.
28. Í § 24, stk. 1 og § 26, stk. 2 verður aftan á “fyritíðarpensjón” sett: “, framskundaða pensjón”.
29. Í § 25, stk. 1, 2. pkt. verður aftan á “sambært” sett: “§ 5 a,”.
30. Í § 25, stk. 1, nr. 1 verður aftan á “fyritíðarpensjónistur” sett: “ella persónur, sum hevur fingið tillutaða framskundaða pensjón”.
31. Í § 25, stk. 2 verður aftan á “fyritíðarpensjón” sett: “ella framskundaðari pensjón”.
32. Í § 26, stk. 1 verður aftan á “fyritíðarpensión” sett: “, framskundaðari pensjón”.
33. Í § 26, stk. 2 verður “alla” broytt til: “ella” og “fylta 67. árið” verður broytt til: “, at pensjónsaldur er rokkin”.
34. Í § 30, stk. 3 verður “gerst 67 ár” broytt til: “røkkur pensjónsaldri”.
35. Í § 32 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Framskundað pensjón sambært § 5 a verður veitt frá 1. í mánaðinum aftaná dagfestingina fyri móttøku av umsóknini treytað av, at umsøkjari lýkur treytirnar fyri tillutan av framskundaðari pensjón.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2019 og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2020.
Í Tinganesi, 30. apríl 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 67/2017