Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. mai 2003Nr. 67
Løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 22. mai 2015
§ 1. Heimilað verður landsstýris-manninum at seta á stovn skúlatilboð til ung við breki.
§ 2. Endamálið við skúlatilboðnum er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið.
§ 3. 1) 2) Hvørt skúlaskeiðið er í mesta lagi 2 ár og fer fram á hóskandi støðum í Føroyum. Upptøka til skúlan fer fram á hvørjum ári.
§ 4. Innihaldið í skeiðinum er eitt heildartilboð, sum er sett saman av bústaði, skúla og arbeiði. Høvuðsdentur verður lagdur á praktiska upplæring.
§ 5. Landsstýrismaðurin setur leiðara, sum setur hini starvsfólkini.
Stk. 2. Leiðarin hevur mótvegis landsstýrismanninum námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av skúlatilboðnum.
§ 6. Landsstýrismaðurin tilnevnir til hvørt skúlatilboð ein bólk, sum gevur landsstýrismanninum ráð um skipanina.
Stk. 2. Í hvørjum ráðgevandi bólki eru ávíkavist 1 umboð fyri foreldrini, 1 fyri Almannamálaráðið og 1 fyri Mentamálaráðið.
Stk. 3. 1) Ráðgevandi bólkurin skal javnan meta um skúlatilboð, og skal á hvørjum ári lata landsstýrismanninum frágreiðing um gongdina.
Stk. 4. Ráðgevandi bólkurin skal saman við foreldrum og øðrum myndugleikum fyrireika bústaðar-, frítíðar- og arbeiðstilboð til tey ungu eftir lokið skúlaskeið.
Stk. 5. Leiðarin tekur lut á fundum hjá ráðgevandi bólkinum.
§ 7. 2) Treytin fyri at verða upptikin sum næmingur er, at viðkomandi er liðugur við fólkaskúlan og er egnaður at luttaka í undirvísingini.
Stk. 2. 2) Leiðarin av skúlatilboðnum, Almannaverkið og Sernám mynda visitatiónsbólkin, sum ger av, hvør verður upptikin til skúlatilboðið.
Stk. 3. 2) Næmingarnir skulu gjalda fyri at búgva á skúlanum eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
§ 8. 1) Skúlatilboðið verður fyriskipað undir landsstýrismanninum, sum útvegar skúlanum lutvísa fígging til góðkent virksemi.
Stk. 2. 1) Heimilað verður landsstýrismanninum at gera avtalu og bera útreiðslur til leigu av hølum og øki ella at byggja/ keypa høli til endamálið.
§ 9. Avgerðir um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðaranum kunnu kærast til landsstýrismannin í mentamálum í seinasta lagi 4 vikur aftaná, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 10. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn 2. mai 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 80/2002
1) Broytt við løgtingslóg nr. 115 frá 18. desember 2008, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. januar 2009.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 22. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd og er galdandi fyri næmingar, sum byrja skúlatilboð sambært hesi løgtingslóg 1. august 2015 ella seinni.”