Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. mai 2022Nr. 67
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar
(Stuðul fyri leigukostnað, áseta reglur um ferðastuðul og broyta tíðarfreist fyri at boða frá næmingatali)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 90 frá 9. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Treytin fyri, at ein frískúli kann fara undir virksemi sítt, er, at skúlin skjalprógvar við undirskrift foreldranna í seinasta lagi 1. apríl sama ár, sum skúlaárið byrjar, at í minsta lagi 12 næmingar eru innskrivaðir at byrja komandi skúlaár.”
2. Aftan á § 9 verður sett:
“§ 9 a. Næmingur í frískúla hevur rætt til ferðastuðul frá heimstaðarkommununi, tá ið næmingurin ferðast við Strandfaraskipum Landsins í og úr skúla.
Stk. 2. Næmingurin hevur rætt til ferðastuðul aftur og fram til og frá skúlanum eina ferð um dagin.”
3. § 18, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Kommununnar stuðul til næmingar í frískúlum verður roknaður eftir einum miðalkostnaði fyri hvønn næming, við grundarlagi í rakstrarútreiðslunum fyri hvønn næming í skúlunum hjá fimm teimum størstu kommununum. Stuðulin til hvønn næming í frískúlum er 85% av miðalkostnaðinum fyri hvønn næming. Avdráttur, renta og leiga eru ikki roknað upp í rakstrarútreiðslurnar.”
4. § 19, stk. 2 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 4. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 86/2021