Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2007Nr. 67
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinnni broytingum verður gjørd henda broyting:
Aftaná § 7 verður sett:
“§ 7 a. “§ 7 a. Feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, reka vinnuligan fiskiskap sambært hesi lóg, kunnu í mesta lagi hava rættin til:
| 1) | Bólkur 1: Lemmatrolarar | 30% av veiðiloyvunum |
| 2) | Bólkur 2: Partrolarar | 20 % av fiskidøgunum |
| 3) | Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons | 20% av fiskidøgunum |
| 4) | Bólkur 4A og 4B: Útróðrarbátar størri enn 15 tons | 20% av fiskidøgunum |
| 5) | Bólkur 4T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu | 30 % av fiskidøgunum |
| 6) | Bólkur 6: Garnabátar | 25 % av fiskiloyvunum |
| 7) | Verksmiðjutrolarar | 35% av kvotunum í toskavirði |
| 8) | Ídnaðarskip | 35% av veiðiloyvunum |
| 9) | Uppisjóvarfiskiskapur (nótaskip) | 25% av veiðiloyvinum |
Stk. 2. Hóast framman fyri standandi kunnu eigarar av fiskiførum avhenda fiskidagar sbrt. § 14, stk. 1 og 2 fyri eitt ár ísenn. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota sbrt. § 15, stk. 1 kann somuleiðis avhendast fyri eitt ár ísenn. Farið verður fram eftir vanligu reglunum í hesi lóg.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta, hvussu toskavirðið sbrt. stk. 1, nr. 7 verður gjørt upp.
Stk. 4. Nærstandandi sbrt. stk. 1 eru hjúnafelagi, foreldur, omma, abbi, børn, barnabørn, systkin og hjúnafelagar hjá børnum, barnabørnum ella systkjum.
Stk. 5. Virksemi, har feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, høvdu rætt til meira enn mest loyvda ásett í stk. 1, áðrenn henda lóg kemur í gildi, kann halda fram, men kann ikki økjast.
Stk.6. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá ásetingunum í stk. 1.
Stk. 7. Broytingar í ognarviðurskiftunum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um hámarkið í stk. 1, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag, fellur veiðiloyvið burtur.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við viðgerðina av málinum krevja allar neyðugar upplýsingar frá eigarum, nevndarlimum, ráðgevum, virkjum o.ø. um eigaraviðurskiftini og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í stk. 1 eru loknar.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum í Løgtinginum.
Tórshavn, 7. juni 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørn Kalsø (sign.)
Lm. nr. 53/2007