Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mai 2019Nr. 68
Løgtingslóg um studningslán og stuðul til at byggja húsarhaldskúla í Klaksvík, sum broytt við løgtingslóg nr. 114 frá 5. august 2022 1)
§ 1. 1) Heimilað verður landsstýrismanninum at veita stuðul til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík. Stuðulin úr landskassanum er, í mesta lagi, 37,3 mió. kr.
Stk. 2. Stuðulin verður veittur sum rentufrítt og avdráttarfrítt lán.
§ 1 a. 1) Heimilað verður landsstýrismanninum at veita stuðul til keyp av innbúgvi og útbúnaði, í mesta lagi 5 mió. kr. Treytin fyri at stuðulin verður latin er, at sjálvsognarstovnurin Húsarhaldsskúli Føroya fíggjar 50% av útreiðslunum til keyp av innbúgvi og útbúnaði.
Stk. 2. Umframt treytina í stk. 1 kann landsstýrismaðurin áseta aðrar treytir fyri at veita stuðulin, so sum útgjald av stuðli, krøv til at keypa innbúgvið, mannagongdir í samband við innheinting av tilboði oa.
Stk. 3. Ásetingarnar í §§ 2 og 3 eru ikki galdandi fyri stuðul til keyp av innbúgvi og útbúnaði, sbrt. stk. 1.
§ 2. Treytin fyri, at lánið verður veitt, er, at landið fær veðrætt í bygninginum, og at heimstaðarkommunan í minsta lagi letur 25% av byggikostnaðinum.
Stk. 2. Veðrættur sbrt. stk. 1 skal í minsta lagi vera síðusettur 1. veðrætti.
Stk. 3. Umframt treytirnar í stk. 1 kann landsstýrismaðurin áseta aðrar treytir fyri at veita lánið.
§ 3. Lánið fellur til gjaldingar, um bygningurin verður seldur ella ikki longur verður nýttur til húsarhaldsskúla.
§ 4. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 9. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 141/2018