Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2015Nr. 68
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
(Ásetingar um endurvenjing)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 14. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1, 1. pkt. og § 2, stk. 1, 2. pkt. verður “viðgerðartilboðini” broytt til: “viðgerðar- og endurvenjingartilboðini”.
2. Aftaná § 6 verður sett:
“Endurvenjing
§ 6 a. Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing.
Stk. 2. Í sambandi við, at endurvenjing verður veitt sambært stk. 1, skal sjúkrahúsverkið, í samráð við sjúklingin, gera eina endurvenjingarætlan.
Stk. 3. Sjúkrahúsverkið kann, fyri at røkja sína skyldu sambært stk. 1, gera avtalur, m.a. um keyp av tænastum, við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur og treytir um endurvenjing, herundir hvat endurvenjing innan sjúkrahúsverkið fevnir um, um endurvenjingarætlanir, og hvørji endurvenjingartilboð sjúklingurin kann verða ávístur til.”
3. Í § 8, stk. 1 verður aftaná “viðgerð” sett: “og endurvenjing”.
4. Í § 9, stk. 1 verður aftaná “viðgerðar” sett: “og endurvenjingar”.
5. Í § 10, stk. 2 verður aftaná “til viðgerðar” sett: “og endurvenjingar”.
6. Yvirskriftin yvir § 11 verður orðað soleiðis:
“Ávísingar til viðgerðar- og endurvenjingarstovnar”
7. Í § 11 verður “kanningar og viðgerðir” broytt til: “kanningar, viðgerðir og endurvenjing”.
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2015.
Í Tinganesi, 22. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 72/2014