Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2023Nr. 68
Løgtingslóg um almennu talgildu postskipanina Mínboks
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki
§ 1. Ásetingar í hesi løgtingslóg fevna um talgilt samskifti umvegis almennu talgildu postskipanina, nevnd Mínboks, ið landsstýrismaðurin varðar av.
Allýsingar
§ 2. Í hesi løgtingslóg merkir:
1) Sendari: Almennur stovnur, løgfrøðiligur persónur ella likamligur persónur, ið sendir upplýsingar til móttakara umvegis Mínboks.
2) Móttakari: Almennur stovnur, løgfrøðiligur persónur ella likamligur persónur, ið móttekur upplýsingar frá sendara umvegis Mínboks.
3) Samskifti: Talgild sending og móttøka millum sendara og móttakara av upplýsingum, undir hesum boð, skjøl, avgerðir og fráboðanir.
4) Atkomandi: Tá ongar forðingar eru, ið móttakarin ikki er tann nærmasti at loysa.
5) Almennur stovnur: Almennir myndugleikar, stovnar, kommunur, interkommunalir felagsskapir o.tíl., fevndir av § 1, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg.
6) Løgfrøðiligur persónur: Løgfrøðilig eind við føroyskum vinnutali, v-tali, ið ikki er ein almennur stovnur, sbrt. nr. 5.
7) Likamligur persónur: Persónur við føroyskum persónstali, p-tali.
Brúkarar
§ 3. Almennir stovnar og løgfrøðiligir persónar kunnu sjálvbodnir velja at samskifta umvegis Mínboks við tí rættarvirknaði sum fylgir av § 5.
§ 4. Likamligir persónar, ið eru minst 15 ár, kunnu sjálvbodnir tekna seg til Mínboks, treytað av, at hesir hava talgildan samleika, sbrt. løgtingslóg um talgildan samleika, og góðtaka ásettar brúkstreytir til Mínboks.
Stk. 2. Almennur stovnur kann ikki krevja, at samskifti við likamligar persónar skal fara fram umvegis Mínboks, uttan so at hetta er ásett í løgtingslóg.
Rættarvirknaður
§ 5. Upplýsingar, sendar í Mínboks, roknast sum:
1) komnar fram, ta løtu upplýsingarnar eru atkomandi fyri móttakaran, og
2) at vera sendar av ásetta sendara.
Persónstalið
§ 6. Løgfrøðiligir persónar, ið samskifta umvegis Mínboks, hava heimild at fáa útflýggjað og at viðgera upplýsingar um persónstalið til eintýdda eyðmerking av móttakarum, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Fyritreyt fyri at fáa útflýggjað persónstalið, sbrt. stk. 1, er, at løgfrøðiligi persónurin frammanundan útflýggjar landsstýrismanninum uttanhýsis KT-grannskoðanarváttan, ið kann veita fullgóða trygd fyri, at hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk eru sett í verk fyri at tryggja, at óviðkomandi ikki fáa kunnleika til persónstalið, misbrúka tað ella annars ólógliga viðgera tað.
Lýsingabann
§ 7. Tað er ikki loyvt løgfrøðiligum persónum at nýta Mínboks til marknaðarføring, lýsingaátøk, o.tíl.
Stk. 2. Brot á stk. 1 verður revsað við sekt.
Stk. 3. Fyri endurtakandi brot á stk. 1 kann løgfrøðiligur persónur missa rættin til at senda umvegis Mínboks.
Dátuábyrgd
§ 8. Gjaldstovan er dátuábyrgdari fyri Mínboks og kann viðgera persónsupplýsingar um likamligar persónar í sambandi við umsiting av Mínboks.
Stk. 2. Almenni stovnurin ella løgfrøðiligi persónurin er dátuábyrgdari fyri tær persónsupplýsingar, ið viðkomandi sendir og goymir í Mínboks. Gjaldstovan er í hesum sambandi dátuviðgeri vegna dátuábyrgdaran.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um ábyrgd, uppgávur og eftirlit í sambandi við, at Gjaldstovan viðger persónsupplýsingar vegna dátuábyrgdaran, sbrt. stk. 2.
Teknisk krøv o.tíl.
§ 9. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um nýtslu av almennu talgildu postskipanini, undir hesum teknisk krøv umframt stødd og tal av fílum, sum í mesta lagi kunnu sendast í hvørjari sending.
Gildiskoma
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. mai 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 60/2022