2. mai 2001Nr. 69
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening verður í § 1, stk. 2, “og búsitandi” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 2. mai 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður