Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2022Nr. 69
Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin)
(Samtykkigrundað neyðtøka, herðing av revsing fyri neyðtøku og fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, herðing av revsing fyri blúnisbrot og forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í revsilógini, sambært lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 om straffeloven, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 22. apríl 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 216, stk. 1 verður strikað og í staðin verður sett:
“Fyri neyðtøku verður tann revsaður við fongsli í upp til 8 ár, sum hevur samlegu við persón, ið ikki samtykkir í tí. Samtykkið skal vera komið til sjóndar við orðum ella gerðum ella síggjast í tí ítøkiligu støðuni og høpinum.”
2. Í § 216 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Tá ið revsingin verður ásett, skal dentur leggjast á ta serligu skemd, ið brotsverkið hevur við sær.”
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5.
3. § 222, stk. 3 verður til § 222, stk. 2 og § 222, stk. 2 verður til § 222, stk. 3.
4. Í § 222, stk. 3, sum verður stk. 2, verður aftan á “við” sett: “at gera sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág ella við brúk av”.
5. Í § 228 verður “§ 216, stk. 1, nr. 2,” tvær staðni strikað.
6. Í § 232 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Tá ið revsingin verður ásett, skal dentur leggjast á ta serligu skemd, ið brotsverkið hevur við sær.”
7. Í § 236 a, stk. 1, nr. 1, verður “einum neyvari ásettum øki við gerningsstaðið” broytt til: “neyvari ásettum økjum, har tað er vandi fyri, at viðkomandi fer at fremja nýggj lógarbrot av sama slagi”.
8. Í § 236 a, stk. 3 verður “nærliggjandi” strikað.
9. § 236 a, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Forboð verður sett at galda í óásetta tíð. Forboð kann tó verða sett at galda í 1 til 5 ár, frá tí at endaligur dómur er sagdur.”
10. Í § 236 a, stk. 7 verður “4 mánaðir” broytt til: “2 ár”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2022.
Í Tinganesi, 5. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 81/2021