Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 13-05-2019
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Løgtingslóg 69 frá 9. mai 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

9. mai 2019Nr. 69

Løgtingslóg um talgildan samleika

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Virkisøki

§ 1. Henda løgtingslóg fevnir um umsiting og nýtslu av talgildum samleika.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av, hvør KT-loysn skal verða nýtt sum talgildur samleiki.

Allýsingar

§ 2. Í hesi løgtingslóg merkir:

1)   Talgildur samleiki: Hugtakið fevnir bæði um almennu føroysku KT-loysnina til elektroniska eyðmerking av brúkarum og til elektroniska undirskrift og um persónliga lykilin, ið brúkarin fær útflýggjaðan.

2)   Tænastuveitari: Almennur myndugleiki, stovnur o.tíl., fevndur av § 1, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg, ella løgfrøðiligur persónur, ið bjóðar fram tænastu, har talgildur samleiki verður nýttur sum elektronisk eyðmerking ella elektronisk undirskrift.

3)   Tænasta: Talgild tænasta frá tænastuveitara, ið krevur talgildan samleika til elektroniska eyðmerking av brúkarum ella elektroniska undirskrift.

4)   Brúkari: Likamligur persónur, ið nýtir talgilda samleikan til tænastu frá tænastuveitara.

5)   Elektronisk eyðmerking: Elektronisk viðgerð, ið eintýðugt veitir vissu fyri, at persónurin er tann, hann gevur seg út fyri at vera.

6)   Elektronisk undirskrift: Dátur í elektroniskum formi, ið eru viðfestar ella logiskt sambundnar við øðrum elektroniskum dátum, og sum brúkari nýtir sum undirskrift.

Rættarvirknaður

§ 3. Elektronisk undirskrift við talgildum samleika hevur sama rættarvirknað sum handskrivað undirskrift.

Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi, har serlig lógarásett formkrøv eru til undirskriftina, undir hesum krøv um handskrivaða undirskrift.

Kravd luttøka

§ 4. Almennir myndugleikar, stovnar o.tíl., fevndir av § 1, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg, skulu loyva persónum at nýta talgilda samleikan, um stovnurin veitir tænastu, ið krevur elektroniska eyðmerking av persónum ella elektroniska undirskrift.

Stk. 2. Somuleiðis skulu partafeløg, sum tað almenna hevur ræði á, loyva persónum at nýta talgilda samleikan, um stovnurin veitir tænastu, ið krevur elektroniska eyðmerking av persónum ella elektroniska undirskrift.

Stk. 3. Peningastovnar, ið virka í Føroyum, skulu loyva persónum at nýta talgilda samleikan, um peningastovnurin veitir tænastu, ið krevur elektroniska eyðmerking av persónum við líknandi loysn sum talgildi samleikin ella elektroniska undirskriftin.

Sjálvboðin luttøka

§ 5. Løgfrøðiligir persónar kunnu fáa loyvi at nýta talgilda samleikan til elektroniska eyðmerking av brúkarum og til elektroniska undirskrift, treytað av, at teir halda ásetingarnar í hesi løgtingslóg og reglur, givnar við heimild í hesi løgtingslóg.

Stk. 2. Umsókn um loyvi sambært stk. 1 verður at senda til landsstýrismannin.

Brúkarar av talgilda samleikanum

§ 6. Persónar, ið eru minst 15 ár, hava føroyskt p-tal og kunnu skjalprógva sín likamliga samleika, hava rætt at gerast brúkarar av talgilda samleikanum, treytað av, at teir lúka treytirnar, ásettar av landsstýrismanninum, sbr. § 9.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva øðrum persónum enn teimum, nevndir í stk. 1, at gerast brúkarar við fullum ella avmarkaðum rættindum til talgilda samleikan.

Umsiting av talgilda samleikanum

§ 7. Landsstýrismaðurin varðar av talgilda samleikanum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann útveita umsitingina av brúkarum og útflýggjan av talgildum lyklum til brúkarar av talgilda samleikanum til kommunur, ella til løgfrøðiligar persónar, ið eru skrásettir og staðsettir í Føroyum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá kravinum um skráseting og staðseting í Føroyum.

Stk. 4. Avgerðir, ið løgfrøðiligi persónurin tekur, eru fevndar av løgtingslóg um fyrisitingarlóg.

Innheinting av upplýsingum

§ 8. Umsitingin av talgilda samleikanum hevur heimild at heinta hesar persónsupplýsingar beinleiðis úr kundaskráum hjá veitarum av fjarskiftistænastum:

1)   Navn.

2)   Bústað.

3)   Telefonnummar.

Stk. 2. Umsitingin av talgilda samleikanum hevur heimild at heinta hesar persónsupplýsingar beinleiðis úr koyrikortsskránni hjá Akstovuni:

1)   Navn.

2)   Persónstal.

3)   Føðingardag.

4)   Føðistað.

5)   Koyrikortnummar.

6)   Tjóðskap.

7)   Mynd.

8)   Undirskrift.

9)   Útgávudag.

10) Gildi og gildistíð.

Stk. 3. Umsitingin ber kostnaðin, sum stendst av at innheinta persónsupplýsingarnar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta fleiri upplýsingar, undir hesum persónsupplýsingar, sum umsitingin fær heimild at heinta inn, sbrt. stk. 1 og 2.

Nærri reglur um umsitingina av talgilda samleikanum

§ 9. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu talgildi samleikin skal verða umsitin, undir hesum reglur um:

1)   Starvsfólk: Um hvussu skal farast fram í sambandi við útflýggjan av talgildum samleika, og hvørjar heimildir ymisku starvsfólkini hava.

2)   Tænastuveitarar: Um hvussu íbinding og nýtsla skal fara fram.

3)   Brúkarar: Brúkstreytir um, hvussu talgildi samleikin skal nýtast.

Tagnarskylda

§ 10. Persónar, ið útinna uppgávur sambært hesi løgtingslóg ella við heimild í hesi løgtingslóg, umframt onnur, ið eru teimum til hjálpar hesum viðvíkjandi, koma undir revsiábyrgd sambært §§ 152-152 f í revsilógini.

Stk. 2. Hesir persónar hava harumframt tagnarskyldu, hvat viðvíkur upplýsingu, um persónar og um KT-skipanina handan talgilda samleikan, serliga hvat viðvíkur tøkni, trygd og bygnaði, og um tilgongdir, viðlíkahald og rakstur av trygdarviðurskiftum.

Gjald

§ 11. Landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri:

1)   Luttøku hjá tænastuveitara sambært §§ 4 og 5, undir hesum íbindingargjald, rakstrargjald, tænastugjald o.tíl.

2)   Lyklabera hjá brúkara.

Talgildi samleikin uttan fyri Føroyar

§ 12. Landsstýrismaðurin kann gera avtalur við onnur lond og samveldi um viðurkenning og brúk av talgilda samleikanum og líknandi samleikaloysnum hjá hvør øðrum.

Kæra

§ 13. Avgerðir, tiknar sambært hesi løgtingslóg, ella reglum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, kunnu kærast til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleika sín sambært løgtingslógini til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.

Stk. 3. Kærumyndugleikin hevur heimild at krevja allar viðkomandi upplýsingar frá løgfrøðiligum persónum, sbr. § 7, stk. 2 og 4, ið eru neyðugar fyri kæruviðgerðina.

Revsing

§ 14. Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað ella av grovum ósketni brýtur § 4, stk. 2 og 3 og § 10.

Stk. 2. Í reglum, ásettar við heimild í § 9, kunnu verða ásettar reglur um revsing við sekt.

Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Gildiskoma

§ 15. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær §§ 3 og 4 koma í gildi.

 

 

Í Tinganesi, 9. mai 2019

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 160/2018