9. juni 1988Nr. 69
Løgtingslóg um sáttmálaeftirlit
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrisnum er heimilað at seta á stovn sáttmálastov. Sáttmálastovnurin er stovnur undir landsskrivstovuni.
§ 2. Allar umsóknir um stuðul til skipabygging verða sendar sáttmálastovninum til viðgerðar. Stovnurin skal meta um tøkniligar loysnir, prísir og allar partar í teimum byggi- og umbyggingarsáttmálum, sum liggja til grund fyri umsóknunum. Havast skulu í huga møguleikarnir at byggja á føroyskari skipasmiðju. Stovnurin skal geva landsstýrinum tilráðingar í teimum einstøku byggimálunum. Stovnurin skal hava eftirlit saman við byggiharrunum við bygging og umbygging, sum verða játtað sambært lógini. og gera endaligu virðismetingina.
§ 3. Landsstýrið ásetur í kunngerð nærri reglur fyri virki stovnsins.
§ 4. Útreiðslur av arbeiðinum hjá stovninum verða bornar av landskassanum.
§ 5. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.