Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2015Nr. 69
Løgtingslóg um at selja solariumsól til kosmetiskt endamál
(Solariumlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Allýsingar
§ 1. Í hesi løgtingslóg er at skilja:
1) Solariumsól: teknisk elektrisk skipan, sum inniheldur ultravioletta strálikeldu, sum hevur til endamáls at strála menniskju við ultraviolettum strálum.
2) Sól til kosmetiskt endamál: solariumsól, sum hevur til endamáls at strála menniskju við ultraviolettari stráling, og sum í høvuðsheitum er ætlað at gera húðina brúna.
3) Sól til medisinskt endamál: solariumsól, sum er ætlað at strála menniskju við ultraviolettum strálum við tí endamáli at viðgera sjúku.
Málsøki lógarinnar
§ 2. Løgtingslógin fevnir um solariumsól til kosmetiskt endamál.
Stk. 2. Undantikið hesi løgtingslóg er solariumsól til medisinskt endamál, sum verður veitt í sambandi við viðgerð eftir ávísing frá lækna.
Stk. 3. Fevnd av lógini eru stovnar og landsfyritøkur undir stjórnarráðunum; kommunur, kommunalir stovnar og interkommunalir stovnar og felagsskapir, sjálvsognarstovnar og grunnar, ið landið ella kommunur heilt ella partvíst antin eiga, reka og ella fíggja.
Aldursmark
§ 3. Tað er ikki loyvt at selja solariumsól til kosmetiskt endamál til persónar, yngri enn 18 ár.
Stk. 2. Er ivi um aldurin á keyparanum, kann søla bert fara fram, um keyparin skjalprógvar aldur sín við at nýta samleikaprógv við mynd, sum almennur myndugleiki hevur flýggjað út.
Støð, sum selja solariumsól til kosmetiskt endamál
§ 4. Støð, sum selja solariumsól til kosmetiskt endamál skulu hava skelti, sum upplýsa um vandar við at nýta solarium sól og um aldursmarkið. Hesi skelti skulu hanga á støðum, sum eru sjónlig hjá viðskiftafólki.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skelti, ávaringartekst og aldursmark sambært stk. 1.
§ 5. Tann, sum eigur, rekur ella ræður yvir sølustaði, sum selur solariumsól til kosmetiskt endamál, skal tryggja, at reglurnar í hesi løgtingslóg verða fylgdar.
Revsing og gildiskoma
§ 6. Brot á ásetingarnar í §§ 3-5 verður revsað við bót.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar kunnu revsast sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2015.
Í Tinganesi, 22. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 66/2014