Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mai 2005Nr. 69
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 9, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur, sum avmarka avreiðing av veiðu uttanlands, og áseta treytir í sambandi við avreiðing av fiski í Føroyum og uttanlands, heruppií hvussu stórur partur skal fara um góðkendar uppboðssølur, og áseta krøv um skjalprógv, tá veiða verður útflutt til virkingar uttanlands.”
2) § 19 verður orðað soleiðis:
“§ 19. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at tal av nýttum fiskidøgum, ella nýtslan av egnari árskvotu, skal hækkast við upp til 30%, um meira enn 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um at krevja avgjald frá eigara av fiskifari, sum ikki er undir fiskidaga-skipan, um meira enn 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan. Avgjaldið verður roknað sum 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd ov nógv beinleiðis uttanlands.
Stk. 3. Tá fiskidagar ella egin árskvota verða hækkað eftir reglum við heimild í stk. 1, verður hækkingin fyri seinasta uppgjørda tíðarskeiðið í einum fiskiári tikin av rættindunum hjá loyvishavara komandi fiskiárið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 23. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørn Kalsø (sign.)
Lm. nr. 86/2004