Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2020Nr. 69
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
(Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, løgtingslóg nr. 39 frá 8. mai 2007, løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2007, løgtingslóg nr. 52 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 104 frá 24. oktober 2012, løgtingslóg nr. 139 frá 18. desember 2013 og løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 39 verður orðað soleiðis:
“§ 39. Eyðmýkjandi, háðandi ella onnur óvirðilig viðferð er ikki loyvd.
Stk. 2. Undir stovnsuppihaldinum er ikki loyvt:
1) at revsa børn ella ung likamliga,
2) at festa børn ella ung við beltum, reimum o.ø.,
3) at læsa børn ella ung inni í einrúmi ella
4) at nýta likamligan tvingsil móti børnum ella ungum.
Stk. 3. Starvsfólk kann í bráðfeingisstøðum taka avgerð um likamligan tvingsil ella at læsa børn ella ung inni í einrúmi, um hetta er neyðsynt fyri at verja barnið, tann unga ella onnur á stovninum, og tá tað er neyðugt fyri at røkka endamálinum við uppihaldinum. Tvingsilin skal altíð lagast til umstøðurnar í einstaka málinum og skal ikki fara út um tað, ið er hægst neyðugt.
Stk. 4. Eftirlit við interneti og telefon hjá børnum ella ungum á samdøgursstovni er ikki loyvt.
Stk. 5. Leiðslan á stovninum kann leggja tilmæli um eftirlit og forðan av nýtsluni av interneti og telefon hjá børnum og ungum fyri tvingsilsnevndina sambært ásetingunum í § 17 í løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.
Stk. 6. Inntriv sambært stk. 3 skulu skrásetast og fráboðast sambært §§ 27 og 28 í løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.”
2. Aftan á § 64, men áðrenn yvirskiftina yvir § 65, verður sett:
“Tvingsilsnevndin
§ 64 a. Avgerðir, tiknar sambært § 39, stk. 3, kunnu innan 4 vikur kærast til tvingsilsnevndina sambært § 30, stk. 2 í løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.”
3. Yvirskriftin yvir § 65 verður orðað soleiðis:
“Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum”
4. § 65, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tær avgerðir, i𠧧 64 og 64 a ikki fevna um, men sum eru tiknar av myndugleikum sambært hesi løgtingslóg, kunnu innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum. Kærunevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað.”
5. Í § 65, stk. 3 verður “almannamálum” broytt til: “almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.
Í Tinganesi, 25. mai 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 83/2019