Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mai 2011Nr. 69
Løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina og tryggingarlógina, sum broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012
(fylgibroytingar til vinnufelagslógina)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í kongligari fyriskipan nr. 1355 frá 9. desember 2007 om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven, sum broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 2, 2. pkt. verður “lov om aktieselskaber som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning, lov om anpartsselskaber som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “vinnufelagslógin”.
2) § 7, stk. 1, nr. 4 verður “Aktieselskaber, der følger reglerne for statslige aktieselskaber, jf. § 2 a, stk. 2 i aktieselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “Partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, sbr. § 303 í vinnufelagslógini” og eftir “afsnit V” sett: “sbr. tó § 7 a.”.
3) Í § 7, stk. 3, nr. 3 verður “§ 178 i aktieselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “§ 143 í vinnufelagslógini”.
4) Eftir § 7 verður sett í kapittul 1:
“Undantøk fyri dótturfeløg hjá landspartafeløgum
§ 7 a. Serligu reglurnar í hesi lóg fyri landspartafeløg verða ikki nýttar fyri dótturfeløg hjá landspartafeløgum.”
5) § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Felagsins leiðsla, jvb. skjal 1, A, nr. 5, skal lata ársfrásøgn fyri virkið.”
6) Í § 8, stk. 2, 1. pkt. verður “pågældende” broytt til: “ábyrgu”.
7) Í § 9, stk. 2 verður “almenn partafeløg” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, sbr. § 303 í vinnufelagslógini”.
8) Í § 15, stk. 4, 2. pkt. verður “aktieselskaber, der følger reglerne for statslige aktieselskaber, jf. § 2 a, stk. 2, i aktieselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, jvb. § 303 í vinnufelagslógini”.
9) § 35 verður strikað.
10) Eftir § 35, sum verður strikað, verður sett:
“§ 35 a. Parta- og smápartafeløg og partnarafeløg, ið veita lán, trygd ella aðra fíggjarliga hjálp sambært § 206, stk. 2 og § 214, stk. 1 í vinnufelagslógini, skulu umflokka eina upphædd samsvarandi við lánið, trygdina ella ta fíggjarligu hjálpina frá postinum Flutt yvirskot, ella øðrum posti undir eginognini, ið kann verða nýttur til vinningsbýti, til postin Tiltøkupeningur fyri lánum og trygdum. Hesin tiltøkupeningurin kann ikki eliminerast við virkisins undirskoti ella verða minkaður á annan hátt. Tiltøkupeningurin skal tó minkast ella strikast í tann mun, lánið, trygdin ella fíggjarligi studningurin verður minkaður ella verður fingin av vegnum.
Stk. 2. Trygd, sum er veitt í stríð við §§ 206 og 210 í vinnufelagslógini, er fevnd av stk. 1, um so er, at trygdarveitingin er bindandi fyri felagið, jvb § 215, stk. 3 í vinnufelagslógini.
§ 35 b. Parta- og smápartafeløg og partnarafeløg, har tann teknaði virkiskapitalurin ikki er inngoldin til fulnar, skulu
1) rokna virkiskapital, sum ikki er inngoldin til fulnar, uppí sum ágóða, jvb. allýsingina av ogn í fylgiskjali 1, C, nr. 1, sbr. stk. 2, ella
2) uttan mun til allýsingina av ogn í fylgiskjali 1, C, nr. 1 týðiliga draga frá eina upphædd samsvarandi við virkiskapital, sum ikki er inngoldin til fulnar, undir virkiskapitalinum, jvb. stk. 3.
Stk. 2. Við bruttopresentasjón, smr. stk. 1, nr. 1, skal virkið umflokka eina upphædd samsvarandi við ikki inngoldnan virkiskapital frá postinum Flutt yvirskot ella einum øðrum posti, ið kann brúkast til vinningsbýti undir eginognini, til postin Tiltakspeningur fyri ikki inngoldnan virkiskapital. Hesin tiltakspeningurin kann ikki eliminerast við virkisins undirskoti ella minkast á annan hátt.Tó skal tiltakspeningurin strikast ella minkast í tann mun, virkiskapitalurin verður inngoldin til virkið.
Stk. 3. Við nettopresentasjón, jvb. stk. 1, nr. 2, skal virkið umflokka eina upphædd samsvarandi við ikki inngoldnan virkiskapital frá postinum Flutt yvirskot ella einum øðrum posti, ið ikki kann brúkast til vinningsbýti undir eginognini, til postin Tiltakspeningur fyri ikki inngoldnan virkiskapital. Hesin tiltakspeningur kann ikki eliminerast við virkisins undirskoti ella minkast á annan hátt. Tó skal tiltakspeningurin strikast ella minkast í tann mun, virkiskapitalurin verður inngoldin til fyritøkuna.”
11) Eftir § 51, stk. 2 verður sett:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, ið víkja frá stk. 1 og 2, fyri virki, sum áður hava latið ársfrásøgn eftir einum øðrum regluverki enn hesari lóg í tann mun, tað er neyðugt til tess at lætta umskifti til nýtsluna av hesi lóg.”
12) § 74 verður strikað.
13) Í § 102 verður nýtt stykki sett inn eftir stk. 1:
“Stk. 2. Partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, sbr. § 303 í vinnufelagslógini, sum hava virðisbrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, skulu fylgja reglunum fyri virki, sum hava virðisbrøv upptikin til handils á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi, tá hesar reglur víkja frá reglunum í hesi lóg viðvíkjandi landspartafeløgum.”
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
14) Í § 106 a, stk. 2 verður “bestyrelse og” broytt til: ”virkisins”.
15) § 107, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Upplýsast skal um tey leiðslustørv, sum limir í leiðsluni hava í øðrum vinnurekandi virkjum, undantikið teimun dótturfeløgum, sum partafelagið eigur 100 prosent. Er viðkomandi bæði limur í leiðsluni hjá einum øðrum móðurfelagi og í einum ella fleiri av tess dótturfeløgum, sum móðurfelagið eigur 100 prosent, er tað uttan mun til 1. pkt. nóg mikið at upplýsa navnið á móðurfelagnum og talið av tess dótturfeløgunum, har viðkomandi er limur í leiðsluni.”
16) Í § 107 a, stk. 1, nr. 3 verður “bestyrelse” broytt til: “evstu leiðslu”.
17) § 107 a, stk. 1, nr. 4 verður orðað soleiðis:
“4) Heimildir hjá leiðsluni, serliga viðvíkjandi møguleikanum fyri at geva partabrøv út, jvb. § 155 í vinnufelagslógini, ella fyri at ogna sær egin partabrøv, jvb. § 198 í vinnufelagslógini.”
18) Í § 107 c, stk. 1 verður ”Almenn partafeløg, t.e. partafeløg, ið eru fevnd av reglum, settum sbrt. § 2 a í partafelagslógini”, broytt til: “Partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, jvb. § 303 í vinnufelagslógini”, og orðini “og sum ikki hava virðisbrøv, ið eru upptikin til handil á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi” verða strikað.
19) Í § 107 c, stk. 2, 1. pkt. verður ”almenn partafeløg” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, smb. § 303 í vinnufelagslógini”, og orðini ”sum ikki hava virðisbrøv upptikin til handil á einum reguleraðum marknaði í einum ES/EBS-landi” verða strikað.
20) § 107 c, stk. 3 verður strikað.
21) Yvirskriftin framman fyri § 108 verður orðað soleiðis:
“Serligar reglur fyri partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg”.
22) Í § 108 verður “Har Erhvervs- og Selskabsstyrelsen i medfør af § 2 a, stk. 2 i aktieselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning fastsat regler om, at visse aktieselskaber skal følge reglerne for statslige aktieselskaber, kan styrelsen” broytt til: “Landsstýrismaðurin kann seta ásetingar, sum undantaka frá teimum serligu reglunum, ið galda fyri partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, sbr.§ 303 í vinnufelagslógini,”.
23) Í § 128, stk. 4, 1. pkt. verður “§ 102, stk. 2” broytt til: “§ 102, stk. 3”, og í stk. 4, 3. pkt. verður “almenn partafeløg, sbr. § 107 c” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, sbr.§ 303 í vinnufelagslógini, sbr. § 107 c.”
24) Í yvirskriftini undir Afsnit VII (frammanfyri Kapittul 16) verður “almenn partafeløg” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg”.
25) Yvirskriftin undir kapitel 16 (frammanfyri § 131) verður orðað soleiðis:
“Gerð av hálvársfrásøgn fyri partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg”.
26) Í § 131, stk. 1, 1. pkt. verður “statslige aktieselskaber, jf. § 2 a, stk. 2, i aktieselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “landspartafeløg, jvb. § 303 í vinnufelagslógini”.
27) § 131, stk. 1, 3. pkt. verður strikað.
28) Í 131, stk. 2 verður “statslige aktieselskaber” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, jvb. § 303 í vinnufelagslógini”.
29) Í § 134, nr. 4 verður “bestyrelsen” broytt til: “felagsins evsta leiðsla”.
30) Í § 135, stk. 5, pkt. 1 verður “§ 1” strikað, og staðin verður sett: “stk. 1”.
31) Í § 138, stk. 1 verður eftir 2. pkt. sett:
“Landsstýrismaðurin kann víkja frá freistini í 2. pkt. og áseta eina longri freist fyri virkir, ið eru fevnd av roknskaparflokki B og C, og sum lata inn ársfrágreiðingina elektróniskt eftir reglum, sum eru settar sambært § 155, stk. 2”.
32) Í § 138, stk. 1, 3. pkt., ið verður 4. pkt., verður eftir “ikke” sett: “meira”.
33) Í § 139, stk. 2 og § 154, stk. 1 verður “indledende og” strikað.
34) Yvirskriftin framman fyri § 148 verður orðað soleiðis:
“Innlatan av hálvársfrásøgn fyri partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, jvb. § 303 í vinnufelagslógini”.
35) Í § 148, stk. 1 verður ”statslige aktieselskaber, jf. § 2 a, stk. 2, i aktieselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: ”partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, jvb § 303 í vinnufelagslógini”.
36) Í § 148 a, 3. pkt. verður “medlemmerne af virksomhedens bestyrelse og direktion” broytt til: “limirnir í virkisleiðsluni”.
37) Í § 150, stk. 1, 1. pkt. verður “virksomhedens ledelse” broytt til: “evsta virkisleiðslan”.
38) Í § 150, stk. 3 verður sett inn sum 4. pkt.:
“Um ársfrásøgn ella undantaksváttan hjá einum íognarfelag ella einum kommanditfelag, jvb. § 3, stk. 1, nr. 2 ikki er móttikin innan freistina, sum er nevnd í 1. pkt., kann Skráseting Føroya taka avgerð um at strika skrásetingina av íognarfelagnum ella kommanditfelagnum av listanum hjá skrásetingini yvir virkin feløg sambært reglunum um hetta í “lov om visse erhvervsdrivende virksomheder”.”
39) Í § 151, stk. 1, verða orðini “pålægger den færøske registreringsmyndighed” strikað, og í staðin verður sett: “kann Skráseting Føroya”, og orðið “ansvarlige” verður strikað.
40) § 153 verður orðað soleiðis:
“§ 153. Tá tað í hesi lóg ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð skal verða framd í seinasta lagi eitt ávíst tal av døgnum, vikum, mánaðum ella árum eftir, at ein nærri ásett hending hevur verið, verður freistin at fremja gerðina roknað frá degnum eftir, at henda hending hevur verið.
Stk. 2. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í vikum, er freistin at fremja gerðina farin vikudagin eftir tann dag, tá hendingin var.
Stk. 3. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í mánaðum, er freistin at fremja gerðina farin mánaðardagin eftir tann dag, tá ásetta hendingin var. Um ásetta hendingin var seinasta dagin í mánaðinum, ella um freistin gongur út ein mánaðardag, sum ikki er til, er freistin altíð seinasta dagin í mánaðinum, líkamikið hvussu langur mánaðurin er.
Stk. 4. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í árum, er freistin at fremja gerðina farin ársdagin eftir tann dag, tá ásetta hendingin var.
Stk. 5. Um freistin gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag skal gerðin fremjast í seinasta lagi fyrsta gerandisdag eftir hetta.”
41) Í yvirskriftini undir kapitel 20 (oman fyri) § 154 verður “statslige aktieselskaber” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, jvb. § 303 í vinnufelagslógini”.
42) Í § 154, stk. 1 og § 155, stk. 3 verður “aktieselskaber, der følger reglerne for statslige aktieselskaber, jf. § 2 a, stk. 2, i aktieselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, jvb § 303 í vinnufelagslógini”.
43) Í yvirskriftini oman fyri § 158 verður “statslige aktieselskaber” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, jvb. § 303 í vinnufelagslógini”.
44) Í § 158 verður “statslige aktieselskaber, jf. § 2 a, stk. 2, i aktieselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “partafeløg, sum fylgja reglunum fyri landspartafeløg, sbr. § 303 í vinnufelagslógini”.
45) Í § 159, stk. 1 verður “statslige aktieselskaber, jf. § 2 a, stk. 2, i aktieselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “landspartafeløg,” og “anpartsselskabsloven som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” verður strikað.
46) Í § 159 a, stk. 6, 4. pkt. verður “virksomhedens bestyrelse, direktion eller lignende ansvarligt organ” broytt til: “limir í virkisleiðsluni”.
47) Í § 162, stk. 1 verður “bestyrelse, direktion eller lignende ansvarligt organ” broytt til: “leiðsla”.
48) Fylgiskjal 1, A, nr. 4 verður orðað soleiðis:
“4. Landspartafeløg:
Eitt partafelag, har landið hevur sama samband til felagið, sum móðurfelag til dótturfelag, sbr. § 303, sbr. §§ 6 og 7 í vinnufelagslógini.”
49) Í fylgiskjali 1, A verður eftir nr. 4 sett:
“5. Virkisleiðslan:
Limirnir í teimum ábyrgdu leiðslustovnum, sum taka sær av ávikavist evstu leiðsluni og dagligu leiðsluni eftir teimum lógum, viðtøkum, avtalum ella siðvenjum, ið eru galdandi fyri virkið. Í virkjum, sum hava ein eftirlitsstovn ella eftirlitisráð, er eftirlitsstovnurin ella eftirlitisráðið umfatað av teimum ásetingum, sum eru galdandi fyri evstu leiðsluna. Er tað ikki ein serstøk leiðsla í virkinum, eru persónligu ábyrgdu eigararnir at meta sum ábyrgda leiðslan.”
Nr. 5 og 6 verða eftir hetta nr. 6 og 7.
50) Fylgiskjal 1, B verður orðað soleiðis:
“B. Samtøkur v.m.
1.Samtøka:
Eitt móðurvirki og øll dótturvirkir.
2. Móðurvirki:
Eitt virki, ið hevur avgerandi ávirkan á eitt ella fleiri dótturvirkir.
Eitt dótturvirki kann bert hava eitt beinleiðis móðurvirki. Um fleiri virkir lúka treytirnar í nr. 4, er tað bert tað virkið, sum veruliga kann útinna avgerandi ávirkan á virkisins fíggjarligu og rakstrarligu avgerðir, ið kann metast at vera móðurvirki.
3. Dótturvirki:
Eitt virki, har móðurvirkið hevur avgerandi ávirkan.
4. Avgerandi ávirkan í mun til eitt dótturvirki:
Avgerandi ávirkan er heimildin til at stýra fíggjarligum og rakstrarligum avgerðum.
Tað er avgerandi ávirkan í mun til eitt dótturvirki, tá móðurvirkið, beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum dótturvirkið, eigur meira enn helvtina av atkvøðurættinum í einum virki uttan so, at tað í serligum føri greitt kann vísast á, at hesi eigaraviðurskifti ikki hava avgerandi ávirkan.
Um eitt móðurvirki ikki eigur meira enn helvtina av atkvøðurættinum í einum virki, er tað avgerandi ávirkan, um móðurvirkið hevur:
1) ræðisrætt yvir meira enn helvtini av atkvøðurættinum gjøgnum avtalu við aðrar íleggjarar,
2) heimild at stýra teimum fíggjarligu og rakstrarligu viðurskiftunum í einum virki sambært viðtøkum ella avtalu,
3) heimild at tilnevna ella seta frá meirilutan av limunum í evstu leiðsluni, og henda leiðsla hevur avgerandi ávirkanina í virkinum, ella
4) ræðisrættin yvir veruliga meirilutanum av atkvøðunum á aðalfundinum, ella í felagsstovni, ið sammetast kann við aðalfundin, og tískil hevur ta veruligu avgerandi ávirkanina í virkinum.
Møgulig atkvøðurættindi og virknaðurin av møguligum atkvøðurættindum, heruppií tekningarrættir og keypsoptiónir til kapitalpartar, sum beinleiðis kunnu nýtast ella leggjast um, skulu takast við í metingina um, hvørt eitt virki hevur avgerandi ávirkan.
Tá atkvøðurættir verða gjørdir upp í einum dótturvirki, skal síggjast burtur frá atkvøðurættindum, ið eru knýtt at kapitalpørtum, ið dótturvirkið ella dótturvirkir hennara eiga.
5. Assosierað virki:
Eitt virki, ið ikki er eitt dótturvirki, men í hvørjum eitt annað virki og tess dótturvirkir hava týðandi ávirkan á virkisins rakstarligu og fíggjarligu leiðslu. Eitt virki verður mett at hava týðandi ávirkan, um virkið og tess dótturvirkir saman eiga 20 prosent ella meira av atkvøðurættindunum.
6. Atknýtt virki:
Virkisins dótturvirki, tess móðurvirki og tess dótturvirki.”
50) Í Fylgiskjali 2, 1. Skema fyri fíggjarstøðu í kontuformi (roknskaparflokkur B, C og D), SKULD, EGINPENINGUR, IV. Annar tiltakspeningur, verður eftir nr. 2 sett:
“3. Tiltakspeningur fyri útlán og trygdarveiting.
4. Tiltakspeningur fyri ikki inngoldnan virkiskapital.”
Nr. 3-5 verða hereftir nr. 5-7.
52) Í Fylgiskjali 2, 2. Skema fyri fíggjarstøðu í frásagnarformi (roknskaparflokkur B, C og D), EGINOGN, IV. Annar tiltakspeningur, verður eftir nr. 2 sett:
“3.Tiltakspeningur fyri útlán og trygdarveiting.
4. Tiltakspeningur fyri ikki inngoldnan virkiskapital.”
Nr. 3-5 verða hereftir nr. 5-7.
§ 2
Í kongligari fyriskipan nr. 1114 frá 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Allastaðni í lógini verður “Erhvervs- og selskabsstyrelsens edb-informationssystem” og “styrelsens edb-informationssystem” broytt til: “kt-skipan Skráseting Føroya”.
2) § 1, stk. 2, verður “lov om aktieselskaber som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning, lov om anpartsselskaber som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “vinnufelagslógini”
3) Í § 1, stk. 3, nr. 3 verður “lov om aktieselskaber § 2, stk. 2, jf. stk. 4 og 5, som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “§§ 6 og 7 í vinnufelagslógini”
4) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Eitt kommanditfelag er at skilja sum eitt virki, har ein ella fleiri luttakarar, nevndir komplementarar, hefta persónliga og uttan avmarking og, um teir eru fleiri, solidariskt fyri virkisins skyldum, meðan ein ella fleiri luttakarar, kallaðir kommanditistar, hefta avmarkað fyri virkisins skyldum. Fyri kommanditfeløg, sum eru stovnað eftir 1. januar 2008, skulu teir luttakarar, sum hefta uttan avmarking, hava fyrisitingarligar og fíggjarligar heimildir.”
5) Í § 3 verður sett sum 2. pkt.:
“Tað er harumframt ein treyt, at virkisluttakararnir ikki kunnu atkvøða og fáa vinning í mun til sín part av kapitalinum, og at møguleiki skal vera fyri skiftandi luttakaratali.”
6) §§ 10-17 verða strikaðar og í staðin verður sett:
“§ 10. Upplýsingar, sum skulu skrásetast eftir hesi lóg, skulu verða tiknar við í kt-skipan Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at rættarstovnandi avgerðin er tikin, um ikki annað er ásett í hesi lóg. Um fráboðarin ikki sjálvur skipar fyri skrásetingini í kt-skipan Skráseting Føroya, skal fráboðan verða móttikin hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 2 vikur eftir, at rættarstovnandi avgerðin er tikin. Verða freistirnar í stk. 1 og 2 ikki hildnar, kann skráseting ikki verða framd.
Stk. 2. Skyldan at tryggja, at skráseting verður framd, ella at fráboðan við endamálinum at skráseta verður send Skráseting Føroya, er hjá høvuðsleiðslu felagsins.
Stk. 3. Stk. 1 og 2 verða at nýta á sama hátt fyri almannakunngering av skjølum og øðrum boðum v.m., sum skulu almannakunngerast í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 4. Virkið skal gera eina viðtøku, sum skal leggjast saman við fráboðanini um skráseting av stovnanini.
§ 11. Limirnir í leiðsluni í einum virki, sum er fevnt av hesi lóg, skulu skrásetast í kt-skipan Skráseting Føroya. Somuleiðis skal skrásetast, hvør hevur tekningarrættin fyri virkið. Harumframt verða tiknar upp upplýsingar um navn virkisins, bústað, heimstaðarkommunu, endamál og roknskaparár. Skal virkið gera ársfrágreiðing eftir § 3, stk. 1, nr. 4 í ársroknskaparlógini, skal eisini navn grannskoðaranna takast við í skránna.
Stk. 2. Fráboðan um og broytingar viðvíkjandi einum møguligum aðalfundarvaldum grannskoðara, sum skal grannskoða ársfrágreiðingina, jvb. § 144 í vinnufelagslógini, skal verða skrásett í Skráseting Føroya. Um grannskoðaraskifti fer fram, áðrenn starvstíðin er endað, skal saman við fráboðanini vera ein gjøllig frágreiðing frá høvuðsleiðsuni um orsøkina til, at starvstíðin er endað.
§ 12. Eitt kommanditfelag ella eitt íognarfelag skal verða strikað í skránni hjá Skráseting Føroya, um
1) virkið boðar frá, at ein av íognarunum ávikavist komplementarunum ikki longur er kapitalfelag ella felag við samsvarandi rættarformi,
2) leiðsla ella grannskoðari ikki eru skrásett fyri eitt virki, og hesi viðurskifti ikki eru fingin í rættlag í seinasta lagi, tá ein freist, ásett av Skráseting Føroya, er farin, ella
3) leiðslan ikki hevur sent Skráseting Føroya ársfrágreiðing ella undantaksváttan eftir ásetingunum um hetta í ársroknskaparlógini.
Stk. 2. Gerst greitt, eftir at felagið er strikað, at tey viðurskifti, sum hava ført til, at felagið varð strikað, ikki longur eru galdandi, kann íognarfelagið ella kommanditfelagið, jvb. stk. 3, biðja Skráseting Føroya um at endurskráseta virkið. Skráseting Føroya kann áseta nærri reglur um endurskráseting av teimum virkjum, sum eru nevnd í stk. 3.
Stk. 3. Er eitt virki ikki longur fevnt av lógini, jvb. § 1, stk. 1, og verður tað ikki likviderað, jvb. § 20, skal hetta verða fráboðað eftir stk. 1. Saman við fráboðanini skal sendast ein váttan, gjørd av einum løggildum ella skrásettum gannskoðara, um, at virkið uttan iva er solvent. Skráseting Føroya strikar virkið, tá henda váttan er fingin til vega.
§ 13. Fráboðanir, roknskapir og onnur skjøl, sum Skráseting Føroya fær, og brøv, úrskriftir og onnur skjøl, sum Skráseting Føroya letur, kunnu vera bæði í pappírsformi og í elektróniskum formi, jvb. tó stk. 2. Uttan mun til formin, eru skjølini rættarliga javnmett. Har tað í hesi lóg verður kravt, at eitt skjal skal vera undirskrivað, kann hetta krav verða lokið við persónligari undirskrift, við maskinelt endurgivnari undirskrift ella við talgildum ella samsvarandi signaturi.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann áseta reglur um
1) nýtslu, fráboðan og skráseting, undir hesum, hvørji viðurskifti fráboðari ella onnur, sjálvi kunnu ella skulu skráseta,
2) almannakunngering av skjølum og øðrum boðum, undir hesum hvørji skjøl v.m. fráboðari sjálvur kann ella skal skráseta í kt-skipan Skráseting Føroya,
3) elektróniska innsendan av skjølum, sum Skráseting Føroya móttekur eftir hesi lóg, undir hesum, hvussu innsendanin fer fram, um krøv til nýttu elektrónisku skipanirnar og um nýtsluna av elektróniskum signaturi,
4) hvørjar upplýsingar, ið skulu almannakunngerast skjótast til ber,
5) um upplýsingarnar v.m. eru alment atkomuligar,
6) gjøld fyri fráboðan, fyri úrskriftir, fyri almannakunngering, fyri nýtsluna av kt-skipan Skráseting Føroya og fyri rykkjaraskriv, um goldið verður ov seint, og
7) rindan av árligum gjaldi fyri umsiting av vinufelagarættarligu reglunum viðvíkjandi kapitaltapi v.m. og fyri veitingar, har serligur kostnaður ikki er ásettur.
§ 14. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um málskrav til tey skjalprógv, ið verða latin inn í sambandi við skrásetingar ella fráboðanir í kapitalfeløgum.
Stk. 2. Skráseting Føroya ásetur reglur um, at sjálvboðin skráseting og almannakunngering av vinnufelagsupplýsingum kann fara fram á øllum almennum ES málium, umframt ta kravdu almannakunngeringina á einum av teimum málum, ið eru loyvd eftir stk. 1.
Stk. 3. Um samsvar ikki er millum tey skjøl og tær upplýsingar, sum verða kravd skrásett og fráboðað, jvb. stk. 1, og umsetingar av hesum, sum sjálvboðið eru umsettar og almannakunngjørdar, kann felagið ikki nýta umsetingina mótvegis triðjamanni. Triðimaður kann hinvegin gera tann sjálvbodna almannakunngjørda tekstin galdandi mótvegis felagnum uttan so, at prógvað verður, at triðimaður kendi ta útgávuna, ið var kravd skrásett og almannakunngjørd í kt-skipan Skráseting Føroya. § 12 er ikki galdandi fyri skjøl, ið sjálvboðin eru almannakunngjørd.
Skráseting
§ 15. Skráseting Føroya førir yvirlit yvir tey virkir, ið eru skrásett sambært hesi lóg. Skráseting og almannakunngering eftir hesi lóg fer fram í kt-skipan Skráseting Føroya.
Stk. 2. Upplýsingar, ið eru almannakunngjørdar í kt-skipanini, eru at meta sum kendar fyri triðjamanni. 1. pkt. er tó ikki galdandi fyri tiltøk, ið eru framd í seinasta lagi 16. dagin eftir almannakunngeringina uttan so, at prógvað verður, at triðimaður ikki hevur kunnað havt kunnleika til tey almannakunngjørdu viðurskiftini.
Stk. 3. So leingi almannakunngering í kt-skipanini ikki er farin fram, kunnu viðurskifti, ið skulu skrásetast og almannakunngerast, ikki gerast galdandi ímóti triðjamanni uttan so, at tað verður prógvað, at triðimaður hevði kunnleika til hesi viðurskifti. At tílík viðurskifti ikki eru almannakunngjørd forða ikki fyri, at triðimaður kann gera hesi galdandi.
§ 15 a. Skráseting er ikki loyvd, um tað, ið ætlandi skal skásetast, er í stríð við hesa lóg, reglur, ið eru ásettar við heimild í hesi lóg, ella eftir viðtøkum virkisins, ella um avgerðin, ið er grundarlag fyri skrásetingini, ikki er tikin í samsvari við ásetingar í hesi lóg, við reglur, ásettar við heimild í hesi lóg ella við tað, sum ásett er í viðtøkum felagsins.
Stk. 2. Tann, sum skrásetir viðurskifti í kt-skipan Skráseting Føroya, ella sum letur inn fráboðan um hesi viðurskifti til kt-skipan Skráseting Føroya, borgar fyri, at skrásetingin ella fráboðanin er lógliga framd, heruppií at hóskandi fulltrú er tøk, og at skjalprógvini í sambandi við skrásetingina ella fráboðanina eru galdandi.
§ 15 b. Verður Skráseting Føroya varug við, at skeivleikar eru viðvíkjandi viðurskiftum, ið eru fráboðað, og at hesir skeivleikar kunnu verða rættaðir við aðalfundaravgerð ella við avgerð høvuðsleiðslustovni virkisins, ásetur Skrásetingin eina freist at rætta viðurskiftini. Skráseting kann ikki verða framd, um slíkir skeivleikar ikki eru rættaðir, tá freistin er farin.
Stk. 2. Fráboðari skal hava skrivlig boð um, at skrásetingin ikki verður framd, og grundgeving fyri, hví so er.
Stk. 3. Verður Skráseting Føroya varug við, at ivamál er um ognarrættin til partarnar í einum virki við avmarkaðari ábyrgd, kann Skrásetingin avgera, at skrásetingar eftir § 12 ikki kunnu verða framdar, áðrenn greiða er fingin um hesi viðurskifti. Fráboðarin skal hava skrivlig boð um, at skrásetingin ikki verður framd, og grundgeving fyri, hví so er. Skráseting Føroya kann harumframt í kt-skipanini almannakunngera eina grundgeving fyri avgerð síni.
Stk. 4. Skráseting Føroya kann í teimum førum, ið eru fevnd av stk. 3, harumframt skráseta fráfaring leiðslunnar.
§ 15 c. Skráseting Føroya kann frá fráboðara krevja tær upplýsingar, ið eru neyðugar til tess at taka støðu til, um lógin og viðtøkur virkisins eru hildnar.
Stk. 2. Við skráseting og fráboðan eftir reglum, ásettar við heimild í hesum kapitli, kann Skráseting Føroya í upp til 3 ár eftir skrásetingardagsetingina krevja váttan fyri, at skrásetingin ella fráboðanin er lógliga framd. Skráseting Føroya kann í serligum førum krevja grannskoðanarváttan um, at fíggjarligu tiltøkini í sambandi við skrásetingina ella fráboðanina eru lóglig. Verða treytirnar eftir 1. og 2. pkt. ikki loknar, ásetur Skráseting Føroya eina freist at vátta hesi viðurskifti. Er tílík váttan ikki fingin til vega, áðrenn freistin er farin, kann skrásetingin skipa fyri, at virkið verður avtikið eftir ásetingunum í § 21.
§ 15 d. Upplýsingar um navn, starv el. yrki og bústað leiðslunnar skulu til eina og hvørja tíð síggjast í kt-skipan Skráseting Føroya. Hetta er eisini galdandi fyri avtikin virkir. Skráseting Føroya kann áseta reglur um, at ávísar upplýsingar ikki skulu síggjast.
Stk. 2. Dagføringar av persónsupplýsingum eftir stk. 1 halda uppat 10 ár eftir, at viðkomandi persónur ikki longur er skrásettur í einum virki, sum er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya.
§ 15 e. Er nakar av teirri fatan, at ein skráseting er til skaða fyri viðkomandi, skal málið um løggildi skrásetingannar avgerast av dómstólinum.
Stk. 2. Sakarmál um hetta skal verða lagt móti virkinum í seinasta lagi 6 mánaðir eftir almannakunngeringina av skrásetingini í kt-skipan Skráseting Føroya. Rætturin sendir Skráseting Føroya útskrift av dóminum, sum síðani í kt-skipan síni almannakunnger upplýsingar um úrslitið av málinum.
Stk. 3. Aðrar avgerðir, tiknar av Skráseting Føroya eftir lógini, ella eftir reglum, ásettar við heimild í lógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
Stk. 4. Avgerðir hjá Skráseting Føroya eftir § 15b og avgerðir, sum eru tiknar í sambandi við, at farið er út um tær freistir, sum eru ásettar í § 10, stk. 2 og 4, og § 15b, umframt avgerðir eftir § 20 og § 21, stk. 1, kunnu tó ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Freistir
§ 16. Tá tað í hesi lóg ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð kann ella skal fremjast eitt ávíst tal av døgum, vikum, mánaðum ella árum, áðrenn ein nærri ásett hending verður, verður freistin at fremja gerðina roknað frá degnum fyri hesi nærri ásettu hending.
Stk. 2. Um freistin at fremja gerðina gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, skal gerðin fremjast í seinasta lagi seinasta gerandisdag frammanundan.
Stk. 3. Tá tað í hesi lóg, ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð ella ein avgerð í fyrsta lagi kann verða framd eitt ávíst tal av døgum, vikum, mánaðum og árum eftir, at ein nærri ásett hending er farin fram, verður freistin at fremja gerðina ella avgerðina roknað frá degnum eftir hesa nærri ásettu hending. Gerðin ella avgerðin kann í fyrsta lagi verða framd dagin eftir, at freistin er farin.
§ 16 a. Tá tað í hesi lóg ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð skal verða framd í seinasta lagi eitt ávíst tal av døgnum, vikum, mánaðum ella árum eftir, at ein nærri ásett hending hevur verið, verður freistin at fremja gerðina roknað frá degnum eftir, at henda hending hevur verið.
Stk. 2. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í vikum, er freistin at fremja gerðina farin vikudagin eftir tann dag, tá hendingin var.
Stk. 3. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í mánaðum, er freistin at fremja gerðina farin mánaðardagin eftir tann dag, tá ásetta hendingin var. Um ásetta hendingin var seinasta dagin í mánaðinum, ella um freistin gongur út ein mánaðardag, sum ikki er til, er freistin altíð seinasta dagin í mánaðinum, líkamikið hvussu langur mánaðurin er.
Stk. 4. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í árum, er freistin at fremja gerðina farin ársdagin eftir tann dag, tá ásetta hendingin var.
Stk. 5. Um freistin gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, skal gerðin fremjast í seinasta lagi fyrsta gerandisdag eftir hetta.”
7) Í § 20 verður “kapitel 14 i lov om aktieselskaber som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “kapittul 14 í vinnufelagslógini”.
8) Í § 21, stk. 1 verður “§ 11, stk. 2, 2. pkt.,” broytt til: “§ 12, stk. 2, 2. pkt.”
9) Í § 21, stk. 2, verður “§ 117 i lov om aktieselskaber som ikraftsat på Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “§§ 226-229 í vinnufelagslógini”
10) Í § 21 a, stk. 2 verður “aktieselskabslovens kapitel 15 som ikraftsat på Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “tær reglur í kapittli 15 í vinnufelagslógini, sum galda fyri smápartafeløg”.
11) Í § 21 b, stk. 2, verður “aktieselskabslovens kapitel 15 som ikraftsat på Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “tær reglur í kapittli 15 í vinnufelagslógini, sum galda fyri smápartafeløg”.
12) Í § 23, stk. 1 verður “§§ 11 og 12” broytt til: “§§ 12 og 15 c.”
§ 3
Í kongligari fyriskipan nr. 1113 frá 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Allastaðni í lógini verða “Erhvervs- og Selskabsstyrelsens edb-informationssystem” og “styrelsens edb-informationssystem” broytt til: “kt-skipan Skráseting Føroya”.
2) Í § 1, stk. 2, nr. 3 verður “lov om aktieselskaber som ikraftsat for Færøerne § 2, stk. 2, jf. stk. 4 og 5” broytt til: “§§ 3 og 4 í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (vinnufelagslógin)”.
3) § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 22. Ásetingarnar í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og reglur, settar við heimild í hesi lóg, um val av starvsfólkaumboðum, verða at nýta samsvarandi fyri ein vinnurekandi grunn og dótturfeløg hansara við neyðugum tillagingum. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi gera serligar reglur fyri felaga- og samtøkuumboðan í vinnurekandi grunnum. Starvsfólkavaldir nevndarlimir luttaka bert í málum, sum ikki viðvíkja virkinum, um so er, at hetta er ásett í viðtøkunum. Í tann mun nýggir nevndarlimir skulu tilnevnast av nevndini, luttaka starvsfólkavaldu nevndarlimirnir ikki í tilnevningini uttan so, at annað er ásett í viðtøkunum.”
4) Í § 50, stk. 2, verður “kapitel 15 i lov om aktieselskaber som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning” broytt til: “15. kapittul í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg”.
5) § 53 a verður orðað soleiðis:
“§ 53 a. Tá tað í hesi lóg ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð kann ella skal fremjast ávíst tal av døgum, vikum, mánaðum ella árum, áðrenn ein nærri hending verður, verður freistin at fremja gerðina roknað frá degnum fyri hesi nærri ásettu hending.
Stk. 2. Um freistin at fremja gerðina gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, flaggdag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, skal gerðin fremjast í seinasta lagi seinasta gerandisdag frammanundan.
Stk. 3. Tá tað í hesi lóg ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð ella ein avgerð í fyrsta lagi kann verða framd eitt ávíst tal av døgum, vikum, mánaðum og árum eftir, at ein nærri ásett hending er farin fram, verður freistin at fremja gerðina ella avgerðina roknað frá degnum eftir hesa nærri ásettu hending. Gerðin ella avgerðin kann í fyrsta lagi verða framd dagin eftir, at freistin er farin.”
6) Eftir § 53 a verður sett:
“§ 53 b. Tá tað í hesi lóg, ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð skal verða framd í seinasta lagi eitt ávíst tal av døgnum, vikum, mánaðum ella árum eftir, at ein nærri ásett hending hevur verið, verður freistin at fremja gerðina roknað frá degnum eftir, at henda hending hevur verið, jvb. stk. 2-4.
Stk. 2. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í vikum, er freistin at fremja gerðina farin vikudagin eftir tann dag, tá hendingin var.
Stk. 3. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í mánaðum, er freistin at fremja gerðina farin mánaðardagin eftir tann dag, tá hendingin var. Um hendingin var seinasta dagin í mánaðinum, ella um freistin gongur út ein mánaðardag, sum ikki er til, er freistin altíð seinasta dagin í mánaðinum, líkamikið hvussu langur mánaðurin er.
Stk. 4. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í árum, er freistin at fremja gerðina farin ársdagin eftir tann dag, tá hendingin var.
Stk. 5. Um freistin gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, skal gerðin fremjast í seinasta lagi fyrsta gerandisdag eftir hetta.”
7) § 56, stk. 3 verður orðað soleiðis:
”Stk. 3. Skráseting Føroya kann avgera, at skráseting og almannakunngering skal fara fram í kt-skipan Skráseting Føroya. Upplýsingar, sum eru almannakunngjørdar í kt-skipanini, verða mettar at vera komnar til kunnleika hjá triðjamanni.”
§ 4
Í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin) verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 13, stk. 5 verður eftir 2. pkt sum nýtt 3. pkt. sett:
“Í feløgum við tvístreingjaðari leiðslu verða 1. og 2. pkt. nýtt samsvarandi fyri høvuðsleiðsluna og limir í eftirlitsráðnum.”
2) Í § 20 verður eftir stk. 3 sett:
“Stk. 4. Í feløgum við tvístreingjaðari leiðslu fevnir virkisins leiðsla bæði um limir í høvuðsleiðsluni og limir í eftirlitsráðnum.”
3) § 29, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Í grannskoðanarbólkinum skulu vera persónar, sum eru limir í eftirlitsráðnum ella í nevndini, sum ikki samstundis eru í stjórnini.”
4) § 29, stk. 3-6 verður orðað soleiðis:
”Stk. 3. Í virkjum, sum hava sett ein grannskoðanarbólk, skal uppskotið hjá evstu leiðsluni um val av grannskoðara vera grundað á eitt tilmæli frá grannskoðanarbólkinum.
Stk. 4. Virkir, sum stk. 1, 1. pkt. fevnir um, kunnu tó velja at lata samlaðu evstu leiðsluna útinna virksemið hjá grannskoðanarbólkinum. Hetta er tó treytað av, at eingin nevndarlimur samstundis er limur í stjórnini, og í minsta lagi ein limur í evstu leiðsluni bæði er óheftur av virkinum og hevur førleikar innan roknskap ella grannskoðan.
Stk. 5. Hóast ásetingina í stk. 4 kunnu virkir, ið eru fevnd av stk. 1, 1. pkt., velja at lata samlaðu evstu leiðsluna útinna virksemið hjá grannskoðanarbólkinum, um nevndarformaðurin ikki er limur í stjórnini, og um virkið í tveimum fylgjandi roknskaparárum á javnatíðspunktinum ikki fer upp um tvær av hesum treytum:
1) 250 starvsfólk í fulltíðarstarvi,
2) ein javna upp á 43 mió. evrur ella
3) ein nettoumsetning upp á 50 mió. evrur.
Stk. 6. Í virkjum, har tann samlaða evsta leiðslan fremur virksemið hjá grannskoðanarbólkinum, sbr. stk. 4 og 5, skal hetta standa í ársfrásøgnini.”
5) § 50 verður orðað soleiðis:
“§ 50. Tá tað í hesi lóg ella í reglum, ásettar við heimild í hesi lóg, er ásett, at ein gerð skal verða framd í seinasta lagi eitt ávíst tal av døgnum, vikum, mánaðum ella árum eftir, at ein nærri ásett hending hevur verið, verður freistin at fremja gerðina roknað frá degnum eftir, at henda hending hevur verið, jvb. stk. 2-4.
Stk. 2. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í vikum, er freistin at fremja gerðina farin vikudagin eftir tann dag, tá hendingin var.
Stk. 3. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í mánaðum, er freistin at fremja gerðina farin mánaðardagin eftir tann dag, tá hendingin var. Um hendingin var seinasta dagin í mánaðinum, ella um freistin gongur út ein mánaðardag, sum ikki er til, er freistin altíð seinasta dagin í mánaðinum, líkamikið hvussu langur mánaðurin er.
Stk. 4. Er freistin, jvb. stk. 1, ásett í árum, er freistin at fremja gerðina farin ársdagin eftir tann dag, tá hendingin var.
Stk. 5. Um freistin gongur út í einum vikuskifti, á einum halgidegi, grundlógardag, jólaaftansdag ella nýggjársaftansdag, skal gerðin fremjast í seinasta lagi fyrsta gerandisdag eftir hetta.”
§ 5 1)
Í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 3, § 22, stk. 6 verður “partafelagslógini” broytt til: “vinnufelagslógini”.
2) Í § 4, stk. 2 verður ”partafelagslógini” broytt til: ”vinnufelagslógini” og ”§ 49, stk. 3, í partafelagslógini” broytt til: ”§ 141 í vinnufelagslógini”.
3) § 5, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“5) Móðurfelag:
Eitt felag, sum hevur eitt ella fleiri dótturfeløg.”
4) § 5, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) Dótturfelag:
Eitt felag, har eitt móðurfelag hevur avgerandi ávirkan.”
5) § 5, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis:
”3) Samtøka:
Eitt móðurfelag og dótturfeløg hjá hesum, jvb. § 5 a.”
6) § 5, stk. 6 verður strikað, og stk. 7 og 8 verða stk. 6 og 7.
7) Eftir § 5 verður sett:
”Samtøkur
§ 5 a. Eitt móðurfelag er saman við einum ella fleiri dótturfeløgum ein samtøka. Eitt felag kann bert hava eitt beinleiðis móðurfelag. Um fleiri feløg lúka eina ella fleiri av treytunum í § 5 b, er tað bert tað felagið, ið veruliga útinnir avgerandi ávirkanina á fíggjar- og rakstrarligu avgerðir felagsins, ið verður roknað sum móðurfelag.
§ 5 b. Avgerandi ávirkanin er at skilja sum heimildin at stýra fíggjarligum og rakstrarligum avgerðum hjá einum dótturfelag.
Stk. 2. Tað er avgerandi í mun til eitt dótturfelag, tá móðurfelagið, beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum dótturfelagið, eigur meira enn helvtina av atkvøðurættinum í einum felag uttan so, at tað í serligum føri greitt kann vísast á, at hesi eigaraviðurskifti ikki hava avgerandi ávirkan.
Stk.3. Um eitt móðurfelag ikki eigur meira enn helvtina av atkvøðurættinum í einum felag, er tað avgerandi ávirkan, um móðurfelagið hevur:
1) Ræðisrætt yvir meira enn helvtini av atkvøðurættinum gjøgnum avtalu við aðrar íleggjarar,
2) heimild at stýra teimum fíggjarligu og rakstrarligu viðurskiftunum í einum felag sambært viðtøku ella avtalu,
3) heimild at tilnevna ella seta frá meirilutan av limunum í evstu leiðsluni, og henda leiðsla hevur avgerandi ávirkanina í felagnum, ella
4) ræðisrættin yvir faktiska meirilutanum av atkvøðunum á aðalfundinum, ella í felagastovni, ið sammetast kann við aðalfundin, og tískil hevur ta veruligu avgerandi ávirkanina í felagnum.
Stk. 4. Møgulig atkvøðurættindi og virknaðurin av møguligum atkvøðurættindum, heruppií tekningarrættir og keypsoptiónir til kapitalpartar, sum beinleiðis kunnu nýtast ella leggjast um, skulu takast við í metingina um, hvørt eitt felag hevur avgerandi ávirkan.
Stk. 5. Tá atkvøðurættir verða gjørdir upp í einum dótturfelag, skal síggjast burtur frá atkvøðurættindum, ið eru knýtt at kapitalpørtum, ið dótturfelagið ella dótturfeløg tess eiga.”
8) Í § 7, stk. 4 verður “§ 153, stk. 2-6 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 27, stk. 2, §§ 28-30 og § 299 í partafelagslógini”.
9) Í § 8 verður sum stk. 2 sett:
”Stk. 2. Tryggingarfeløg, nevnd í stk. 1, skulu hava nevnd og stjórn.”
10) § 9 verður orðað soleiðis:
“§ 9. Partapeningurin í tryggingarfeløgum skal allur verða fult inngoldin. Immateriel ogn kann ikki verða nýtt til tess at gjalda partapening í tryggingarfelagnum.”
11) Eftir § 9 verður sum stk. 2 sett:
”Stk. 2. Í tryggingarfeløgum kann partapeningurin ikki uppbýtast í partabrævaflokkar við ymiskum atkvøðuvirði.”
12) Í § 9 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Eitt fíggjarfelag kann ikki ímóti viðurgjaldi til ognar ella sum pant ogna sær egin partabrøv, um áljóðandi virðið av samlaðu innistøðuni av partabrøvum hjá felagnum og tess dótturfeløgum við hesum fer upp um 10 %. Upp í loyvdu innistøðuna av egnum partabrøvum verða roknað partabrøv, sum triðipersónur hevur ognað sær í egnum navni, men fyri rokning felagsins.”
13) Í § 17, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2 verður ”partafelagslógini” broytt til: ”vinnufelagslógini”.
14) Í § 17, stk. 1, 1. pkt. verður ”§§ 3-13 í partafelagslógini” broytt til: ”kapittul 3 í vinnufelagslógini”.
15) Í § 17, stk. 2 verður ”partafelagslógini” broytt til: ”vinnufelagslógini”.
16) § 17, stk. 3 verður strikað.
17) Í § 51 verður ”§ 60, stk. 2 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 135, stk. 2 í vinnufelagslógini”.
18) Í § 53 verður ”§ 72, stk. 2 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 92, stk. 2 og 3 í vinnufelagslógini”.
19) Í § 58, stk. 1, pkt. 3 verður ”at vera til staðar” broytt til: ”at luttaka”.
20) Í § 63 verður ”partafelagslógini” broytt til: ”vinnufelagslógini”.
21) Í § 67, stk. 1 verður ”§ 43 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 178 í vinnufelagslógini”.
22) Í § 67, stk. 2 verður ”§ 48 a í partafelagslógini” broytt til: ”§ 199 í vinnufelagslógini”.
23) Í § 69, stk. 1 verður ”§ 4 í partafelagslógini” broytt til: ”§§ 25 og 26 í vinnufelagslógini”.
24) Í 70, stk. 1 verður ”§ 38 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 159 í vinnufelagslógini”.
25) § 71, stk. 1 verður orðað soleiðis:
”Við teimum tillagingum og frávikum, sum ganga fram av ásetingunum í hesi lóg, verða §§ 86 og 87, § 88, stk. 1 og 3, §§ 92 og 93, 95, 100-102 og 104, § 111, stk. 1, nr. 1 og stk. 2 og 4, §§ 112-122, 124-127, 128, 131, 133-141, 143 og 309 í vinnufelagslógini at nýta samsvarandi fyri sínámillum tryggingarfeløg.”
26) Í 71, stk. 3 verður ”§ 65, stk. 2, § 66, § 71, § 73, stk. 6, § 74, § 75, stk. 1 og 3, § 76, stk. 2, § 80 og § 81 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 76, stk. 5, § 79, stk. 1-4, § 80, § 89, stk. 1 og 2, § 90, § 97, § 100, § 101, stk. 1 og 2, §§ 107, 108, 125 og 126 í vinnufelagslógini”.
27) Í § 71, stk. 5 verður ”§§ 112 og 113 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 180, stk. 1, og § 194 í vinnufelagslógini”.
28) Í § 73, stk. 2 verður ”§ 49, stk. 6 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 120, stk. 1 og 3 í vinnufelagslógini”.
29) Í § 127, stk. 8 verður ”§§ 82-85 í partafelagslógini” broytt til: ”§§ 144-149 í vinnufelagslógini”.
30) Í § 129 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. § 242, pkt. 2, § 256, pkt. 3, § 257, stk. 2, § 260, pkt. 2, § 277, pkt. 2, § 294, stk. 2, og § 297, pkt. 2 í vinnufelagslógini verða at nýta samsvarandi fyri samanleggingar, fevndar av stk. 1.”
Stk. 2-7 verða eftir hetta stk. 3-8.
31) Í § 129, stk. 2, sum verður stk. 3, verður ”kapitli 15 í partafelagslógini” broytt til: “kapitli 15 í vinnufelagslógini”.
32) Í § 129, stk. 4, sum verður stk. 5, verður ”stk. 3” broytt til: ”stk. 4”.
33) § 129, stk. 7, sum verður stk. 8, verður orðað soleiðis:
”Stk. 8. Samanleggingarætlanir, kloyvingarætlanir og váttan frá metingarfólkunum eftir § 242 og § 243 í vinnufelagslógini skulu fyri tryggingarfeløg í seinasta lagi 4 vikur eftir, at samanleggingarætlanin er undirskrivað, verða send Tryggingareftirlitinum, sum almannakunnger samanleggingarætlanina, kloyvingarætlanina og váttanina hjá metingarfólkunum.”
34) Í § 130, stk. 1 verður ”§§ 134 a-134 k í partafelagslógini” broytt til: ”§§ 237-253 og 271-290 í vinnufelagslógini”.
35) Í § 130, stk. 2 verður ”§ 134 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 236 í vinnufelagslógini”.
36) Í § 136, stk. 1 verður ”§ 116, stk. 1, í partafelagslógini” broytt til: ”§ 217 í vinnufelagslógini”.
37) Í § 148, stk. 1 verður ”Kapittul 14 í partafelagslógini” broytt til: ”Kapittul 14 í vinnufelagslógini”.
38) Í § 161, stk. 1 verður ”§ 3 í partafelagslógini” broytt til: ”§§ 21 og 22 í vinnufelagslógini”.
39) Í § 168, stk. 2 verður ”sbr. partafelagslógina § 109a, stk. 3, nr. 1,” broytt til: ”jvb. § 183, stk. 2 í vinnufelagslógini”.
40) Í § 173, stk 1 verður ”harumframt reglurnar í partafelagslógini §§ 3 og 5, § 6, stk. 1 og 3-5, §§ 7-10 og § 11, stk. 1 og 3” strikað.
41) § 174, stk. 2-5 og §§ 175, 176 og 178 verða strikaðar.
42) Í § 205, stk. 1 verður ”§ 33 a í partafelagslógini” broytt til: ”§ 161 í vinnufelagslógini”.
43) Í § 215, stk. 1 verður ”§ 52, stk. 1 í partafelagslógini” broytt til: ”§ 112 í vinnufelagslógini”.
§ 6
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.
Tórshavn, 27. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 43/2010
1) Broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 20. desember 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Í løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011 um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðanarlógina og tryggingarlógina verður § 5 strikað”