16. januar 1990Nr. 7
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í § 1, stk. 2, pkt. 1) í løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar verður gjørd henda broyting:
“Gymnasiala útbúgving í Gøtudali í Eysturoy” verður broytt til: “Gymnasiala útbúgving á Kambsdali.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 16. januar 1990
J. Sundstein (sign.)
løgmaður
/ Signar Hansen (sign.)