1. juni 2011Nr. 70
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 106 frá 12. desember 2006 um broyting í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2010 um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a., verður ”1. juni 2011” broytt til ”1. januar 2012”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 1. juni 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 198/2010