6. mai 2003Nr. 70
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Kommunuskattur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður § 46, stk. 1 orðað soleiðis:
“Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá ið landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2003 til 31. desember 2003 verður tó eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0 – 21.000 kr., og frá 1. januar 2004 verður eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0 – 22.000 kr.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003
Tórshavn, 6. mai 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 67/2002