Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mai 2019Nr. 70
Løgtingslóg um Virkisskrá
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki
§ 1. Landsstýrismaðurin setir á stovn og hevur ábyrgdina av at umsita KT skipan við skrá við grundardátum um eindir í Føroyum, í hesi løgtingslóg nevnd Virkisskráin.
§ 2. Virkisskráin skal:
1) innihalda grundardátur um løgfrøðiligar eindir, sbrt. § 3, framleiðslueindir og undirframleiðslueindir, sbrt. § 4,
2) tilluta skrásettu løgfrøðiligu eindunum, framleiðslueindunum og undirframleiðslueindunum eintýtt eyðmerkingartal, sbrt. §§ 5 og 6, og
3) gera grundardátur tøkar, sbrt. §§ 15 og 16.
Allýsingar
§ 3. Ein løgfrøðilig eind skal í hesi løgtingslóg skiljast sum:
1) Ein likamligur persónur, sum er sjálvstøðugt vinnurekandi og hevur ein umsetning yvir 30.000 kr., ella sum er arbeiðsgevari.
2) Ein løgfrøðiligur persónur ella deild undir útlendskum løgfrøðiligum persóni.
3) Stjórnarráð og stovnur undir hesum, umframt:
a) Serligur grunnur o.a., so sum Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, Búnaðargrunnurin, Frítíðargrunnurin, Granskingargrunnurin, Húsalánsgrunnurin, Mentanargrunnur Landsins, Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir og Vinnuframi.
b) Sjálvsognarstovnur, ið er á fíggjarlógini javnbjóðis landsstovnunum.
c) Ríkisstovnur.
d) Sendistova.
4) Kommuna.
5) Kommunalt samstarv.
§ 4. Ein framleiðslueind skal í hesi løgtingslóg skiljast sum:
1) Tað høvuðsvirksemi, ið framt verður av løgfrøðiligari eind, har alt virksemið verður framt á ella frá somu fysisku adressu sum adressan hjá løgfrøðiligu eindini.
2) Tað høvuðsvirksemi, ið er á hvørjari einstakari adressu, um ein løgfrøðilig eind hevur virksemi, ið framt verður á ella frá fleiri fysiskum adressum.
Stk. 2. Ein undirframleiðslueind skal í hesi løgtingslóg skiljast sum, hvørt einstakt virksemi, um ein framleiðslueind hevur fleiri virksemi, ið framt verður á ella frá somu fysisku adressu.
Eintýdd eyðmerking
§ 5. Løgfrøðiligar eindir fáa tillutað eintýtt eyðmerkingartal í Virkisskránni, V-tal.
§ 6. Framleiðslueindir fáa tillutað eitt eintýtt eyðmerkingartal, F-tal, ið verður knýtt til V-talið fyri løgfrøðiligu eindina, ið tað hoyrir til.
Stk. 2. Undirframleiðslueindir fáa tillutað eitt eintýtt eyðmerkingartal, UF-tal, ið verður knýtt til F-talið fyri framleiðslueindina, ið tað hoyrir til.
Grundardátur úr øðrum skráum
§ 7. Virkisskráin hevur heimild at heinta og útflýggja grundardátur úr skráum hjá TAKS og Skráseting Føroya, undir hesum eisini upplýsingar, hesar skráir hava fingið úr fólkayvirlitinum.
Stk. 2. Virkisskráin hevur heimild at heinta og útflýggja grundardátur úr fólkayvirlitinum.
Grundardátur í Virkisskránni
§ 8. Fyri løgfrøðiligar eindir verða hesar grundardátur skrásettar í Virkisskránni:
1) V-tal.
2) Navn og hjánøvn.
3) Virkisháttur.
4) Byrjanardagfesting.
5) Møgulig uppathaldsdagfesting.
6) Adressa.
7) Navn, adressa og p-tal hjá stjórn.
8) Navn, adressa og p-tal hjá nevnd.
9) Grannskoðari.
10) Geiri.
11) Vinnugrein og møgulig hjávinnugrein.
12) Starvsfólkatal.
13) F-tal fyri atknýttar framleiðslueindir.
14) Samskiftisupplýsingar.
15) Møguligt skrásetingarnummar.
16) Mvg skylda.
Stk. 2. Fyri framleiðslueindir verða hesar grundardátur skrásettar í Virkisskránni:
1) F-tal.
2) V-tal, ið framleiðslueindin er knýtt at.
3) Navn ella nevni.
4) Byrjanardagfesting.
5) Møgulig uppathaldsdagfesting.
6) Adressa.
7) Navn, adressa og p-tal hjá stjórn.
8) Vinnugrein og møgulig hjávinnugrein.
9) Starvsfólkatal.
10) Samskiftisupplýsingar.
11) UF-tal fyri atknýttar undirframleiðslueindir.
Stk. 3. Fyri undirframleiðslueindir verða hesar grundardátur skrásettar í Virkisskránni:
1) UF-tal.
2) F-tal, ið undirframleiðslueindin er knýtt at.
3) Navn ella nevni.
4) Byrjanardagfesting.
5) Møgulig uppathaldsdagfesting.
6) Adressa.
7) Navn, adressa og p-tal hjá stjórn.
8) Vinnugrein.
9) Starvsfólkatal.
10) Samskiftisupplýsingar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um at frítaka ávísar løgfrøðiligar eindir sbrt. § 3, nr. 2 heilt ella lutvíst frá, at grundardátur verða skrásettar og viðlíkahildnar í Virkisskránni.
Viðlíkahald av grundardátum
§ 9. Fyri løgfrøðiligar eindir, sum tilskilaðar í § 3, nr. 1, verða grundardátur í Virkisskránni viðlíkahildnar av TAKS.
Stk. 2. Fyri løgfrøðiligar eindir, sum tilskilaðar í § 3, nr. 2, verða grundardátur í Virkisskránni viðlíkahildnar av TAKS og Skráseting Føroya í felag.
Stk. 3. Fyri løgfrøðiligar eindir, sum tilskilaðar í § 3, nr. 3-5, verða grundardátur í Virkisskránni viðlíkahildnar av Hagstovuni.
Stk. 4. Fyri framleiðslueindir og undirframleiðslueindir, sum tilskilaðar í § 4, verða grundardátur í Virkisskránni viðlíkahildnar av Hagstovuni.
§ 10. Aðrir almennir stovnar, enn teir nevndu í § 9, kunnu eftir avtalu við ábyrgdara av viðlíkahaldi, sbrt. § 9, og umsitara av Virkisskránni viðlíkahalda grundardátur um løgfrøðiligar eindir, framleiðslueindir og undirframleiðslueindir í Virkisskránni.
§ 11. Skráseting av løgfrøðiligum eindum, sbrt. § 3, fer fram hjá rætta myndugleika, men sjálvgreiðsla til at skráseta eindir, broyta grundardátur um eindir og at strika grundardátur um eindir kann fara fram umvegis Virkisskránna, um hetta annars ikki er í ósamsvari við galdandi lóggávu á økinum.
Krøv til almennar stovnar
§ 12. Almennir stovnar skulu í øllum viðurskiftum, tá ið umræður løgfrøðiligu eindina, nýta V-talið, sbrt. § 5, og í øllum viðurskiftum, tá ið umræður framleiðslueindina, nýta F-talið, sbrt. § 6, stk. 1.
§ 13. Almennir stovnar skulu heinta grundardátur, sbrt. § 8, úr Virkisskránni.
Fráboðan av grundardátum
§ 14. Løgfrøðiligar eindir, sbrt. § 3, skulu lata og dagføra grundardátur, sbrt. § 8, stk. 1 og 2, til Virkisskránna, um annað ikki er álagt í aðrari lóggávu.
Stk. 2. Løgfrøðiligar eindir, sbrt. § 3, skulu eftir áheitan frá Hagstovuni fráboða hvørja einstaka undirframleiðslueind, samsvarandi § 4, stk. 2, innan eina av Hagstovuni ásetta freist.
Atgongd til grundardátur
§ 15. Øll kunnu fáa útflýggjað grundardátur úr Virkisskránni, tó við teim undantøkum og treytum, nevndar í stk. 2-6 ella í aðrari lóggávu.
Stk. 2. P-tøl skulu bert útflýggjast úr Virkisskránni til almennar stovnar, fevndir av § 1, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg.
Stk. 3. Dagføring av persónsupplýsingum sbrt. § 8, stk.1, nr. 7 og 8 og § 8, stk. 2, nr. 7, steðgar 10 ár eftir, at viðkomandi persónur gerst óvirkin í eindum, skrásettar í Virkisskránni.
Stk. 4. Grundardátur um tal av starvsfólki skulu bert í støddarbólkum útflýggjast til privat.
Stk. 5. Almennir stovnar, ið hava fingið grundardátur úr Virkisskránni, skulu í sambandi við víðarigeving av hesum lúka ásetingar í stk. 4 og 6 og § 16, stk. 2.
Stk. 6. Almennir stovnar, ið hava fingið p-tøl úr Virkisskránni, kunnu bert lata p-tølini víðari til aðrar almennar stovnar ella privat, tá ið hetta er heimilað í lóg, ella við loyvi samsvarandi § 31, stk. 1 í løgtingslóg um fólkayvirlit.
Lýsingavernd
§ 16. Við fráboðan kunnu løgfrøðiligar eindir tilskila sær lýsingavernd. Tað merkir, at uttan nágreiniliga heimild í lóg, í reglum við heimild í lóg ella samtykki, kunnu grundardátur um viðkomandi eind í Virkisskránni ikki nýtast í samband við marknaðarføring.
Stk. 2. Grundardátur, ið eru móttiknar við frámerki um lýsingavernd, skulu ikki nýtast ella víðarigevast í ósamsvari við stk. 1.
Revsing
§ 17. Tann, ið tilætlað ella av grovum ósketni brýtur ásetingina í § 16, stk. 2, verður revsaður við sekt.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 18. Hendan løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær §§ 13 og 14 koma í gildi.
Í Tinganesi, 9. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 132/2018