Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2023Nr. 70
Løgtingslóg um náttúruvernd
(Náttúruverndarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Endamál og gildisøki o.a.
Endamálið við løgtingslógini
§ 1. Endamálið við løgtingslógini er at røkja margfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki nú og í framtíðini.
Gildisøki
§ 2. Løgtingslógin fevnir um føroyskt landøki, eisini áir, vøtn, ósar og løkir, og føroyskt sjóumveldi.
Allýsingar
§ 3. Í hesi løgtingslógini skulu hesi hugtøkini skiljast soleiðis:
1) Fremmand lívvera: lívvera, sum ikki hoyrir til nakað slag ella nakran stovn, sum finst natúrliga á staðnum.
2) Heysting: at henta ella savna inn plantur ella plantupartar, eisini ber og fruktir, í útilívi og vinnu.
3) Innflutningur: at føra í land úr økjum uttan fyri gildisøkið hjá løgtingslógini.
4) Lívmargfeldi: margfeldið av vistskipanum, sløgum og ílegubrigdum innan fyri sløgini og tey vistfrøðiligu sambondini teirra millum.
5) Lívvera: einstaklingur av plantum, dýrum og smáverum, íroknaðir allir partar, sum kunnu nørast ella flyta ílegutilfar.
6) Náttúrumargfeldi: lívmargfeldi, landslagsmargfeldi og jarðfrøðimargfeldi, sum ikki í høvuðsheitum er úrslit av mannaávirkan.
7) Náttúruslag: einsháttað slag av náttúru, sum fevnir um allar livandi lívverur og umhvørvistættirnar, sum har virka, ella serstøk sløg av náttúrufyribrigdum umframt serstøk sløg av jarðfrøðiligum fyribrigdum.
8) Plantur: leggstreingjaplantur, mosi, algur, soppar og skónir.
9) Slag: eftir lívfrøðiligum metingarstøði avgjørdur bólkur av livandi lívverum.
10) Stovnur: bólkur av einstaklingum av sama slag, sum um somu tíð livir í einum avmarkaðum øki.
11) Tøka: øll avlíving ella burturtøka úr náttúruni av heilum lívverum ella pørtum av lívverum, sama hvat endamálið er.
12) Útseting: at seta út, tilvitað at sleppa út ella at tveita sum burturkast lívverur í náttúruna ella í eina afturlatna skipan, har ið eingin vissa er fyri, at tær ikki sleppa út.
13) Vistfrøðiligt nyttuøki: øki, mørkini kunnu broytast við tíðini, sum hevur vistfrøðiligan týdning fyri eitt slag, til dømis sum gýtingarøki, vakstrarøki, øki, har ið fuglur søkir sær føði, ferðingarleið, hamskiftisøki, náttarhvíldarøki, makingarøki, yngliøki, vetrartilhaldsøki ella búøki.
14) Vistfrøðiligur standur: støða og gongd við atliti at nyttu, bygnaði og framleidni, har ið eitt náttúruslag finst, í mun til ítøkiligar ávirkanartættir.
15) Vistskipan: ein meira ella minni greidliga avmarkað og einsháttað náttúruskipan, har ið plantusamfeløg, dýrasamfeløg og smáverusamfeløg virka í samanspæli sínámillum og við umhvørvið, sum ikki er livandi.
Almenn fyrilitsskylda
§ 4. Øll hava skyldu til at fara fram við fyriliti og gera tað, sum rímiligt er, til, at náttúrumargfeldið ikki verður fyri skaða. Verður virkað sambært loyvi frá almennum myndugleika, er fyrilitsskyldan at rokna sum lokin, um fyritreytirnar fyri loyvinum framvegis eru til staðar.
Onnur týðandi samfelagsáhugamál
§ 5. Tiltøk eftir hesi løgtingslógini skulu vigast upp ímóti øðrum týðandi samfelagsáhugamálum.
Kapittul 2
Fyrisiting av dýrasløgum og plantusløgum
Fyrisitingarmeginregla
§ 6. Veiða og onnur tøka av dýrum, sum natúrliga liva vill, kann bara fara fram sambært lóg ella avgerð við heimild í lóg.
Stk. 2. Heysting og onnur tøka av villum plantum er loyvd, tá ið hon ikki hóttir stovnin á staðnum ella er avmarkað við lóg ella við heimild í lóg.
Stk. 3. Gagnnýtsla og onnur tøka av livandi tilfeingi í føroyskum sjógvi og áum, vøtnum, ósum og løkum verður skipað sambært løgtingslóg um sjófeingi.
Tøka eftir meting hjá landsstýrismanninum
§ 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur ella taka fyrisitingarliga avgerð um at loyva tøku av dýrum, sum natúrliga liva vill:
1) til at verja plantur, dýr og vistskipanir, sum finnast natúrliga í náttúruni,
2) til at verja fyri skaða á grøði, húsdýr, fisk, vatn ella aðra ogn,
3) til at tryggja almenn heilsufyrilit og trygdarfyrilit ella onnur týðandi almenn áhugamál,
4) til at endurreisa stovnar,
5) til gransking, undirvísing ella flokkanarvirksemi, ella
6) tá ið talan er um fremmandar lívverur.
Stk. 2. Tøka eftir stk. 1, nr. 1-5, kann bara loyvast, um hon ikki hóttir lívførið hjá stovninum ella tað ikki ber til at røkka endamálinum á annan nøktandi hátt. Landsstýrismaðurin kann leggja treytir við einum loyvi til tøku.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann av sínum eintingum seta í verk tøku við endamálunum, sum nevnd eru í stk. 1, nr. 1-6, sbr. stk. 2. Tøkan kann um neyðugt fara fram á ognini hjá øðrum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri slíkari tøku.
Tøka av ryggleysum dýrum
§ 8. Um ikki annað er ásett, er loyvt at:
1) avlíva ryggleys dýr, sum eru til ónáðir ella skaða,
2) avlíva fremmand ryggleys dýr og
3) taka ryggleys dýr, um tað ikki hóttir stovnin í økinum.
Stk. 2. Tá ið landsstýrismaðurin setur í verk tiltak eftir stk. 1, nr. 1 ella 2, kann hetta um neyðugt fara fram á fastogn hjá øðrum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur ella taka avgerð um tøku av ryggleysum landdýrum.
Stk. 4. Gagnnýtsla og onnur tøka av villum ryggleysum dýrum í føroyskum sjógvi og áum, vøtnum, ósum og løkum verður skipað sambært løgtingslóg um sjófeingi.
Tøka av plantum
§ 9. § 6, stk. 2, er ikki til hindurs fyri, at plantur verða burturtiknar til at verja fyri skaða á heilsuna hjá fólki og dýrum, á grøði ella aðra ogn, til at taka burtur fremmandar lívverur ella til at røkja týðandi samfelagsáhugamál.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann á ognini hjá øðrum seta tiltøk í verk til at verja fyri skaða sum nevndum í stk. 1 og taka stig til burturtøku til at verja natúrlig sløg og vistskipanir.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur ella taka avgerð um heysting ella aðra tøku av plantum, sum ikki er fevnd av reglum í ella hevur heimild í aðrari lóg.
Stk. 4. Gagnnýtsla og onnur tøka av villum plantum í føroyskum sjógvi og áum, vøtnum, ósum og løkum verður skipað sambært løgtingslóg um sjófeingi.
Vard sløg
§ 10. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð útnevna nærri tilskilað sløg sum vard. Tá ið avgerð verður tikin hesum viðvíkjandi, skal stórur dentur leggjast á:
1) stovnsstøðuna ella stovnsgongdina hjá slagnum,
2) um slagið hevur munandi part av síni natúrligu útbreiðslu ella ílegusereyðkennir í Føroyum, ella
3) um altjóða skyldur eru knýttar at slagnum.
Innihaldið í verndini
§ 11. Í kunngerð um vard sløg eftir § 10, stk. 1, kann landsstýrismaðurin:
1) Áseta forboð fyri allari tøku, skaða á ella oyðilegging av einum vardum slag ella ávísum stovnum av einum vardum slag, og at reglurnar í §§ 6-9 bara skulu galda, í tann mun sum kunngerðin ásetur.
2) Áseta reglur fyri vernd av ávísum sløgum av vistfrøðiligum nyttuøkjum, sum eru minni í vavi. Fyrilitini, sum áløgd verða, skulu ikki hava munandi ampa við sær fyri brúk, sum er í gongd. Seta fyrilitini tilsamans avmarkingar, sum hava munandi ampa og miss við sær, kann jarðareigarin krevja, at økið verður vart eftir kapitli 4, ella at undantak verður gjørt eftir stk. 4. Ásetingin er ikki galdandi í sjónum.
3) Áseta krøv um at gera greiðu fyri, hvørjar avleiðingar ætlað inntriv í tey vistfrøðiligu nyttuøkini hjá einum slag hava fyri slagið, eisini um at gera greiðu fyri øðrum vistfrøðiligum nyttuøkjum, sum kunnu gera sítt til at tryggja, at slagið verður vart.
Stk. 2. Kunngerðin kann áseta reglur um røktartiltøk í samsvari við § 28, tá ið tað krevst til at verja slagið.
Stk. 3. Verða sambært stk. 1, nr. 2, reglur ásettar um vernd av ávísum sløgum av vistfrøðiligum nyttuøkjum hjá vardum sløgum, har ið virkin røkt ella aðrar atgerðir eru ein fyritreyt fyri at røkja økið, kann landsstýrismaðurin leggja fram virkisætlan til at tryggja slík økir. Tað almenna kann gera nærri avtalu við jarðareigara, rættindahavara ella onnur um at røkja eitt vistfrøðiligt nyttuøki hjá vardum sløgum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kunngerð eftir § 10, um tað ikki ger stovnsstøðuna ella stovnsgongdina hjá slagnum verri, ella um týðandi samfelagsáhugamál gera tað neyðugt.
Handil o.a.
§ 12. Til at verja dýrasløg og plantusløg, sum natúrliga liva vill, kann landsstýrismaðurin áseta reglur fyri innflutningi, útflutningi, flutningi, sølu og varðveitslu ella ognarhaldi av livandi ella deyðum eintøkum ella pørtum av slíkum sløgum.
Kapittul 3
Fremmandar lívverur
Fyrilitskrav
§ 13. Tann, sum hevur ábyrgdina, tá ið livandi ella lívførar lívverur verða settar út í náttúruna, skal fara fram við fyriliti og, alt tað er gjørligt, royna at forða fyri, at útsetingin fær skaðiligar avleiðingar fyri lívmargfeldið. Verður sett út sambært loyvi frá almennum myndugleika, er fyrilitskravið at rokna sum lokið, um fyritreytirnar fyri loyvinum framvegis eru til staðar.
Stk. 2. Tann, sum fer undir virksemi ella tiltak, sum kann hava við sær, at livandi ella lívførar lívverur spjaðast ella sleppa út, hagar ið tær ikki liva natúrliga, skal í rímiligan mun taka stig til at forða fyri, at hetta hendir.
Stk. 3. Kemur skaði ella vandi fyri álvarsligum skaða á lívmargfeldi fyri, orsakað av at fremmandar lívverur verða settar út ella ótilætlað sleppa út, skal tann, sum hevur ábyrgdina, beinanvegin boða landsstýrismanninum frá og taka stig samsvarandi §§ 40 og 41, uttan so at slík skylda at boða frá og taka stig geldur eftir aðrari lóg.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um virksemi ella tiltøk, sum kunnu hava við sær vanda fyri, at lívverur, sum ikki liva natúrliga á einum stað, spjaðast ella ótilætlað sleppa út, og um fráboðanarskylduna eftir stk. 3.
Innflutningur
§ 14. Til at verja lívmargfeldið kann landsstýrismaðurin áseta reglur um innflutning av livandi ella lívførum lívverum, og at ávísar lívverur ella bólkar av lívverum bara kunnu flytast inn í landið við loyvi frá landsstýrismanninum. Er endamálið við innflutninginum at seta út í náttúruna, skal umsóknin um loyvi gera greiðu fyri, hvørji árin ið útsetingin kann hava á lívmargfeldið. Landsstýrismaðurin kann leggja treytir við loyvinum.
Stk. 2. Til at forða fyri munandi skaðiligum avleiðingum fyri lívmargfeldið kann landsstýrismaðurin áseta forboð fyri at flyta inn ávísar lívverur ella bólkar av lívverum.
Útseting og søla
§ 15. Tað er ongum loyvt uttan við heimild í § 16 ella við loyvi frá landsstýrismanninum at seta út:
1) lívverur av sløgum og undirsløgum, sum ikki finnast natúrliga í Føroyum,
2) vill súgdýr og fugl av sløgum, undirsløgum ella stovnum, sum ikki frammanundan finnast natúrliga í einum øki, ella
3) lívverur, staðegin stamma undantikin, á sjógv ella í áir, vøtn, ósar og løkir, heldur ikki í manngjørdar hyljar, uttan við loyvi eftir løgtingslóg um aling av fiski v.m.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, tá ið plantur, sum settar verða út í privatar urtagarðar, eru undantiknar, áseta reglur um krøv um loyvi til at seta út lívverur, sum ikki frammanundan finnast natúrliga á einum stað. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta forboð fyri at seta út og selja ávísar lívverur, tá ið tað verður mett at vera neyðugt til at sleppa undan skaðiligum avleiðingum fyri lívmargfeldið.
Stk. 3. Umsókn um loyvi til at seta út sambært stk. 1 og sambært reglum við heimild í stk. 2, 1. pkt., skal gera greiðu fyri árinunum, sum útsetingin kann hava á lívmargfeldið. Landsstýrismaðurin kann leggja treytir við loyvinum. Loyvi kann ikki gevast, um orsøk er at halda, at útsetingin fær munandi skaðiligar avleiðingar fyri lívmargfeldið. Loyvi kann heldur ikki gevast í ósamsvari við forboð sambært aðrari lóggávu. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um krøv til umsóknina.
Útseting uttan serligt loyvi
§ 16. Verður fyrilitskravið eftir § 13 hildið, er loyvt uttan serligt loyvi eftir hesi løgtingslógini at seta út:
1) lívverur, sum við loyvi sambært reglum við heimild í § 14, stk. 1, 1 pkt., eru innfluttar við útseting í hyggju,
2) plantur í privatar urtagarðar og
3) plantur í lundir, viðarlundir og onnur velt økir, um planturnar í lítlan mun kunnu væntast at breiða seg út um økið og spjaðingin ikki kann væntast at fáa skaðiligar avleiðingar fyri lívmargfeldið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at nærri tilskilaðar lívverur ella bólkar av lívverum kunnu setast út uttan serligt loyvi, um útsetingin ikki kann væntast at fáa skaðiligar avleiðingar fyri lívmargfeldið. Í tí førinum kann fráboðan krevjast og rætturin at seta út uttan loyvi avmarkast til nærri ásett øki.
Stk. 3. Útseting eftir stk. 1 kann ikki fara fram í ósamsvari við reglur við heimild í § 15, stk. 2.
Onnur lóggáva
§ 17. Loyvir eftir hesi løgtingslógini sleppa ongum undan at fáa loyvir til innflutning ella útseting, sum krevjast eftir aðrari lóggávu.
Kapittul 4
Økisvernd
Økisverndarmið
§ 18. Verndarøkir á landi, í áum, vøtnum, ósum og løkum og í sjónum eftir hesum kapitlinum skulu gera sítt til at verja:
1) fjølbroytnið av náttúrusløgum og landsløgum,
2) sløg og ílegumargfeldi,
3) hótta náttúru og vistfrøðilig nyttuøkir hjá vardum sløgum,
4) stórar heilar vistskipanir, eisini so at tær kunnu vera atkomandi til einfalt útilív,
5) økir við serstøkum náttúrusøguligum virðum,
6) náttúru, sum er merkt av brúki gjøgnum tíðirnar, ella sum eisini hevur mentanarsøgulig virðir, og at skipa brúk, sum ger sítt til at røkja náttúruvirðini,
7) vistfrøðiligar samanhangir og landslagssamanhangir innanlands og altjóða ella
8) tilvísingarøkir til at fylgja gongdini í náttúruni.
Kunngerðir um verndarøkir
§ 19. Landsstýrismaðurin skipar tað einstaka verndarøkið, sbr. §§ 20-24, við kunngerð.
Stk. 2. Kunngerðin skal áseta endamálið við verndarøkinum, eisini náttúruvirðini og mentanarvirðini, sum verndin skal røkja, og standin, sum miðað verður eftir at røkka við verndini, mørkini um verndarøkið, ávirkaðar ognir, og hvussu økið kann verða brúkt. Í kunngerð um sjóverndarøki skal vera tilskilað, um verndarendamálið fevnir um havbotnin, vatnsúluna, vatnskorpuna ella eina samanseting av hesum.
Stk. 3. Tann landafrøðiliga víddin á verndarøkinum skal samsvara við verndarendamálið. Tá ið mørkini um verndarøkið verða ásett, skal dentur leggjast á at røkja vistfrøðiligar leiklutir av týdningi fyri verndarendamálið og á, hvussu væl vistskipanin tolir árin uttanífrá.
Stk. 4. Innan fyri karmin, sum geldur fyri hvønn verndarflokkin, kann landsstýrismaðurin í kunngerðini forbjóða ella áseta reglur fyri virksemi ella ferðslu, sum í sjálvum sær ella saman við øðrum brúki kann virka ímóti verndarendamálinum. Ásetast kann eisini, at sumt virksemi ikki kann fara fram, uttan at umsókn frammanundan er send landsstýrismanninum og landsstýrismaðurin hevur givið loyvi. Landsstýrismaðurin kann áseta serligar reglur fyri ymsar partar av økinum, tá ið tað er í samsvari við leiklutin, sum økisparturin hevur í mun til verndarendamálið.
Stk. 5. Verndarkunngerðin skal ikki vera til hindurs fyri, at burðardygt brúk, sum styðjar upp undir verndarendamálið í einum øki, kann halda fram.
Stk. 6. Verndarkunngerðin skal tinglýsast.
Tjóðgarðar
§ 20. Sum tjóðgarðar kunnu verjast størri náttúruøkir, sum bera í sær serstakar ella umboðandi vistskipanir ella landsløg, sum í høvuðsheitum ikki hava verið fyri tyngri náttúruinntrivum.
Stk. 2. Í tjóðgørðum skal eingin varandi ávirkan á náttúruumhvørvið ella mentanarminnir fara fram, uttan so at slík ávirkan er ein fyritreyt fyri at røkja verndarendamálið. Verndarkunngerðin sambært § 19 skal verja landslagið við plantum, dýrum, jarðfrøðiligum fyribrigdum og mentanarminnum fyri útbygging, verkløgum, dálking og øðrum virksemi, sum kann skaða verndarendamálið, og tryggja møguleikan at uppliva náttúruna í frið og náðum. Verndin er ikki til hindurs fyri gongd við fyriliti. Slík ferðsla kann eftir kunngerðini bara avmarkast ella forbjóðast í avmarkaðum økjum í einum tjóðgarði, og bara tá ið tað krevst til at verja plantur ella dýr, mentanarminnir, leyst jørðildi ella jarðfrøðilig fyribrigdir.
Stk. 3. Uppkast til umsitingarætlan skal leggjast fram samstundis við verndarkunngerðina. Er tað eisini viðkomandi at gera røktarætlan, skal hon vera partur av umsitingarætlanini.
Landslagsverndarøkir
§ 21. Sum landslagsverndarøkir kunnu verjast náttúrulandsløg ella røktarlandsløg, sum hava vistfrøðiligt, mentanarligt ella upplivingarligt virði ella eru samleikaskapandi. Upp í landslagið verða eisini tald mentanarminnir, sum gera sítt til at geva landslagnum tess sereyðkennir.
Stk. 2. Í einum landslagsverndarøki er ikki loyvt at fara undir nakað virksemi, sum í sær sjálvum ella saman við øðrum virksemi kann broyta sereyðkennir ella dámin í landslagnum munandi. Virksemi, sum er í gongd, kann halda fram og mennast innan fyri tann í 1. pkt. ásetta karmin. Nýtt virksemi skal lagast eftir landslagnum. Dentur skal leggjast á heildarávirkanina frá virksemi í økinum. Í kunngerðini kunnu vera ásetingar um, hvat ið í sær sjálvum ella saman við øðrum virksemi kann broyta sereyðkennir ella dámin í landslagnum munandi, um krøv til landslagseftirlagan og um aðra ferðslu enn gongd.
Stk. 3. Viðvíkjandi teimum pørtunum av landslagsverndarøkinum, har ið brúk er ein týðandi fyritreyt fyri at røkja verndarendamálið, skal í seinasta lagi samstundis við verndarkunngerðina sambært stk. 1 uppkast til røktarætlan leggjast fram til at tryggja verndarendamálið. Ætlanin kann fevna um avtalu um brúk av økjum og rakstrarhættir. Í ætlanini ella avtaluni kunnu vera ásetingar um at samsýna privatum, sum hjálpa til at røkja økið.
Stk. 4. Uppkast til umsitingarætlan skal leggjast fram samstundis við verndarkunngerðina. Er tað eisini viðkomandi at gera røktarætlan, skal hon vera partur av umsitingarætlanini.
Náttúrufriðøkir
§ 22. Sum náttúrufriðøkir kunnu verjast økir, sum:
1) bera í sær hótta, sjáldsama ella viðkvæma náttúru,
2) umboða eitt ávíst náttúruslag,
3) á annan hátt hava serligan týdning fyri lívmargfeldi,
4) eru serlig jarðfrøðilig fyribrigdir ella
5) hava serligt náttúruvísindaligt virði.
Stk. 2. Sum náttúrufriðøkir kunnu eisini verjast økir, sum við fríari menning ella virknum endurreisingartiltøkum kunnu fáa náttúruvirðir sum tey, sum nevnd eru í stk. 1.
Stk. 3. Í einum náttúrufriðøki er ongum loyvt at gera nakað, sum minkar um verndarvirðini sambært verndarendamálinum. Eitt náttúrufriðøki kann alfriðast fyri øllum virksemi, tiltøkum og ferðslu. Í kunngerðini kunnu vera ásetingar um mentanarminnir í náttúrufriðøkinum.
Stk. 4. Verður eitt náttúrufriðøki skipað, sum krevur virkin endurreisingartiltøk, ella har ið brúk er ein fyritreyt fyri at røkja verndarendamálið, skal samstundis við verndarkunngerðina uppkast til røktarætlan leggjast fram til at tryggja verndarendamálið. Ætlanin kann fevna um avtalu um brúk av økjum og rakstrarhættir. Í ætlanini ella avtaluni kunnu vera ásetingar um at samsýna privatum, sum hjálpa til at røkja økið.
Lívøkisvernd
§ 23. Við lívøkisvernd kunnu verjast økir, sum hava ella kunnu fáa serligan týdning sum vistfrøðilig nyttuøkir hjá einum ella fleiri nærri tilskilaðum sløgum. Forboð kann ásetast fyri virksemi og ferðslu, sum kann ávirka ella órógva slagið ella tess lívskor. § 22, stk. 4, geldur samsvarandi.
Sjóverndarøkir
§ 24. Sjóverndarøkir kunnu skipast til at verja verndarvirðir í sjónum, eisini náttúruvirðir, sum eru vistfrøðiligar fyritreytir fyri sløgum, sum liva á landi.
Stk. 2. Sum sjóverndarøkir kunnu verjast økir, sum:
1) bera í sær sermerktar ella umboðandi vistskipanir, og sum ikki hava verið fyri stórum náttúruinntrivum,
2) bera í sær hótta, sjáldsama ella viðkvæma náttúru,
3) umboða eitt ávíst náttúruslag,
4) á annan hátt hava serligan týdning fyri lívmargfeldi,
5) eru serlig jarðfrøðilig fyribrigdir,
6) hava serligt náttúruvísindaligt virði ella
7) hava serligan týdning sum vistfrøðilig nyttuøkir hjá einum ella fleiri nærri tilskilaðum sløgum.
Stk. 3. Sjóverndarøkir kunnu skipast til at halda eitt ella fleiri av miðunum í § 18.
Stk. 4. Tá ið sjóverndarøkir verða skipað, skal tilskilast, um verndarendamálið og avmarkingarnar fevna um botnin, vatnsúluna, vatnskorpuna ella eina samanseting av hesum. Annars galda §§ 18, 19 og 25-31 samsvarandi, í tann mun tær hóska til.
Stk. 5. Í einum sjóverndarøki er ongum loyvt at gera nakað, sum minkar um verndarvirðini sambært verndarendamálinum. Eitt sjóverndarøki kann verjast fyri øllum virksemi, dálking og brúki við teimum avmarkingum, sum altjóðarættur setur. Virksemisavmarkingarnar skulu vera í rímiligum lutfalli við verndarendamálið.
Almannakunngering av verndarætlan
§ 25. Áðrenn uppskot til verndarkunngerð eftir § 19 verður orðað, skal landsstýrismaðurin almannakunngera verndarætlanina við teimum týdningarmestu avleiðingunum, sum økisverndin kann væntast at fáa. Eigarar og rættindahavarar skulu, alt tað er gjørligt, kunnast beinleiðis og fáa rímiliga freist at koma við viðmerkingum til verndarætlanina.
Virksemi tá ið málsviðgerðin er byrjað
§ 26. Tá ið ein verndarætlan er almannakunngjørd eftir § 25, kann ein fyrisitingarstovnur uttan nærri grundgeving havna eini umsókn um loyvi o.a. til virksemi í einum øki, sum er fevnt av verndarætlanini. Loyvi kann bara gevast, um virksemið ikki hevur nevningarverdan týdning fyri verndarætlanina.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 geldur bara í fýra ár, frá tí at verndarætlanin er almannakunngjørd eftir § 25. Landsstýrismaðurin kann leingja gildistíðina í mesta lagi tvey ár.
Bráðfeingisvernd
§ 27. Til at forða fyri skaða á verndarvirðir kann landsstýrismaðurin seta í verk bráðfeingisvernd av ávísum økjum.
Stk. 2. Gildistíðin hjá eini kunngerð um bráðfeingisvernd er avmarkað til fýra ár, frá tí at kunngerðin er kunngjørd. Landsstýrismaðurin kann leingja gildistíðina í mesta lagi tvey ár.
Røkt av verndarøkjum
§ 28. Landsstýrismaðurin kann skipa fyri røkt og uppmerking av verndarøkjum eftir hesum kapitlinum og gera avtalu við jarðareigara, rættindahavara ella onnur um at røkja nærri ásettar røktaruppgávur.
Stk. 2. Sum røkt kunnu fremjast tiltøk til at uppihalda ella røkka náttúrustandinum ella røktarstandinum, sum er endamálið við verndini, eisini tiltøk til at beina ferðslu, beina fyri gróðri og væla um eftir náttúruinntriv. Røktartiltøk, sum munandi broyta standin, sum náttúran er í, tá ið farið verður undir verndararbeiðið, kunnu ikki fara fram eftir hesi greinini.
Stk. 3. Ávirka røktartiltøk privata ogn ella rættindir í verndarøkinum, skal eigarin ella rættindahavarin, alt tað er gjørligt, hava fráboðan frammanundan.
Stk. 4. Fíggjarligir fyrimunir, sum standast av røktartiltøkum, ognast jarðareigaranum ella rættindahavaranum.
Stk. 5. Verður skipað fyri røkt eftir stk.1, skal røktarætlan, um til ber, leggjast fram samstundis við verndarkunngerðina.
Undantak frá verndarkunngerð
§ 29. Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá eini verndarkunngerð, um tað ikki er ímóti endamálinum við verndini og ikki kann ávirka verndarvirðini nevningarvert, ella um trygdarfyrilit ella fyrilit fyri týðandi samfelagsáhugamálum gera tað neyðugt.
Endurgjald fyri fíggjarligan miss
§ 30. Eigari ella rættindahavari í ogn, sum heilt ella fyri ein part verður vard sum tjóðgarður, landslagsverndarøki, náttúrufriðøki, við lívøkisvernd ella sum sjóverndarøki, hevur rætt til endurgjald frá landinum fyri fíggjarligan miss, um verndin darvar brúk, sum er í gongd. Fyri brúk, sum loyvi krevst til frá almennum myndugleika, geldur rætturin til endurgjald bara, um loyvi er fingið, áðrenn verndarætlan er almannakunngjørd eftir § 25.
Áseting av endurgjaldi fyri fíggjarligan miss
§ 31. Í seinasta lagi eitt ár eftir at verndarkunngerðin er komin í gildi, skal landsstýrismaðurin geva eigara ella rættindahavara, sum innan fýra mánaðir, frá tí at verndarkunngerðin er komin í gildi, hevur sett fram skrivligt krav um endurgjald, tilboð um endurgjald eftir § 30, stk. 1. Áðrenn landsstýrismaðurin gevur tilboð eftir 1. pkt., skal hann tilnevna tvey óheft metingarfólk at meta um møguligan fíggjarligan miss, sum stendst av, at verndin darvar brúk, sum er í gongd. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum leingja ella endurnýggja eina freist, sum farið er út um.
Stk. 2. Tekur eigarin ella rættindahavarin ikki av tilboð eftir stk. 1, kann hann, í seinasta lagi seks mánaðir eftir at tað er givið, seta fram krav fyri landsstýrismannin um at fáa hann at biðja sorinskrivaran tilnevna metingarfólk at áseta endurgjald eftir § 30. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum leingja ella endurnýggja freistina eftir 1. pkt.
Stk. 3. Í sambandi við fyrstu meting fyri rættinum tekur landið neyðugar útreiðslur hjá eigaranum ella rættindahavaranum upp á seg. Biður landsstýrismaðurin um yvirmeting, tekur landið somuleiðis neyðugar útreiðslur hjá eigaranum ella rættindahavaranum í sambandi við rættarviðgerðina upp á seg. Biður eigarin ella rættindahavarin um yvirmeting og fær betri úrslit enn eftir tí fyrru metingini, ber landið útreiðslurnar. Biður eigarin ella rættindahavarin um yvirmeting og fær verri úrslit enn eftir tí fyrru metingini, kann honum verða álagt at bera útreiðslurnar hjá landinum, men hann kann, um týdningarmiklar grundir gera tað rímiligt, heilt ella fyri ein part sleppa undan.
Ognartøka
§ 32. Landsstýrismaðurin kann móti fullum endurgjaldi fremja ognartøku til at fremja røktartiltøk og umvælingartiltøk, sum munandi broyta standin, sum náttúran er í, tá ið farið verður undir verndararbeiðið.
Áseting av endurgjaldi fyri ognartøku
§ 33. Fæst ikki semja í lag við eigaran ella rættindahavaran um støddina á endurgjaldinum fyri ognartøku eftir § 32, tilnevnir sorinskrivarin metingarfólk at áseta endurgjaldið.
Stk. 2. Í sambandi við fyrstu meting fyri rættinum tekur landið neyðugar útreiðslur hjá eigaranum ella rættindahavaranum upp á seg. Biður landsstýrismaðurin um yvirmeting, tekur landið somuleiðis neyðugar útreiðslur hjá eigaranum ella rættindahavaranum í sambandi við rættarviðgerðina upp á seg. Biður eigarin ella rættindahavarin um yvirmeting og fær betri úrslit enn eftir tí fyrru metingini, ber landið útreiðslurnar. Biður eigarin ella rættindahavarin um yvirmeting og fær verri úrslit enn eftir tí fyrru metingini, kann honum verða álagt at bera útreiðslurnar hjá landinum, men hann kann, um týdningarmiklar grundir gera tað rímiligt, heilt ella fyri ein part sleppa undan.
Kapittul 5
Myndugleiki eftir løgtingslógini, kæra, eftirlit o.a.
Myndugleiki eftir løgtingslógini
§ 34. Landsstýrismaðurin kann heimila stovni undir sær ella øðrum landsstovni at útinna sínar heimildir eftir hesi løgtingslógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri útinning av avhendum myndugleika ella uppgávum eftir løgtingslógini.
Kæra
§ 35. Avgerðir sambært hesi løgtingslógini kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er fýra vikur frá degnum, tá ið kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kæru.
Eftirlit
§ 36. Landsstýrismaðurin er eftirlitsmyndugleiki og hevur eftirlit við náttúrustandinum og við, at tað, sum er ásett í og við heimild í løgtingslógini, verður hildið. Eftirlitsmyndugleikin ger av, á hvørjum økjum hann førir eftirlit, men skal føra eftirlit í so stóran mun, at tað kann avdúka brot á ásetingarnar í løgtingslógini.
Stk. 2. Tá ið eftirlit verður ført, skal tann, sum eftirlit verður havt við, ella tann, sum hevur ábyrgdina av virkseminum, veita eftirlitsmyndugleikanum neyðuga hjálp og upplýsingar. Eftirlitsmyndugleikin kann steðga fólki og førum, tá ið tað krevst til at útinna eftirlitið. Dentur skal leggjast á at føra so munadygt eftirlit, sum umstøðurnar krevja, við so lítlum ampa fyri náttúruna sum gjørligt.
Kanningarvirksemi
§ 37. Tá ið tað krevst til at útinna uppgávur eftir løgtingslógini, skal eftirlitsmyndugleikin, við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð, hava ótarnaða atgongd at ogn, har ið virksemi fer fram, sum kann ávirka náttúrumargfeldið, ella har ið náttúrumargfeldið verður mett at vera ávirkað. Eftirlitsmyndugleikin kann krevja at fáa skjøl og annað tilfar, sum kann hava týdning fyri uppgávur eftir løgtingslógini, útflýggjað til kanningar.
Stk. 2. Eftirlitsmyndugleikin kann heita á løgregluna um at vera sær til hjálpar, tá ið heimildirnar eftir stk. 1 verða útintar.
Upplýsingarskylda og fráboðanarskylda
§ 38. Øll, sum hava gjørt ella gera nakað, sum kann ávirka náttúrumargfeldið, hava, tá ið eftirlitsmyndugleikin biður um tað, og uttan at tagnarskylda forðar tí, skyldu til at lata eftirlitsmyndugleikanum tær upplýsingar, sum honum tørvar til at útinna sínar uppgávur eftir hesi løgtingslógini.
Stk. 2. Kemur skaði ella vandi fyri álvarsligum skaða á lívmargfeldi fyri orsakað av virksemi, sum er fevnt av ásetingum í hesi løgtingslógini, skal tann, sum hevur ábyrgdina, skjótast gjørligt boða landsstýrismanninum frá, uttan so at vandin longu er avhæsaður ella skaðin bøttur.
Broyting og afturtøka av loyvum
§ 39. Landsstýrismaðurin kann strika ella broyta treytirnar í einum loyvi, sum er givið eftir hesi løgtingslógini, ella seta nýggjar treytir og um neyðugt taka loyvið aftur, um:
1) tað krevst til at forða fyri óvæntaðari, munandi skaðiligari ávirkan á náttúrumargfeldið,
2) minkast kann um ta skaðiligu ávirkanina, uttan at tað hevur órímiligan kostnað við sær fyri tann, sum varðar av virkseminum,
3) tað við nýggjari tøkni ber til at minka munandi um vansarnar fyri náttúrumargfeldið, ella
4) tann, sum varðar av virkseminum, brýtur ásetingar, sum ásettar eru í ella við heimild í løgtingslógini, og rættarbrotið er munandi, endurtekur seg ella er áhaldandi.
Stk. 2. Eitt loyvi, sum er givið eftir hesi løgtingslógini, kann í øllum førum takast aftur ella broytast, tá ið liðin eru tíggju ár, síðan tað varð givið. Landsstýrismaðurin kann linka avmarkingar og treytir í einum loyvi, um tað av royndum er greitt, at tað kann gerast, uttan at náttúrumargfeldið verður fyri skaðiligari ávirkan av týdningi.
Stk. 3. Tá ið avgerð verður tikin eftir stk. 1 og 2, skal fyrilit havast fyri útreiðslunum, sum broytingin fer at hava við sær fyri tann, sum varðar av virkseminum, og fyrimunum og vansum, sum broytingin annars fer at hava við sær.
Kapittul 6
Handhevjan og tvingsilstiltøk
Rætting og bøtandi tiltøk
§ 40. Landsstýrismaðurin kann áleggja tí, sum hevur ábyrgdina, at fáa aftur í rættlag ella steðga viðurskiftum, sum ikki eru í samsvari við løgtingslógina ella avgerð við heimild í løgtingslógini.
Stk. 2. Tann, sum við at gera ímóti løgtingslógini ella avgerð við heimild í løgtingslógini er atvold til vanda fyri, at náttúrumargfeldið verður fyri skaða, skal seta tiltøk í verk til at forða fyri, at tað hendir. Er náttúrumargfeldið longu skatt, fevnir skyldan um at forða fyri, at viðurskiftini versna uppaftur meira, og, um tað er gjørligt, við upptøku, rudding, burturbeining, slætting og øðrum hóskandi tiltøkum at fáa náttúrumargfeldið aftur í sama stand sum frammanundan. Tiltøk, sum í sær sjálvum kunnu verða náttúruni ella umhvørvinum at skaða av týdningi, kunnu bara setast í verk við samtykki frá landsstýrismanninum ella eftir álegging eftir stk. 1.
Stk. 3. Skyldan at fyribyrgja, væla um og endurreisa er ikki galdandi, í tann mun tað út frá útreiðslunum og virknaðinum av tiltøkunum, náttúruavleiðingunum av rættarbrotinum og skyldini og fíggjarstøðuni hjá tí, sum hevur framt rættarbrotið, hevði verið serliga órímiligt.
Óvæntaðar umhvørvisavleiðingar av lógligum virksemi
§ 41. Vísir virksemi í samsvari við løgtingslógina ella reglur ella avgerð við heimild í løgtingslógini seg at fáa munandi óvæntaðar avleiðingar fyri náttúrumargfeldið, skal tann, sum hevur ábyrgdina, seta rímilig tiltøk í verk til at forða fyri ella avmarka skaða ella vansar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áleggja tí, sum hevur ábyrgdina, innan eina ásetta freist at fremja tiltøk sum tey, sum nevnd eru í stk. 1. Tá ið tað ikki er tí, sum hevur ábyrgdina, til serligan ampa, kann landsstýrismaðurin geva boð um at endurreisa standin, sum náttúrumargfeldið var í frammanundan.
Beinleiðis fremjing
§ 42. Lýðir tann, sum hevur ábyrgdina, ikki eini boð, sum bera í sær áleggingar sum tær, sum nevndar eru í § 40, stk. 1, ella § 41, stk. 2, kann landsstýrismaðurin bera so í bandi, at tiltøkini verða sett í verk. Landsstýrismaðurin kann eisini bera so í bandi, at tiltøkini verða sett í verk, tá ið tað hevur skund til at verja náttúrumargfeldið ella tað ikki ber til at siga, hvør ið hevur ábyrgdina.
Stk. 2. Tí, sum hevur ábyrgdina, kann verða álagt at bera útreiðslurnar av tiltøkum eftir stk. 1.
Brúk av ogn hjá øðrum
§ 43. Tá ið tað krevst til at fremja tiltøk eftir §§ 40-42, kann ogn hjá tí, sum hevur ábyrgdina, ella, um neyðugt, fastogn hjá øðrum verða brúkt.
Stk. 2. Verður sambært stk. 1 fastogn hjá øðrum brúkt, skal tann, sum hevur ábyrgdina, veita tí, sum eigur fastognina, endurgjald fyri miss orsakað av skaða og ampa. Landið veitir trygd fyri upphæddini.
Tvingsilssektir
§ 44. Til at tryggja, at tað, sum ásett er í ella við heimild í hesi løgtingslógini, verður framt, kann landsstýrismaðurin áleggja tvingsilssektir.
Stk. 2. Tvingsilssektir kunnu áleggjast, tá ið brot á eina áseting er staðfest, og byrja at telja, tá ið tann, sum hevur ábyrgdina, ikki heldur freistina at fáa viðurskiftini, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, aftur í rættlag. Tvingsilssektir kunnu í serligum førum áleggjast frammanundan og byrja í tí førinum at telja, tá ið eitt møguligt rættarbrot byrjar. Ásetast kann, at tvingsilssektirnar telja, so leingi tey ólógligu viðurskiftini standa við, ella at tær falla til gjaldingar fyri hvørt rættarbrotið. Tvingsilssektir telja kortini ikki, tá ið tað, orsakað av viðurskiftum, sum tann, sum hevur ábyrgdina, ikki kann lastast fyri, ikki ber til at lúka treytirnar. Tvingsilssektir kunnu áleggjast sum leypandi sektir ella sum staksektir.
Stk. 3. Tvingsilssektir verða álagdar tí, sum hevur ábyrgdina av rættarbrotinum. Er rættarbrotið framt vegna felag ella samtak, privatan ella almennan stovn, skulu tvingsilssektirnar vanliga áleggjast hesum. Eru tvingsilssektir álagdar felag, sum er partur av samtaki, kunnu álagdar tvingsilssektir eisini krevjast inn hjá móðurfelagnum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann gera av at sleppa áløgdum tvingsilssektum.
Revsing
§ 45. Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt ella fongsli upp í eitt ár, ella undir skerpandi umstøðum fongsli upp í tvey ár, revsaður tann, sum tilætlað ella av ósketni brýtur ásetingar í ella við heimild í §§ 6-9, § 10, stk. 1, nr. 1 og 2, § 12, § 13, stk. 2-4, §§ 14-16, §§ 19-24, § 27, § 36, stk. 2, 1. pkt., ella §§ 37-40 ella ger ímóti álegging eftir § 41.
Stk. 2. Í reglum ásettum við heimild í ásetingum, sum nevndar verða í stk. 1, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um revsing fyri brot á ásetingar í reglunum. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis áseta, at brot á ásetingar í reglunum ikki skal vera revsivert.
Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Fyrisitingarlig sektaruppskot
§ 46. Verður eitt brot á tær í § 45, stk. 1, nevndu ásetingarnar ella ásetingar við heimild í hesum ásetingunum ikki mett at koma undir strangari revsing enn sekt, kann landsstýrismaðurin við einum fyrisitingarligum sektaruppskoti boða frá, at málið kann avgreiðast uttan rættarmál, um tann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og samtykkir í at rinda sektina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist.
Stk. 2. Reglurnar í retsplejelov for Færøerne um innihald í ákæruritum og um, at tann skuldsetti ikki hevur skyldu til at úttala seg, verða at brúka samsvarandi.
Stk. 3. Verður tað fyrisitingarliga sektaruppskotið samtykt, fellur onnur revsirættarsókn burtur.
Kapittul 7
Gildiskoma o.a.
Gildiskoma
§ 47. Henda løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2024.
Fylgibroytingar í øðrum løgtingslógum
§ 48. Hesar fylgibroytingarnar verða gjørdar í øðrum løgtingslógum:
1) Í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012, løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018, løgtingslóg nr. 65 frá 14. mai 2020, § 41 í løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, løgtingslóg nr. 27 frá 11. mars 2022 og § 13 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður í § 11, litra b, “løgtingslóg um náttúrufriðing” broytt til: “løgtingslóg um náttúruvernd”.
2) Løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu, sum broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2014, § 34 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 og løgtingslóg nr. 66 frá 5. mai 2021, verður broytt soleiðis:
a) Í § 6 verður “friðingarnevndin sbrt. løgtingslóg um náttúrufriðing” broytt til: “landsstýrismaðurin”.
b) Í § 7, stk. 1, verður “friðingarnevndini” broytt til: “landsstýrismanninum”.
c) Í § 9, stk. 1, verður “Friðingarnevndin” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
d) Í § 12, stk. 1, verður “friðingarnevndina” broytt til: “landsstýrismannin”.
e) Í § 17 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Veiða kann hóast stk. 2 ikki fara fram í ósamsvari við verndartiltøk eftir løgtingslóg um náttúruvernd.”
Í Tinganesi, 22. mai 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 67/2022