23. mai 2005Nr. 70
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta treytir, ið skulu lúkast fyri at fáa góðkenning, og fyri virkseminum hjá uppboðssøluhaldarum, fevndir av hesi lóg, umframt keyps- og sølutreytir á uppboðssøluni”.
2) § 2, stk. 2 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 23. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjørn Kalsø (sign.)
Lm. nr. 87/2004