Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2020Nr. 70
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
(Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnarðartænastum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014 og løgtingslóg nr. 62 frá 9. mai 2019 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9, stk. 3 verður: “, røkt ella stuðli” broytt til: “ella røkt”.
2. § 10 verður orðað soleiðis:
“§ 10. Kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjónisti tænastur, ið kunnu stimbra viðkomandi likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at hann kann búgva í egnum heimi sum longst.
Stk. 2. Tænasturnar kunnu fevna um dagtilhald, dagtilboð, ergoterapi, fysioterapi, fyribyrgjandi venjing, mattænastu, umlætting, koyritænastu, vegleiðing o.s.fr.”
3. Aftan á § 10 verður sett:
“§ 10 a. Kommunurnar veita endurvenjing til heimabúgvandi fólkapensjónist, ið vegna mistan førleika hevur tørv á endurvenjing. Endurvenjing verður veitt við tí endamáli, at fólkapensjónisturin:
1) kann búgva heima sum longst og
2) kann klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá kommununi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um endurvenjing, herímillum treytir fyri at fáa endurvenjing og reglur um endurvenjingarætlan og samstarv við almannaverk og sjúkrahúsverk.
§ 10 b. Kommunurnar veita viðlíkahaldsvenjing til heimabúgvandi fólkapensjónist, ið vegna ellisbrek ella sjúku hevur týðandi og varandi skert virkisføri, ið hevur týðandi ávirkan á, hvussu sjálvhjálpin fólkapensjónisturin er.
Stk. 2. Viðlíkahaldsvenjing verður veitt við tí endamáli at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar, soleiðis at fólkapensjónisturin:
1) kann búgva heima sum longst, og
2) kann klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá kommununi.
Stk. 3. Kommunurnar gera av, hvussu viðlíkahaldsvenjing verður veitt, herímillum tal av tímum til viðlíkahaldsvenjing. Innan játtanarskeiðið endar, skulu kommunurnar hava tikið nýggja avgerð um viðlíkahaldsvenjing.”
4. § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Kommunurnar kunnu taka avgerð um at veita fólki samsýning, ið átaka sær at ansa heima:
1) fólkapensjónisti við ellisbreki ella varandi sjúku, sum hevur tørv á hjálp og røkt alt samdøgrið, ella
2) persóni við varandi sjúku, ið er í menning og gongur afturá, og sum hevur tørv á hjálp og røkt alt samdøgrið.”
5. § 14 verður orðað soleiðis:
“§ 14. Røktarheim og eldrasambýli eru bústaðir, ið hýsa:
1) fólkapensjónistum við ellisbreki ella varandi sjúku, og sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið, ella
2) persónum við varandi sjúku, ið er í menning og gongur afturá, og sum hava tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið.
Stk. 2. Í serligum føri kann røktarheim ella eldrasambýli móti gjaldi frá landinum veita umlættingarpláss ella bústað til persón, ið hevur tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið vegna týðandi likamligt ella sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar.
Stk. 3. Kommunurnar skulu boða Almannaverkinum frá, tá persónur fær bústað, sambært stk. 1.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 14, sum ásett í § 1, nr. 5, kemur í gildi.
Í Tinganesi, 25. mai 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 81/2019