30. apríl 2025Nr. 70
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
(Fylgibroyting orsakað av, at toll- og vøruskráin verður dagførd)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2023, verður í § 1, stk 1, 5. pkt. “27101964” broytt til: “27101966” og “27101968” til: “27101967”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2025.
Í Tinganesi, 30. apríl 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 83/2024