Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2022Nr. 71
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
(Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við, at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur hjá persónum, ið eru uttanlands í sambandi við sjúkuviðgerð og javning)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020 og § 11 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 12, stk. 6 verður “og javning” strikað
2. Í § 19 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Tá persónur er ávístur til sjúkuviðgerð uttanlands, undir hesum persónur, ið er ávístur sum fylgjari, kann víkjast frá treytini í stk. 2 um, at viðgerðin skal vera fevnd av avtalu við Heilsutrygd. Talan skal vera um viðgerð, sum sannlíkt hevði verið fevnd av ásetingini í stk. 2, um viðkomandi var staddur í Føroyum. Tað skal vera mett, at viðgerðin ikki kann bíða, til viðkomandi kemur aftur til Føroya.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.
3. Í § 25, stk. 1, nr. 2 verður “ella” strikað, í nr. 3 verður “tilknýti til.” broytt til: “tilknýti til, ella” og sum nr. 4 verður sett:
“4) tá barn yngri enn 18 ár doyr ella er deyðføtt.”
4. Í § 25 verður aftan á stk. 4 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 5. Endurgjald sambært stk. 1, nr. 4 kann veitast báðum foreldrum í upp til 26 vikur frá, at barnið doyr ella er deyðføtt aftan á 22. viku.”
Stk. 5-7 verða eftir hetta stk. 6-8.
5. Í § 25, stk. 5, sum verður stk. 6, verður 2. pkt. strikað.
6. Í § 25, stk. 6, sum verður stk. 7, verður “løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum” broytt til: “løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar”.
7. Í § 48, stk. 2 verður “løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum” broytt til: “løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2023.
Stk. 2. § 1, nr. 6 fær virknað frá 1. januar 2022.
Í Tinganesi, 5. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 101/2021