Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2015Nr. 71
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
(Broyting av bíðidøgum, leingjan av karenstíð, leingjan av undanfarna skeiði, arbeiðsmarknaðarátøk)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 46 frá 17. mai 2011 og løgtingslóg nr. 45 frá 8. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Persónar, sum eftir løgtingslóg um almannapensjónir fáa hægstu fyritíðarpensjón, verða undantiknir frá gjaldskyldu, sbr. § 8 a.”
2. Í § 8, stk. 1, nr. 2 verður eftir “A- inntøka,” sett: “undantikið endurgjald fyri inntøkumiss sbrt. § 17, stk. 3, í forsorgarlógini,”
3. § 8 stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tryggingartakarin kann í mesta lagi rinda ALS-gjald av kr. 650.000 samsvarandi ásetingunum í § 9.”
4. Í § 14, stk. 1 verður aftaná nr. 2 sum nýtt nr. sett:
“3) er sinnaður at luttaka í arbeiðsmarknaðarátøkum, sbrt. §§ 25-25 b,”
Nr. 3, 4 og 5 verða eftir hetta nr. 4, 5 og 6.
5. Í § 15, stk. 1, nr. 2 verður eftir “almannaveitingar” sett: “undantikið endurgjald fyri inntøkumiss sbrt. § 17, stk. 3, í forsorgarlógini,”
6. § 16 a verður orðað soleiðis:
”§ 16 a. Arbeiðsloysisstuðul verður ikki goldin, fyrr enn teir í stk. 2 nevndu bíðidagar eru farnir.
Stk. 2. Er útrokningargrundarlagið sambært § 15 kr. 250.000 ella minni, verða tveir bíðidagar roknaðir. Fyri hvørjar heilar kr. 100.000 útrokningar grundarlagið hækkar, hækka bíðidagarnir við tveimum bíðidøgum.
Stk. 3. Mynstrar persónur, sum fær útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini, við skipi, og mynstringin er styttri enn ein mánað, verður ikki roknað við bíðidøgum.
Stk. 4. Roknast kunnu í mesta lagi 10 bíðidagar.”
7. Í § 18, 1. pkt verður ”4 vikur” broytt til: ”8 vikur”.
8. § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk noktar at luttaka í arbeiðsmarknaðarátaki, sbrt. §§ 25-25 b, ella at taka á seg arbeiði, ávíst av arbeiðsávísingini, missir rættin til arbeiðsloysisstuðul, sbr. tó 2. pkt. Fyrstu ferð tann arbeiðsleysi noktar, sum nevnt í 1. pkt., missir hann rættin til arbeiðsloysisstuðul í 4 vikur, aðru ferð í 8 vikur, triðju ferð í 12 vikur og fjórðu ferð í 6 mánaðir at rokna frá degnum eftir, at fráboðanin um luttøku í arbeiðsmarknaðarátaki avikavist arbeiðstilboðið má roknast við at vera móttikin av tí arbeiðsleysa.”
9. § 19 a verður stk. 2 strikað.
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 2.
10. § 21 verður strikað.
11. Í § 22, stk. 1 verður ”3-ára skeiði” broytt til: ”4-ára skeiði”.
12. Yvirskriftin til kapittul 6 verður orðað soleiðis:
“Kapittul 6
Arbeiðsávísing og arbeiðsmarknaðarátøk”
13. § 25 verður orðað soleiðis:
“§ 25. Persóni, sum er arbeiðsleysur, kann verða álagt at luttaka í arbeiðsmarknaðarátøkum, sbr. stk. 3 og 4, og §§ 25 a og 25 b.
Stk. 2. Arbeiðsmarknaðarátøk skulu styrkja og menna hin einstaka og økja um møguleikarnar fyri at koma aftur í arbeiði.
Stk. 3. Arbeiðsmarknaðarátøk eru m.a.:
1) samrøður,
2) lønt starvsvenjing, sbr. § 25 b,
3) ALS farloyvi, sbr. § 25 a,
4) ólønt starvsvenjing,
5) skeið og førleikagevandi tiltøk,
6) arbeiðsgevaravitjanir,
7) samfelagsgagnligar verkætlanir,
8) útbúgvingar styttri enn 3 mánaðir.
Stk. 4. Nærri reglur um arbeiðsmarknaðarátøk verða ásettar í kunngerð frá landsstýrismanninum, og eftir góðkenning frá stýrinum fyri ALS, heruppií reglur um innihald, persónskara, skipan av átøkunum, nær og undir hvørjum treytum ein persónur skal luttaka í arbeiðsmarknaðarátøkunum o.a.”
14. Aftaná § 25 verður sett:
“§ 25 a. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð nærri reglur um útgjaldingar til fólk í farloyvi frá føstum ella støðugum starvi, herundir at útgjaldið kann vera lægri, enn ásett í §§ 15 og 16, hvørjar treytir skulu setast tí, ið fer í farloyvi, og tí arbeiðsleysa, m.a. hvussu tann, ið fer í farloyvi, skal skrásetast í arbeiðsávísingini, hvussu leingi hin arbeiðsleysi skal hava fingið stuðul, umframt nærri reglur um, nær talan er um fast ella støðugt starv, o.tíl.
Stk. 2. Útgjald undir farloyvi kann verða givið fyri eitt ávíst tíðarskeið millum 3 og 12 mánaðir.
Stk. 3. Útgjald undir farloyvi skal verða givið við teirri treyt, at annað fólk, sum fær arbeiðsloysisstuðul og er tøkt í arbeiðsávísingini, verður sett í staðin í sama tíðarskeiði og í høvuðsheitum undir somu treytum.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1–3 verða ikki nýttar, um arbeiðsloysið er undir 6%.
§ 25 b. Fyri átøk viðvíkjandi arbeiðsvenjingum hjá privatum ella almennum arbeiðsgevarum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð eftir góðkenning frá stýrinum hjá ALS reglur um, undir hvørjum treytum Arbeiðsloysisskipanin í sambandi við slík tiltøk endurrindar arbeiðsgevaranum tann stuðul, hin arbeiðsleysi annars hevði havt rætt til, og møguligar aðrar útreiðslur.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá fyrsta degnum í fyrsta útgjaldsskeiðnum, eftir at lógin er kunngjørd.
Stk. 2. Undanfarna skeiðið, sum ásett í § 1, nr. 11, verður longt við einum útgjaldsskeiði fyri hvørt útgjaldsskeið í eitt ár.
Í Tinganesi, 22. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 114/2014