23. mai 2005Nr. 71
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 16. mai 2006
§ 1
Í løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um fyribyrgingarráð verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1 verður sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum kann landsstýrismaðurin veita kommunum studning til heilsufremjandi tiltøk í skúlunum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri, hvussu studningur sambært stk. 2 verður játtaður.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2006.
Tórshavn, 23. mai 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 99/2004
1) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 16. mai 2006.