Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2009Nr. 71
Løgtingslóg um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Guernsey og Jersey 1)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Skattaavtalur millum Føroyar og Guernsey
§ 1. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Guernsey um umbýti av uppslýsingum í skattamálum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 1 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 11 í avtaluni.
§ 2. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Guernsey fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 2 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 12 í avtaluni.
§ 3. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Guernsey fyri at sleppa undan tvískatting viðvíkjandi fyritøkum, sum hava skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 3 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 4. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Guernsey um atgongd til sínámillum avtalumannagongdir í sambandi við javning av vinningi hjá sameindum fyritøkum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 4 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 6 í avtaluni.
Kapittul 2
Skattaavtalur millum Føroyar og Jersey
§ 5. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Jersey um umbýti av uppslýsingum í skattamálum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 5 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 10 í avtaluni.
§ 6. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Jersey
fyri at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 6 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 13 í avtaluni.
§ 7. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Jersey um at sleppa undan tvískatting av fyritøkum, sum hava skip ella flogfør í vinnu í altjóða ferðslu, fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 7 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 4 í avtaluni.
§ 8. Ásetingarnar í avtalu frá 28. oktober 2008 millum Føroyar og Jersey um atgongd til sínámillum avtalumannagongd í sambandi við javning av inntøkum í sameindum feløgum fáa við hesum løgtingslógargildi. Avtalan er hjáløgd sum skjal 8 til hesa løgtingslóg.
Stk. 2. Avtalan kemur í gildi og verður nýtt í Føroyum samsvarandi ásetingunum í grein 6 í avtaluni.
Kapittul 3
Ígildissetan
§ 9. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 25. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 168/2008