Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2020Nr. 71
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum
(Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 28. apríl 2000, løgtingslóg nr. 150 frá 20. desember 2005 og løgtingslóg nr. 78 frá 29. mai 2017, verður § 1, stk. 1 orðað soleiðis:
“Heimildin hjá landsstýrismanninum sum kærumyndugleiki verður lagdur til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, sum skal viðgera og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð í kærumálum sambært hesum løgtingslógum:
1) Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sbrt. § 71.
2) Løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, sbrt. § 6, stk. 4.
3) Løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, sbrt. § 16.
4) Løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt, sbrt. § 10, stk. 3.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.
Stk. 2. Avgerðir, ið eru tiknar sambært lov om offentlig forsorg, og har freistin fyri at kæra ikki er farin, kunnu framvegis kærast til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.
Í Tinganesi, 25. mai 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 80/2019