Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. mai 2011Nr. 71
Løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um sjómenn, løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um manning av skipum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 124 frá 22. apríl 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1) 1) Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki.”
2) 1) Allastaðni í løgtingslógini verður orðingin “sjómaður” í øllum endingum og vendingum broytt til: “sjófólk” í øllum endingum og vendingum.
3) 1) § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. “Sjófólk” merkir í hesi lóg øll tey, uttan skiparin, sum eru sett, hava fingið hýru ella arbeiða umborð á einum føroyskum skipi, og sum ikki bara arbeiða umborð, meðan skipið liggur í havn. Fyri skiparan er § 47 galdandi.”
4) 1) Í § 1 verður aftaná stk. 1 sett:
“Stk. 2. Er ivi um, hvør er at meta sum sjófólk eftir stk. 1, kann málið verða lagt fyri Sjóvinnustýrið, sum tekur avgerð í málinum, aftaná at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.“
5) 1) Aftaná § 1 verður sett:
“§ 1 a. Reiðarin skal tryggja, at ásetingarnar í hesi lóg og reglur, givnar við heimild í hesi lóg, verða hildnar. Reiðarin skal somuleiðis tryggja, at rættindini hjá sjófólki eftir starvsavtaluni verða hildin. Reiðarin skal harumframt tryggja skiparanum umstøður at yvirhalda tær skyldur, ið hvíla á honum. 1. - 3. pkt. eru galdandi, hóast annað felag ella aðrir persónar røkja ávísar uppgávur ella skyldur vegna reiðaran.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er galdandi, hóast ein annar enn reiðarin er arbeiðsgevari. Í slíkum førum eru skyldurnar eftir starvsavtaluni, sbr. § 3, og eftir teimum ásetingum í lógini, sum skipa starvsviðurskiftini, eisini hjá arbeiðsgevaranum.
Stk. 3. Hevur reiðarin heilt ella partvíst latið sínar skyldur og ábyrgdarøki eftir hesi lóg ella eftir starvsavtaluni til annan persón ella felag at umsita, er stk. 1 eisini galdandi fyri persónin ella felagið viðvíkjandi teimum skyldum og ábyrgdarøkjum, sum viðkomandi hevur yvirtikið.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skyldurnar eftir stk. 1-3.”
6) 1) § 2 verður strikað.
7) 1) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Reiðarin ella arbeiðsgevarin skal lata sjófólki skrivliga avtalu um setanartreytirnar, sum er undirskrivað av báðum pørtum. Starvsavtalan skal verða sett í serligt hýruavtaluskjal, sum inniheldur allar upplýsingar um treytir av týdningi fyri setanarviðurskiftini. Sjóvinnustýrið tekur avgerð um innihald og snið á hýruavtaluskjalinum.”
8) 1) § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skyldu reiðarans ella arbeiðsgevarans at lata sjófólki skrivliga avtalu um setanartreytirnar, sbr. stk. 1, undir hesum hvørjar upplýsingar í minsta lagi skulu standa í starvsavtaluni.”
9) 1) Í § 3, stk. 4, 1. pkt. verður “eftir tilmæli frá sjóvinnuráðnum” strikað.
10) 1) Í § 3 verður aftaná stk. 5 sett:
“Stk. 6. Áðrenn starvsavtala verður undirskrivað, skal sjófólkið hava møguleika til at gjøgnumganga starvsavtaluna og leita sær ráðgeving viðvíkjandi treytunum í avtaluni.
Stk. 7. Tað kann ikki við avtalu verða vikið frá reglunum í § 3 til bága fyri sjófólkið, sbr. tó stk. 4.”
11) 1) § 4, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Eingin undir 16 ára aldur má verða settur í arbeiði umborð.”
12) 1) Í § 6 verður aftaná stk. 5 sett:
“Stk. 6. Fer sjófólk úr starvi í fremmandari havn, sum ikki liggur í heimlandinum hjá viðkomandi, tí reiðarin hevur sagt upp starvsavtaluna, ella tí tíðaravmarkað starvsavtala endar, hevur viðkomandi rætt til ferð við uppihaldi til bústað sín fyri reiðarans rokning.”
13) 1) Í § 7 verður aftaná stk. 1 sett:
“Stk. 2. Sjófólk kann í mesta lagi gera tænastu í eitt samanhangandi tíðarskeið á 12 mánaðir við sama skipi ella við skipum hjá sama reiðara.”
14) 1) § 8, stk. 5 verður strikað.
15) 1) Aftaná § 8 verður sett:
“1 a. Hýra- og ávísingartænasta fyri sjófólk
§ 8 a. Privat hýru– og ávísingartænasta fyri sjófólk, hvørs høvuðsendamál er at hýra ella ávísa arbeiði til sjófólk, ella sum hýra ella ávísa arbeiði til eitt munandi tal av sjófólki, kann bert fara fram í Føroyum, um Sjóvinnustýrið hevur góðkent virksemið. Sjóvinnustýrið gevur út loyvisbræv í sambandi við góðkenning eftir 1. pkt, sbr. § 72 a.
Stk. 2. Reiðari, sum nýtir privata føroyska hýru- og ávísingartænastu fyri sjófólk, skal tryggja sær, at avvarðandi tænasta hevur galdandi loyvisbræv sambært stk. 1.
§ 8 b. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hýru- og ávísingartænastu fyri sjófólk í Føroyum, undir hesum:
1) At loyvið verður givið fyri eitt avmarkað tíðarskeið og kann verða tikið aftur,
2) at sjófólk, undir eini og hvørjari samráðing um hýru, skal hava rætt til frítt at velja skip, eins og reiðari ella skipari skal hava rætt til frítt at velja sína manning, og
3) at tað skal vera ásett í hýru- og starvsavtaluni, at trygd er fingin fyri, at allir áhugaðir partar eru vardir, og at sjófólkið fær nóg gott høvi til at seta seg inn í innihaldið í avtaluni.
§ 8 c. Reiðarar, sum nýta privatar hýru- og ávísingartænastur fyri sjófólk í londum, sum hava staðfest ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála nr. 179 um hýru og ávísing fyri sjófólk (1996), skulu tryggja, at avvarðandi tænastur hava loyvisbræv ella loyvi, sum prógvar, at tey verða rikin samsvarandi krøvunum í viðkomandi sáttmála. Útgeva myndugleikarnir í avvarðandi landi ikki slík loyvisbrøv ella loyvi til privatar hýru- og ávísingartænastur, skal reiðarin tryggja sær eina aðra almenna váttan um, at viðkomandi tænasta verður rikin samsvarandi krøvunum í einum av teimum nevndu sáttmálunum.
Stk. 2. Reiðarar, sum nýta privatar hýru- og ávísingartænastur fyri sjófólk í londum, sum ikki hava staðfest ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála nr. 179 um hýru og ávísing fyri sjófólk (1996), skulu kunna veita prógv fyri, at umrøddu tænasturnar lúka krøvini til hýru- og ávísingartænastur sambært sáttmálunum.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann góðkenna, at reiðari nýtir privata hýru- og ávísingartænastu fyri sjófólk í einum landi, sum ikki hevur staðfest ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála nr. 179 um hýru og ávísing fyri sjófólk (1996), og kann krevja gjald fyri útreiðslur í sambandi við góðkenningina. Góðkenning verður givin fyri eitt avmarkað tíðarskeið og kann takast aftur.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann seta forboð fyri, at hýru- og ávísingartænastur í ávísum londum verða nýttar, um hýru- og ávísingartænasturnar í hesum londum ikki lúka krøvini, ásett í ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála nr. 179 um hýru og ávísing fyri sjófólk (1996), á týðandi økjum.
§ 8 d. Klaga um eina føroyska privata hýru- og ávísingartænastu ella privata hýru- og ávísingartænastu, sum er góðkend eftir § 8 c, stk. 3, kann verða løgd fyri Sjóvinnustýrið.
§ 8 e. Ein og hvør reiðari kann eftir reglum, givnar við heimild í § 8 b, útvega sær manning til skip gjøgnum yvirmenninar á skipinum ella gjøgnum vanligu umsitingina hjá reiðarínum, men kann ikki krevja, at sjófólk skal gjalda fyri hesa tænastu.”
16) 1) Í § 10 verður aftaná stk. 3 sett:
“Stk. 4. Sjófólk kunnu krevja at verða loyst úr starvi, tá ið:
1) Reiðarin er farin á húsagang,
2) reiðarin doyr, og búgvið verður tikið til skiftiviðgerðar eftir 3. kap. í skiftilógini,
3) fyritøkan heldur uppat, og tað verður sannað, at reiðarin er ikki førur fyri at rinda kravið,
4) reiðarin hevur boðað frá gjaldsteðgi, ella
5) reiðari munandi hevur mishildið starvsavtaluna og sjófólkið ikki hevur rætt til at krevja seg loyst úr starvi eftir øðrum reglum í hesi lóg.
Stk. 5. Tá ið sjófólk fer úr starvi eftir stk. 4, rindar reiðarin fyri ferð við uppihaldi til heimstaðin.”
17) 1) § 12, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Fer sjófólk av, rindar reiðarin útreiðslurnar til ferð við uppihaldi til heimstaðin ella, um reiðarin tekur avgerð um hetta, til hýringarstaðin. Landið endurrindar reiðaranum 25 prosent av útreiðslunum.”
18) 1) Í § 17, stk. 1, nr. 7 verður “útlendskt vald” broytt til: “útlendskan dómstól”.
19) 1) § 18, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Sjófólk hava harumframt rætt til fría heimferð við uppihaldi til bústaðin fyri reiðarans rokning. Er ávísur avfaringarstaður avtalaður, hevur sjófólk rætt til fría ferð við uppihaldi hagar.
20) 1) § 24, stk. 1-5 verða orðað soleiðis:
“§ 24. Hýra skal verða útgoldin við í mesta lagi 1 mánaði millumbili, sbr. tó stk. 6 fyri fiskiskip.
Stk. 2. Sjófólk kann bert krevja hýru útgoldna, tá skipið liggur í havn, og í sama landi ikki oftari enn sjeynda hvønn dag.
Stk. 3. Hýra verður útgoldin í reiðum peningi, uttan so at sjófólkið krevur ávísing til reiðaran. Útgjald kann verða kravt í mynti staðsins eftir dagsins kursi.
Stk. 4. Sjófólk kann krevja hýru útgoldna sum mánaðarligt úttøkugjald til ávísan persón. Útgjald kann tó ikki verða kravt eftir fleiri enn trimum úttøkuseðlum í senn.
Stk. 5. Sjófólk kann krevja alla ella ein part av síni hýru flutta til ein ella fleiri peningastovnar.”
Stk. 5 verður hereftir stk. 6.
21) 1) Í § 25 verður aftaná stk. 1 sett:
“Stk. 2. Reiðarin kann ikki krevja, at sjófólk, sum ger starvsavtalu ella tekur við starvi umborð, skal gjalda eitt forskot sum trygd fyri útreiðslum til heimferðina.
Stk. 3. Reiðarin kann bert draga útreiðslur fyri heimferð frá í hýruni v.m., tá ið talan er um uppsøgn eftir § 17, og reiðarin hevur staðfest, at sjófólkið munandi hevur mishildið sínar skyldur í starvinum.”
22) 1) § 27, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Er sjúkur ella skaddur sjómaður ikki sjálvur førur fyri at ansa sínum ognarlutum, skal skiparin hava umsorgan fyri teimum og senda teir til sjófólkið ella til næsta avvarðandi hjá sjófólkinum.”
23) 1) § 29, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Hevur sjófólk sjúku ella skaða, tá ið skipstænastan endar, eru hesar reglur galdandi:
1) Sjúkrahýra verður rindað, so leingi viðkomandi er sjúkur, tó í mesta lagi í 16 vikur frá tí, at skipstænastan endaði. Hetta er galdandi sjálvt um setanin endar, áðrenn tær 16 vikurnar eru farnar.
2) Endar setanin eftir, at 16 vikur eru farnar frá tí, at skipstænastan endaði, verður sjúkrahýra framhaldandi rindað, til setanin endar.
3) Er óarbeiðsføri hjá sjófólki íkomið, meðan viðkomandi ikki var í tænastu umborð á einum skipi hjá reiðarínum, verða tær 16 vikurnar roknaðar frá tí degi, tá ið óarbeiðsføri íkom.”
24) 1) Í § 29 verður aftaná stk. 2 sett:
“Stk. 3. Eru ávís tekin um sjúku ella likamsskaða ikki ávíst, hevur sjófólkið ikki rætt til hýru í fleiri dagar, enn viðkomandi hevur verið í tænastu. Kemst óarbeiðsføri av kynssjúku, rindar landskassin hýruna.”
Stk. 3 og 4 verða hereftir stk. 4 og 5.
25) 1) Í § 30, stk. 2, og § 35, 3. pkt. verður “12 vikur” broytt til: “16 vikur”.
26) 1) Í § 32, stk. 2, verða 3. og 4. pkt. strikað, og í staðin verður sett:
“Skiparin skal senda yvirlitið og ognarlutirnir hjá tí deyða til nærmastu avvarðandi hjá viðkomandi.”
27) 1) § 39 verður orðað soleiðis:
“§ 39. Var starvið sagt upp, tá skipsyvirmaðurin gjørdist óarbeiðsførur, ella verður tað sagt upp aftaná, hevur § 29, stk. 2 og 3, sbr. § 35 um rætt til sjúkrahýru, samsvarandi gildi, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Er skipsyvirmaður ikki førur fyri at gera sítt arbeiði orsakað av sjúku ella likamsskaða, er hetta at meta sum lógligt forfall, uttan so at hann í sambandi við setanina svikafult hevur dult sjúkuna ella skaðan, ella aftaná setanina við vilja ella grovum ósketni verður sjúkur ella løstaður.”
28) 1) § 47 verður orðað soleiðis:
“§ 47. Fyri skiparan galda hesar ásetingar:
1) § 1, stk. 2
2) § 3, stk. 3 um starvsavtalur,
3) § 4, stk. 2 um læknakanning,
4) § 6 um avfaringarhavn v.m.,
5) § 7, stk. 1, sbr. § 38, um ikki annað er avtalað,
6) § 7, stk. 2,
7) § 8 um fría ferð til bústaðin aftaná 6 mánaða tænastu,
8) §§ 8 a-8 e um hýru og ávísing fyri sjófólk,
9) § 9 um sjófólk við barn,
10) § 10, stk. 1 um rættin til at sleppa av, um familjuviðurskifti gera tað neyðugt,
11) § 10, stk. 4 og 5 um rættin til at sleppa av, m.a. tá ið reiðarin er farin á húsagang og um heimferð,
12) § 12, stk. 1, nr. 1 um rættin hjá sjófólki at sleppa av í sambandi við krígsvanda,
13) § 14, stk. 1, sbr. stk. 3, um rætt til at krevja at sleppa av, um skipið missir rættin til at hava føroyskt flagg,
14) § 15 um rætt til at fara av og um at taka lut í arbeiði, sum gerst neyðugt,
15) §§ 21-22 og §§ 24-26 um útrokning og útgjald av hýru,
16) §§ 27-30, sbr. § 35, 40 og 41, um sjúkrahýru og sjúkrarøkt og fría ferð í sambandi við sjúku ella skaða,
17) § 31 um rætt reiðarans at fáa ávísar útreiðslur endurgoldnar av landskassanum,
18) § 32 og 34 um jarðarferð ella líkbrenning og um handfaring av ognarlutum,
19) § 33, sbr. §§ 35 og 40, um eftirsitihýru,
20) § 53, stk. 1 og 2 um ókeypis kost og um endurgjald,
21) § 55 um hvíld,
22) § 59 um endurgjald fyri mistar ognarlutir, og
23) § 71 a um veitan av trygd fyri útreiðslum til heimferð.”
29) 1) Í § 50, stk. 2 verður “eftir ummæli frá sjóvinnuráðnum” strikað.
30) 1) § 53, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 53. Skiparin skal síggja til, at manningin fær góðan og nóg nógvan kost. Kosturin umborð skal vera ókeypis fyri sjófólki í útmynstringartíðarskeiðinum. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um 1. og 2. pkt.”
31) 2) § 55, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 55. Sjófólk skulu hava regluliga hvíldartíð uttan slit, sum er somikið long, at heilsa og trygd hjá sjófólki eru tryggjað. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hvíldar- og arbeiðstíð fyri sjófólk.”
§ 55, stk. 2 verður strikað og stk. 3-5 verða hereftir stk. 2-4.
32) 1) Yvirskriftin til Kapittul IV verður orðað soleiðis:
“Ósemja um starvsviðurskifti og klaguviðgerð umborð”
33) 1) § 62 verður orðað soleiðis:
“§ 62. Sjófólk kann klaga til reiðaran um hýruuppgerðina, skipstænastuna, starvsviðurskiftini ella viðurskiftini umborð. Reiðarin hevur skyldu til at tryggja, at klagur verða væl kannaðar, og til at gera og fremja mannagongdir umborð, sum tryggja eina rættvísa, munadygga og skjóta viðgerð av klagum. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um klagu v.m.
Stk. 2. Ósemjur um hýruuppgerðina, skipstænastuna, starvsviðurskiftini ella viðurskiftini umborð kunnu ikki verða lagdar fyri fremmandan dómstól.”
34) 1) § 63 verður orðað soleiðis:
“§ 63. Misrøkir reiðarin skyldur sínar eftir § 53 ella 71 a ella skyldur sínar eftir § 1 a um at tryggja, at § 12, stk. 1, nr. 1, stk. 2 og 3, § 27, § 47, nr. 16 viðvíkjandi § 27, § 47, nr. 20 ella nr. 23, ella § 53 verða hildnar, verður viðkomandi revsaður við bót ella fongsli í upp til 1 ár. Misrøkir reiðarin skyldur sínar eftir § 4, stk. 1 og 2, § 8 a, stk. 2, § 8 c, stk. 1 og 2, § 8 e, § 44, § 47, nr. 2 ella nr. 19,ella § 55 verður viðkomandi revsaður við bót.
Stk. 2. Tann, sum misrøkir skyldur sínar eftir § 1 a um at tryggja, at § 12, stk. 1, nr. 1, stk. 2 og 3, § 27 ella § 53 verða hildnar, verður revsaður við bót ella fongsli í upp til 1 ár, meðan tann, sum annars misrøkir sínar skyldur eftir § 1 a um at tryggja, at § 4, stk. 1 og 2, § 8 a, stk. 2, § 8 c, stk. 1 og 2, § 8 e, § 32, § 54, stk. 1, 2 og 4, § 55, § 58, § 72 ella reglur, settar í gildi við heimild í § 71, verða hildnar, verður revsaður við bót. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki heldur skyldur sínar eftir § 1 a um at tryggja, at skiparin hevur møguleika til at uppfylla tær skyldur, sum eru álagdar honum.
Stk. 3. Tann, sum útinnir privata hýru- ella ávísingartænastu fyri sjófólk í Føroyum uttan galdandi loyvisbræv ella krevur gjald frá sjófólki fyri slíka tænastu, kann verða revsaður við bót.
Stk. 4. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 5. Tá ið revsiábyrgd verður áløgd eftir stk. 4, verða persónar, sum onnur enn reiðarin hava sett umborð á skipið at arbeiða, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Um samsvarsskjal sambært koduni um tryggan skiparakstur (ISM) ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) er útflýggjað til eitt annað felag ella persón enn reiðaran, eru skipari og sjófólk eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.”
35) 1) Í § 64, nr. 1, verður orðingin “ella hefti” strikað.
36) 1) § 64, nr. 2, litra b verður orðað soleiðis:
“b) misrøkir skyldur sínar eftir § 8 a, stk. 2, § 8 c, stk. 1 og 2, § 8 e, § 32, § 54, stk. 1, 2 og 4, § 58, § 72 ella eftir reglum, settar í gildi við heimild í § 71, stk. 1.”
37) 1) Í § 67 verður orðingin “ella hefti” strikað.
38) 2) § 68 verður orðað soleiðis:
“§ 68. Í reglum, sum verða ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, kann ásetast revsing við bót fyri brot á hesar.”
39) 1) § 69, stk. 3 verður strikað.
40) 1) Í § 71, stk. 1 verður “, fríari ferð við uppihaldi í ávísum førum heimsending av hýrupeningi fyri rokning landsins og ábyrgd” strikað.
41) 1) Aftaná § 71 verður sett:
“§ 71 a. Reiðarin á einum skipi hevur skyldu til at veita fíggjarliga trygd fyri rindan fyri heimferðarútreiðslur v.m., sum eru fevndar av reglunum í § 6, stk. 6, § 8, stk. 1, § 10, stk. 4, §§ 11-14, § 18, stk. 2, § 19, § 30, § 43, § 46, stk. 2 og § 47.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fría heimferð við uppihaldi eftir teimum ásetingum, sum eru nevndar í stk. 1, og um ta fíggjarligu trygdina.
§ 71 b. Sjóvinnustýrið tryggjar ókeypis telemedisinska ráðgeving til handilsskip.”
42) 1) Aftaná § 72 verður sett:
“§ 72 a. Sjóvinnustýrið hevur sambært § 2, stk. 4 í løgtingslógini um trygd á sjónum eftirlit við, at hendan lóg og reglur, settar í gildi við heimild í hesi lóg, verða yvirhildnar.
Stk. 2. Sambært § 17, stk. 2 í løgtingslógini um trygd á sjónum útgevur Sjóvinnustýrið neyðug loyvisbrøv og próvskjøl eftir hesi lóg.
§ 72 b. Skip, ið verða nýtt vinnuligt, sum eru 500 BT ella meira, og eru skrásett í eini føroyskari skipaskráseting, kunnu ikki vera í altjóða sigling uttan so, at tey hava eitt loyvisbræv og tilhoyrandi samsvarsskjal sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC). Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvørji viðurskifti loyvisbrævið og samsvarsskjølini skulu fevna um.
Stk. 2. Um skipið er góðkent sambært koduni um tryggan skiparakstur (ISM), kunnu loyvisbrævið og samsvarsskjalið sambært stk. 1 bert verða útflýggjað honum, sum samsvarsskjalið sambært koduni um tryggan skiparakstur (ISM) er útflýggjað til. Sjóvinnustýrið kann í serligum førum geva undantak frá 1. pkt.
Stk. 3. Loyvisbrævið og samsvarsskjalið viðvíkjandi starvsviðurskiftunum hjá sjófólki skulu vera umborð og eftir umbøn verða víst myndugleikunum.
Stk. 4. Stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri fiskiskip.”
43) 1) § 73 verður orðað soleiðis:
“§ 73. § 13, § 21, stk. 1, § 26, § 29, stk. 2 og 3, § 35, § 37, § 39, § 40, § 41, § 42, § 43, § 48 og § 53, stk. 1, 2. pkt. eru ikki galdandi fyri fiskiskip.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) 1) Allastaðni í løgtingslógini verður orðingin “Skipaeftirlitið” í øllum endingum og vendingum broytt til: “Sjóvinnustýrið” í øllum endingum og vendingum.
2) 1) Í § 2, stk. 4 verður ásett sum 2. pkt.:
“Sjóvinnustýrið hevur somuleiðis umsjón við, at viðurskifti, fevnd av ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC), sum eru ásett í ella sambært hesi lóg, ella í aðrari lóggávu, verða hildin, sbr. tó stk. 3.”
3) 1) Í § 4 verður aftaná stk. 1 sett:
“Stk. 2. Sjóvinnustýrið hevur somuleiðis heimild at krevja, at viðurskifti, ið eru í ósamsvari við ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC), og sum eru ásett í ella sambært hesi lóg, ella í aðrari lóggávu, skulu fáast í rættlag beinanvegin ella eftir nærri ásettari freist.”
4) 1) § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um trygdar-, bruna- og bjargingarskipanir umborð, um heilsuviðurskifti og reinføri, um fyribyrging fyri havdálking, um útbúgving teirra, ið hava ábyrgd av sjúkraviðgerðini, um kanningar av heilsuumhvørvi og um skyldurnar hjá reiðara og øðrum arbeiðsgevarum í hesum sambandi.”
5) 1) § 8 verður orðað soleiðis:
“Til vernd teirra, ið arbeiða umborð, og sum ikki koma undir lóg um arbeiðsumhvørvi, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um arbeiðsumhvørvi umborð, undir hesum um hjálpitól og tilfar, ið nýtt verða í arbeiði umborð, um innrætting, merking, brúk og viðlíkahald av hesum tólum og tilfari, um trygdararbeiði og um skyldurnar hjá reiðara og øðrum arbeiðsgevarum í sambandi við arbeiðs-, livi-, trygdar- og heilsuumstøðurnar umborð.”
6) 1) Í § 14 verður aftaná stk. 1 sett:
“Stk. 2. Fyri útlendsk skip, sum sambært § 1, stk. 2 eru fevnd av lógini, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um viðurskifti, fevnd av ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC).”
7) 1) Í 17 verður aftaná stk. 1 sett:
“Stk. 2. Sjóvinnustýrið veitir somuleiðis loyvisbrøv og onnur próvskjøl sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC). Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi, undir hesum um gjald fyri útflýggjan av loyvisbrøvum og próvskjølum.”
8) 1) Í § 18 verður aftaná stk. 3 sett:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um viðgerð av klagum frá sjófólki ella fakfeløgum teirra um viðurskifti, fevnd av ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC), herundir eisini um, at tað ikki skal upplýsast fyri reiðaranum, skiparanum ella teirra umboðum, at ein eftirlitsvitjan umborð á einum skipi er orsakað av tílíkari klagu.”
9) 1) Í § 33 verður aftaná stk. 2 sett:
“Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann harumframt eisini seta skipi siglingarbann, um tað umborð verða staðfest álvarsom ella afturvendandi brot á viðurskifti, fevnd av ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC), ásett í ella sambært hesi lóg, ella í aðrari lóggávu.”
10) 1) § 38 verður orðað soleiðis:
“Sjóvinnustýrið kann boða øðrum londum, feløgum fyri reiðarar og sjófólk, klassafeløgum v.m. frá, at skip hava fingið siglingar- ella havnabann, eins og Sjóvinnustýrið eisini kann almannakunngera upplýsingar um skip, ið hava fingið tílíkt bann, íroknað navn á klassa og grundgevingar fyri banninum, herundir eisini brot á ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC).”
11) 1) Í § 49 verður aftaná stk. 4 sett:
“Stk. 5. Tá revsiábyrgd verður áløgd løgfrøðiligum persónum, verða persónar, sum annar enn reiðarin hevur sett umborð á skipið at arbeiða, eisini mettir at vera knýttir at reiðaranum.”
§ 3
Í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) 1) Allastaðni í løgtingslógini verður orðingin “Sjóvinnufyrisitingin” í øllum endingum og vendingum broytt til: “Sjóvinnustýrið” í øllum endingum og vendingum.
2) 1) Í § 5, stk. 1 verður í “Talva 2” undir “Aðrir stýrimenn” ístaðin fyri (STCW-regl. II/2 as Watchkeeping Officer) ásett:
“(STCW-regl. II/1 as Watchkeeping Officer)”.
3) 1) Í § 7, stk. 1 verður aftaná 3. pkt. sett:
“Eingin undir 18 ár má verða settur í arbeiði sum skipskokkur.”
4) 1) § 7, stk. 3 verður orðað soleiðis:
”Stk. 3. Á skipum, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS), verður loyvt at vera í starvi sum skipskokkur uttan føroyskt sjóvinnubræv, um viðkomandi kann prógva:
1) at hava lærutíð í tilsamans 48 mánaðir í kokkayrkinum, av hesum í minsta lagi 24 mánaðir á havskipum ella
2) at hava eina kokkaútbúgving við viðkomandi innihaldi frá einum góðkendum skúla og harumframt í minsta lagi 5 mánaða tænastu sum kokkur á havskipum. Umsókn um loyvi sbrt. nr. 1 ella 2 verður send Sjóvinnustýrinum, sum skrivar út eina váttan um, at persónurin kann starvast sum skipskokkur við føroyskt skrásettum skipi.”
5) 1) Í § 7 verður aftaná stk. 3 sett:
“Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um útbúgvingarkrøv til persónar, sum gera mat ella hjálpa til við at gera mat umborð á einum skipi.”
6) 1) § 10, stk. 1, nr. 3 og 4 verða strikað, og í staðin verður ásett:
“3) manning umborð á ferðamannaskipum,
4) yvirmenn og manning umborð á olju-, kemikaliu- og gasstangaskipum og
5) kokkar og onnur starvsfólk, sum fáast við at gera mat umborð.”
7) 1) § 17, stk. 2 verður strikað og í staðin verður sett:
”Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi, um annað felag ella persónur útinnir nakrar av uppgávunum ella skyldunum vegna reiðaran ella skiparan.
Stk. 3. Er eitt samsvarsskjal útskrivað sambært koduni um tryggan skiparakstur (ISM) ella eitt loyvisbræv sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) til eitt annað felag ella persón, hevur stk. 1 samsvarandi gildi fyri viðkomandi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tær ásetingar, ið eru nevndar í stk. 1-3, herímillum áseta serlig samskiftis- og málkrøv.”
8) 1) Í kapittli 7 verður aftaná § 23 sett:
“Kæra
§ 23 a. Avgerð hjá Sjóvinnustýrinum eftir hesi lóg ella eftir reglum, settar í gildi við heimild í hesi lóg, kann verða kærd til landsstýrismannin innan 4 vikur frá tí degi, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, sbr. tó § 23.”
9) 1) Í § 24 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
”Stk. 2. Hevur reiðarin heilt ella lutvíst latið sínar skyldur eftir § 17, stk. 1, nr. 1 ella 2 til annað felag ella persón at umsita, hevur stk. 1 samsvarandi gildi, um skyldurnar ikki verða hildnar.”
Stk. 2 verður hereftir stk. 3.
10) 1) Í § 24, stk. 2, sum verður stk. 3, verður ”§ 25, stk. 4” broytt til: ”§ 25, stk. 5.”.
11) 1) Í § 25 verður aftaná stk. 3 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Stk. 1-3 hava samsvarandi gildi, um annað felag ella persónur útinnir uppgávur ella skyldur reiðarans ella skiparans vegna, sbr. § 17, stk. 2 og 3.”
Stk. 4 verður hereftir stk. 5.
12) 1) Í § 25, stk. 4, 1. pkt., sum verður stk. 5, 1. pkt., verður ”§ 17, stk. 2” broytt til: ”§ 17, stk. 4.”
13) 1) § 26 verður orðað soleiðis:
”§ 26. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.”
14) 1) Í kapittli 7, verður aftaná § 26 sett:
”§ 26 a. Sum liður í eftirlitinum sambært løgtingslógini um trygd á sjónum hevur Sjóvinnustýrið eisini eftirlit við, at krøv sambært MLC sáttmálanum, sum eru ásett í ella sambært hesi lóg, verða hildin.”
§ 4
Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, undir hesum at ásetingar í hesi løgtingslóg fáa ymiska gildiskomu.
Stk. 2. Persónur, sum hevur fingið góðkenning sum kokkur sambært § 7, stk. 3 í løgtingslóg um manning av skipum, áðrenn hendan løgtingslóg kemur í gildi, varðveitir hesa góðkenning.
Tórshavn, 30. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 111/2010