Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mai 2003Nr. 72
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 3, § 3, stk. 1, § 6, stk. 2, 3, 5 og 6, § 7, stk. 2, 3 og 4, § 8, stk. 1 og § 10, stk. 3 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”.
2) Í § 3, stk. 2, § 5, stk. 3, § 6, stk. 7 og § 8, stk. 2 verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”.
3) Í § 5, stk. 2 verður “leiðsluni fyri sjúkrahúsverkið” broytt til: “landsstýrismanninum”.
4) Í § 5, stk. 5 verða orðini “í tann mun, serkønir læknar eru á staðnum, eftir tilráðing frá leiðsluni á sjúkrahúsverkinum” broytt til: “eftir góðkenning frá landsstýrismanninum”.
5) Aftan á § 6 verður sett:
“§ 6 a. Ásetingin í § 6 fevnir eisini um tann persón, sum gevur gagn ella merg til annan ella verður kannaður við tí fyri eyga at geva gagn ella merg til annan.
Stk. 2. Sjúkrahúsverkinum verður heimilað at endurrinda tí persóni, sum gevur gagn ella merg til annan ella verður kannaður við tí fyri eyga at geva gagn ella merg til annan, mista arbeiðsinntøku.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu arbeiðsinntøkurnar eftir stk. 2 verða roknaðar, og reglur um mannagongdir fyri, hvussu mistar arbeiðsinntøkur verða endurgoldnar.”
6) Í § 7, stk. 2 verða orðini “við samtykt frá sjúkrahúsverkinum” strikað.
7) Í § 7, stk. 3 verða orðini “við samtykt frá sjúkrahúsverkinum,” strikað.
8) § 8, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin kann áseta í kunngerð, at ferðaendurgjald bert verður veitt, tá útreiðslurnar eru omanvert eina nærri ásetta upphædd.”
9) § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Avgerðir, ið tiknar verða sambært hesi løgtinglóg um rætt til viðgerð, flutning ella ferðaendurgjald, kunnu kærast til landsstýrismannin.”
10) § 11 verður tikin av.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó hevur § 1, nr. 5 virknað frá 1. januar 2003.
Tórshavn, 6. mai 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 109/2002