Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mai 2014Nr. 72
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
(Avlamisparkering, gildistíð hjá koyrikorti og prutl v.m.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um ferðslu sbrt. løgtinglógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 30. apríl 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, III, C. Motoramboð, verður parturin: "Motorakfør verða sundurbýtt í:” “litra a), b) og c)", flutt undir partin "A. Motorakfar:" sum 2. reglubrot.
2. Í § 2, III, verður litra c) Prutl (súkkla við hjálpimotori), sum flutt undir A. Motorakfør:, orðað soleiðis:
"c) Prutl: Motorakfar á tveimum ella trimum hjólum við motori, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 ella við elmotori, og við eini konstruktivt ásettari ferð sum í mesta lagi er 45 km/t. Prutl verða flokkað í stórt prutl við eini konstruktivt ásettari ferð, sum er meira enn 30 km/t og lítið prutl við eini konstruktivt ásettari ferð, sum í mesta lagi er 30 km/t."
3. § 15, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Ongin hvørs blóð, meðan ella aftaná koyrt verður, hevur í sær evni, ið ávirka tilvitið, sum sambært reglum, ásettum av landsstýrismanninum, eru flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina, má føra ella royna at føra motordrivið akfar. Ásetingin í 1. pkt. er á sama hátt galdandi fyri evnir, sum viðkomandi hevur tikið sambært eini lógligari ávísing, um hetta ikki er gjørt í samsvari við ávísingina."
4. Í § 16, stk. 3 verður: "súkklu við hjálpimotori (prutl)" broytt til: "prutl".
5. § 18, stk. 3 verður orðað soleiðis:
"Stk. 3. Koyrikort til lítið prutl kann verða latið persóni, ið hevur fylt 15 ár og lýkur tey krøv, ið sett eru í stk. 2, nr. 2 og 3. Lítið prutl kann harumframt verða koyrt av persónum, sum hava koyrikort til stórt prutl, motorsúkklu ella bil. Landstýrismaðurin setir reglur um treytirnar fyri at fáa útgivið koyrikort til lítið prutl."
6. Í § 18, stk. 8 verður í 3. pkt. "prutl" broytt til: "lítið prutl".
7. Í § 18 verður sum stk. 11 sett:
"Stk. 11. Koyrikort til stórt prutl kann verða latið persóni, ið hevur fylt 16 ár og lýkur tey krøv, ið sett eru í stk. 2, nr. 2 og 3. Stórt prutl kann harumframt verða koyrt av persónum, sum hava koyrikort til motorsúkklu ella bil."
8. Yvirskriftin yvir § 18 a verður orðað soleiðis:
"Koyrikort til traktor, motoramboð og lendisakfar"
9. Í § 18 a, stk. 4 verður: "Motorsúkkla við slagvolumen upp á ikki yvir 50 cm3 og við eini konstruktivt ásettari ferð upp á í mesta lagi 45 km/t og" strikað, og "lendisakfar" verður broytt til: "Lendisakfar".
10. § 18 b, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Koyrikort verður útgivið við 15 ára gildistíð, tó í mesta lagi til handhavin hevur fylt 70 ár. Um viðkomandi hevur fylt 65 ár, men ikki 70 ár, tá koyrikortið verður útgivið, verður koyrikortið útgivið við 5 ára gildistíð. Fyri koyrikort til tey motorakfør, ið nevnd eru í § 18, stk. 4, kann landsstýrið seta styttri gildistíð."
11. Í § 18 c, stk. 4 verða 2. og 5. pkt. strikað.
12. Aftan á § 30 b, verður sett:
"§ 30 c. Fyri stórt prutl má ferðin uttan mun til § 30 a ongantíð fara upp um 45 km/t.
Stk. 2. Fyri lítið prutl má ferðin uttan mun til § 30 a ongantíð fara upp um 30 km/t."
13. Í § 31 a, stk. 1, 3. pkt. verður "prutl" broytt til: "lítil prutl".
14. Í § 31 c, stk. 2 verður "prutl" broytt til: "lítil prutl".
15. Í § 33, stk. 3 verða 3., 4. og 5. pkt. orðað soleiðis:
"Motordrivið akfar, undantikið tvíhjólað prutl og tvíhjólað motorsúkkla uttan síðuvogn og viðfest akfar, skal avmerkjast við einum ávaringartrýkanti. Hesin skal setast soleiðis, at koyrandi, sum nærkast, verða ávarað í góðari tíð. Landsstýrismaðurin fyrisetur nærri reglur um ávaringarskipanina."
16. § 33 a, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
"1) á gonguteigi ella út fyri útkoyring frá súkklubreyt ella innan fyri fráleika upp á 10 m framman fyri gonguteiginum ella útkoyringini,".
17. Í § 34, stk. 2 verður 4. pkt. strikað, og í stk. 3 verður 3. pkt. strikað.
18. Í § 34 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtslu av skaðablunki.”
19. Í § 35 a, stk. 1, 3. pkt. verður aftaná "koyriljós" sett: "ella tokulyktir, ið venda frameftir".
20. Í § 35 d, stk. 2 verður "tvíhjólaðari súkklu við hjálpimotori (prutli)" broytt til: "tvíhjólaðum prutli".
21. § 39, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Í bil, undantikið liðbuss, kann bert eitt viðfest akfar koplast. Í motorsúkklu, undir hesum motorsúkklu við síðuvogni, sbrt. stk. 2, kann bert ein viðfestur vognur ella eitt viðfest amboð koplast. Í stórt prutl kann bert ein viðfestur vognur koplast. Í traktor og motoramboð kunnu koplast tveir viðfestir vognar ella ein viðfestur vognur og eitt viðfest amboð. Í lítið prutl kann ikki koplast viðfest akfar."
22. Í § 39, stk. 3, 2. pkt. verður "pkt. 2." broytt til: "4. pkt."
23. § 44, stk. 3 verður strikað.
Stk. 4-7 verða eftir hetta stk. 3-6.
24. Sum yvirskrift yvir § 46 c verður sett:
“Serligar reglur fyri fólk við avlamni”
25. § 46 c verður orðað soleiðis:
"§ 46 c. Fólk við avlamni, ið sjálvt koyrir koyristól, kann, um koyrt verður við vanligari gonguferð, nýta gongubreyt ella vegøksl og gonguteig og verður tá at rokna sum ein, ið er til gongu."
26. Aftaná § 46 c, verður sett:
"§ 46 d. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um undantøk frá ásetingunum í lógini fyri fólk við avlamni, tá tað av ferðslutrygdarávum verður mett forsvarligt. Landsstýrismaðurin kann harumframt áseta reglur, sum heilt ella lutvíst veita fólki við avlamni undantak frá reglunum um parkering og steðg, ásett sambært § 47, stk. 3.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja fyrisitingina av teimum í stk. 1 ásettu reglum um undantøk frá at fylgja ásetingunum um parkering og steðg fyri ávís fólk við avlamni til ein einskildan felagsskap. Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi áseta nærri reglur um kærumøguleikar og gjald til felagsskapin fyri útvegan av loyvum, og áseta reglur fyri virksemi hjá felagsskapinum í sambandi við fyrisitingina av uppgávunum."
27. Í § 57 verður "súkklum við hjálpimotorum (prutlum)" broytt til: "prutlum".
28. Í § 58, stk. 1 verður aftaná "motorakfari" sett: "stórum prutli,".
29. § 58, stk. 3, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
"Rúsdrekkakoyring og brot á § 15, stk. 1 ella 2 við lítlum prutli verður revsað við sekt."
30. Í § 58 a, stk. 1, nr. 1 verður "§ 16, stk. 5-6," broytt til: "§ 16, stk. 4-5,".
31. Í § 58 a, stk. 1, nr. 1 verða "§§ 30 a-b" broyttar til: "§§ 30 a-c".
32. Í § 58 a, stk. 3, verða "§§ 30 a og 30 b" broytt til: "§§ 30 a, 30 b og 30 c".
33. Í § 58 b verður sum nýtt stk. 2 sett:
"Stk. 2. Eitt prutl, sum er konstruktivt broytt við tí fyri eyga at økja um ferðina, ella sum er í slíkum ólógligum standi, at tað, tá tað snýr seg um lítið prutl, kann koyra við 43 km/t ella meira, og tað, tá tað snýr seg um stórt prutl, kann koyra við 64 km/t ella meira, skal dragast inn, um eigarin (nýtarin) av prutlinum tvær ferðir áður innan fyri tey seinastu 3 árini, áðrenn nýggja brotið er framt, hevur gjørt seg sekan í líknandi broti á § 4, stk. 2. Sloppið kann vera undan inndrátti, um serligar orsøkir tala fyri hesum."
Stk. 2 og 3, verða eftir hetta stk. 3 og 4.
34. Í § 58 e verður sum stk. 9 sett:
"Stk. 9. Landsstýrismaðurin kann áseta, at eftirlitið við, at reglurnar, ið nevndar eru í stk. 1, verða hildnar, heilt ella partvíst verður latið viðkomandi bý- ella bygdaráði eftir samráðing at umsita. Landsstýrismaðurin setur greiniligari reglur um starvið hjá kommunalum parkeringsvørðum.”
35. Í § 58 g, stk. 1 verður "§ 59 a, stk. 1, nr. 3, 4 ella 5, stk. 4 ella stk. 5," broytt til: "§ 59 a, stk. 1, nr. 3, 4, 5, 6 ella 8, stk. 2, nr. 2, 3, 4 og 8, stk. 4, stk. 5 ella § 59 i, stk. 1, nr. 2, 3, 4 ella 5 ella stk. 3, nr. 1, 2 ella 4,".
36. Í § 59 verður "prutl," broytt til: "lítið prutl".
37. § 59 a, stk. 1, nr. 4 verður orðað soleiðis:
"4) hann við einum av teimum í § 30 b ella § 30 c, stk. 1 nevndu akførum hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 20 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbrt. §§ 30 a, 30 b, 30 c, stk. 1 ella 47."
38. Í § 59 a, stk. 1, nr. 6 verður aftan á "§ 15, stk. 1," sett: "2. pkt.,".
39. Í § 59 a, stk. 1 verður sum nr. 8 sett:
"8) hann hevur nýtt eitt stórt prutl, sum er konstruktivt broytt við tí fyri eyga at økja um ferðina, ella sum er í slíkum ólógligum standi, at tað kann koyra við 64 km/t ella meira, og sum førarin er eigari (nýtari) av, og førarin eina ferð áður innan tey seinastu 3 árini, áðrenn tann nýggi tilburðurin varð framdur, hevur gjørt seg sekan í broti á § 4, stk. 2 við at vera eigari (nýtari) av einum stórum prutli í slíkum ólógligum standi."
40. Í § 59 a, stk. 2, nr. 2 verður "stk. 1, nr. 1-5" broytt til: "stk. 1, nr. 1-6".
41. § 59 a, stk. 2, nr. 4 verður orðað soleiðis:
"4) við einum av teimum í § 30 b ella § 30 c, stk. 1 nevndu akførum hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 40 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbrt. §§ 30 a, 30 b, 30 c, stk. 1 ella 47,".
42. § 59 a, stk. 2, nr. 5 verður orðað soleiðis:
"5) hevur framt brot á § 15, stk. 1, 1. pkt., ella undir herðandi umstøðum hevur framt brot á § 15, stk. 2,".
43. § 59 a, stk. 4, nr. 6 verður orðað soleiðis:
"6) koyring við einum av teimum í § 30 b ella § 30 c, stk. 1 nevndu akførum og førarin hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 15 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbr. § 30 a, § 30 b, § 30 c, stk. 1 ella § 47."
44. Í § 59 a, stk. 4 verður sum nr. 7 sett:
“7) § 36, stk. 3, 1. pkt., og tann ferðandi í last- ella vørurúmi í akfari ikki er fyltur 15 ár.”
45. Aftan á § 59 h, verður í kap. VII sett:
"Frádøming av førararætti
Lítið prutl
§ 59 i. Rætturin til at koyra lítið prutl, sum koyrikort krevst til, skal treytað frádømast førara av lítlum prutli, um
1) hann við stórum fyrilitarloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí,
2) hann við lítlum prutli hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 20 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri lítið prutl, sbr. § 30 a, § 30 c, stk. 2, ella § 47,
3) hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring, og alkoholstyrkin í blóðinum er 0,50 promillu ella lægri, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini ikki er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft,
4) hann hevur framt brot á § 15, stk. 1, 2. pkt., ella framt brot á § 15, stk. 2, sum ikki er fevnt av stk. 3, nr. 2, ella
5) tað við brotinum nýtta prutlið er konstruktivt broytt við tí fyri eyga at økja um ferðina, ella sum er í slíkum ólógligum standi, at tað kann koyra 43 km/t ella meira, og førarin harafturat er eigari (nýtari) av prutlinum.
Stk. 2. Treytað frádøming verður gjørd við teimum treytum, at viðkomandi í eini royndartíð upp á 3 ár frá endaligum dómi ella viðtøku eftir § 58 g, stk. 1 ella stk. 3 ikki koyrir lítið prutl undir slíkum umstøðum, at rætturin til at koyra lítið prutl skal frádømast honum. Við treytaðari frádøming verður ásetingin av frádømingartíðini útsett.
Stk. 3. Rætturin til at koyra lítið prutl, sum koyrikort krevst til, skal frádømast førara av lítlum prutli treytaleyst fyri eitt tíðarskeið upp á millum 6 mánaðir og 10 ár, um
1) hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring, og alkoholstyrkin í blóðinum er hægri enn 0,50 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft,
2) hann hevur framt brot á § 15, stk. 1, 1. pkt., ella undir herðandi umstøðum hevur framt brot á § 15, stk. 2,
3) hann við vilja hevur volt skaða á annan persón ella lut, við vilja hevur elvt til nærliggjandi vanda fyri hesum ella annars hevur koyrt prutlið á serliga fyrilitaleysan hátt,
4) hann við lítlum prutli hevur koyrt við ferð, ið fer meira enn 40 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri lítið prutl, sbr. § 30 a, § 30 c, stk. 2, ella § 47,
5) hann hevur gjørt seg sekan í fleiri tilburðum, ið hvør sær eru fevndir av stk. 1, tó so at tveir tilburðir, fevndir av ávikavist stk. 1, nr. 2 og 5, sum eru framdir samstundis, verða í hesum sambandi at meta sum ein tilburður,
6) førarin áður er frádømdur rættin at koyra lítið prutl treytað og hevur í royndartíðini framt ein nýggjan tilburð, sum er fevndur av stk. 1, ella
7) førarin áður er frádømdur rættin at koyra lítið prutl treytaleyst og hevur framt ein nýggjan tilburð, sum er fevndur av nr. 1-4 ella stk. 1, áðrenn 2 ár eftir, at frádømingartíðin er runnin.
Stk. 4. Er førarin, sum treytaleyst er frádømdur rættin vegna rúsdrekkakoyring at koyra lítið prutl eftir stk. 3, undir 18 ár, tá gerðin varð framd, verður tíðarskeiðið, har viðkomandi í samsvari við aldurin kann ogna sær koyrirætt, harafturat útsett í 6 mánaðir, hvat viðvíkur koyrikortum við treyt um 18 ára aldur. Tó kann koyrikort til stórt prutl ikki ognast, fyrrenn frádømingartíðin til lítið prutl er lokin, roknað frá tí degi, tá koyrirætturin er inndrigin. Er førarin undir 18 ár, tá málið verður avgjørt, og hann hevur ognað sær koyrirætt til stórt prutl, verður førararætturin til stórt prutl frádømdur treytaleyst fyri sama tíðarskeið, sum frádømingartíðin fyri lítið prutl. Er førarin 18 ár og eldri og hevur ognað sær koyrirætt til onnur motordrivin akfør enn lítið prutl, tá málið verður avgjørt, verður førararætturin til onnur motordrivin akfør enn lítið prutl frádømt treytaleyst í 6 mánaðir. Ásetingin í § 18 c, stk. 3 verður í hesum føri ikki nýtt. Undir serligum umstøðum kann verða latið vera við at frádøma førararættin.
Stk. 5. Undir serliga linnandi umstøðum kann frádøming verða treytað í førum, har frádøming eftir stk. 3 annars skuldi verið treytaleys.
Stk. 6. Fremur førarin, sum er frádømdur rættin treytaleyst at koyra lítið prutl, í frádømingartíðini ein nýggjan tilburð, sum er fevndur av stk. 1 ella stk. 3, nr. 1-4, kann tað verða ásett ein eyka freist ella frádøming eftir stk. 4. Samlaða útsetingin ella frádømingin eftir stk. 4 kann tó ikki fara út um 2 ár. Hevur koyrirætturin verið frádømdur í einum samanhangandi tíðarskeiði upp á 1 ár ella meira eftir stk. 4, kann koyrirætturin bert verða endurtikin, um so er, at viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd. Sama ger seg galdandi, um tað við umsókn um endurtøku av koyrirættinum eru liðin meira enn 1 ár, roknað frá byrjunartíðarskeiðinum fyri frádømingina. Ásetingarnar í § 18 c, stk. 3, 1., 3. og 4. pkt. verða nýttar samsvarandi."
46. Í § 64 a verður stk. 3, orðað soleiðis:
“Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan ella umskoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina ella umskoðanina, skal eyka gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið fyri tíðarvísa skoðan, sbr. § 64 b, stk. 1. Hóast ásetingina í 1. pkt., skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.”
47. Í § 64 b, stk. 1, nr. 1 verður aftaná "Motorsúkkla" sett: "og stórt prutl".
48. Í § 64 b verður stk. 3 orðað soleiðis:
“Stk. 3. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan ella umskoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina ella umskoðanina, skal eyka gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum árliga gjaldið, sbr. stk. 1. Hóast ásetingina í 1. pkt., skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.”
49. Í § 64 c verður stk. 4, orðað soleiðis:
“Stk. 4. Um ikki verður møtt til ásetta skoðan ella umskoðan, og ikki er boðað frá í seinasta lagi gerandisdagin áðrenn ásettu skoðanina ella umskoðanina, skal eyka gjald verða goldið, ið er sama upphædd sum gjaldið fyri umbidna skoðan, sbr. stk. 1. Hóast ásetingina í 1. pkt., skal ikki verða goldið, um fráveran er orsakað av sjúku, ið er váttað av lækna, ella um aðrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi.”
50. Í § 64 i stk. 1, verður yvirskriftin í nr. 1 orðað soleiðis:
"1) Bólkur A1 - lítil motorsúkkla:".
51. Í § 64 i, stk. 1 verður yvirskriftin í nr. 2 orðað soleiðis:
"2) Bólkur A2 - meðalstór motorsúkkla:".
52. Í § 64 i, stk. 1 verður nr. 3 orðað soleiðis:
"3) Bólkur A - stór motorsúkkla:
a) Fyrsta roynd: kr. 550
b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.
c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð."
53. Í § 64 i, stk. 1 verður yvirskriftin í nr. 6 orðað soleiðis:
"6) Bólkur C1 - lítil lastbilur og bólkur C - stórur lastbilur:".
54. Í § 64 i, stk. 1 verður yvirskriftin í nr. 7 orðað soleiðis:
"7) Bólkur D1 - lítil bussur og bólkur D - stórur bussur:".
55. Í § 64 i, stk. 1 verður yvirskriftin í nr. 8 orðað soleiðis:
"8) Bólkur D1 og bólkur D - vinnuligur fólkaflutningur:".
56. Í § 64 i, stk. 1 verður yvirskriftin í nr. 10 orðað soleiðis:
"10) Bólkur C1 + E - lítil lastbilur íkoplað stórt viðfestiakfar og bólkur C + E - stórur lastbilur íkoplað stórt viðfestiakfar:".
57. Í § 64 i, stk. 1 verður yvirskriftin í nr. 11 orðað soleiðis:
"11) Bólkur D1 + E - lítil bussur íkoplað stórt viðfestiakfar og bólkur D + E - stórur bussur íkoplað stórt viðfestiakfar:".
58. § 64 i, stk. 1, nr. 12 verður orðað soleiðis:
"12) Bólkur AM, koda 175 - lítið prutl:
a) Fyri persónar yngri enn 18 ár: kr. 150.
b) Fyri persónar 18 ár og eldri:
i) Fyrsta roynd: kr. 550.
ii) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.
iii) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð."
59. Í § 64 i, stk. 1 verður aftaná nr. 12 sum nýtt nr. sett:
"13) Bólkur AM - stórt prutl:
a) Fyrsta roynd: kr. 550
b) Fylgjandi ástøðisroynd: kr. 300 hvørja ferð.
c) Fylgjandi verklig roynd: kr. 400 hvørja ferð."
Nr. 13 verður eftir hetta nr. 14.
60. § 64 k, nr. 3 verður orðað soleiðis:
"3) Fyri endurnýggjan av koyrikorti til lítlan lastbil, lastbil, lítlan buss, buss og ávikavist lítlan lastbil, lastbil og lítlan buss við stórum viðfestiakfari fyri umsøkjarar, sum hava fylt 50 ár, men ikki 70 ár: kr. 250."
61. § 64 m verður orðað soleiðis:
“§ 64 m. Avgerðir hjá Akstovuni, tiknar við heimild í hesi lóg, ella reglum, givnar við heimild í hesi lóg, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann leggja uppgávur sambært lógini til annan almennan stovn ella til ein einskildan felagsskap og avgera, at kærur um avgerðir hjá hesum kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
Stk. 3. Kærur um parkeringsgjøld, áløgd av kommunalum parkeringsvørðum, sambært reglum í hesi lóg, kunnu innan 4 vikur eftir, at gjaldið er fráboðað viðkomandi, kærast til viðkomandi kommunu.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 10 og 15 í gildi 1. juli 2014.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær § 1, nr. 2, 4-9, 12-14, 20-22, 27-29, 31-33, 36-37, 39, 41, 43, 45, 47, 50-60 og nr. 61 (§ 64 m, stk. 3), koma í gildi.
Tórshavn, 19. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 93/2013