Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mai 1997Nr. 72
Løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 6. mai 2003
§ 1.1) Við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna í sambandi við sjúku ella skaða, verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, sum eru undir skipanini við minstuløn. Somuleiðis verður landsstýrismanninum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, ið virka sum eygleiðarar umborð.
Stk. 2. Fiskimanni verður veitt sjúkratrygd sambært stk. 1, hóast ásetingarnar í § 1 í lovbekentgørelse nr. 102 af 02.03.1988 om dagpenge ved sygdom eller fødsel“, sum broytt við lóg nr. 393 frá 22.06.1993.
§ 2. Sjúkratrygdin er kr. 12.725,00 um mánaðin ella 1/30 av hesi upphædd um dagin, sum kann veitast persóni í mesta lagi í 2½mánað.
§ 3. Sjúkratrygd verður veitt persóni, sum fer sjúkur ella skaddur í land av fiskifari smb. § 1 og kann vísa fram læknaváttan og váttan frá skipara ella bátsformanni á tí fiskifari viðkomandi er vorðin sjúkur ella skaddur umborð á. Læknaváttanin verður rindað av skipanini við sjúkratrygd til fiskimenn.
Stk. 2. Doyr fiskimaður, meðan hann lýkur treytirnar í § 1, stk. 1, fær eftirsitandi hjúnafelagi ta trygd, sum fiskimaðurin átti í upp til 2½ mánaða.
§ 4. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 6. mai 2003, har § 2 er soljóðandi: “Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk 2. Persónar, ið hava latið inn umsókn, áðrenn lógin kemur í gildi, eru eisini fevndir av ásetingini í § 1.”