Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2020Nr. 72
Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 19. desember 2023
Kapittul 1
Endamál og skyldur myndugleikans
§ 1. Endamálið við hesi løgtingslóg er at menna og endurmenna við at veita:
1) ráðgeving til tess at fyribyrgja sosialum trupulleikum,
2) veiting til persón, ið ikki á annan hátt kann útvega sær og familjuni tað neyðuga til uppihald, og
3) endurbót og sosialar tænastur til tess at fyribyrgja og bøta um avleiðingar vegna brek, sjúku ella víðfevndar sosialar trupulleikar.
Ráðgevingarskylda
§ 2. Almannaverkið skal veita persóni sosialfakliga ráðgeving um, hvør hjálp kann veitast sambært hesi løgtingslóg og í mun til aðra almannalóggávu.
Stk. 2. Ráðgevingin skal veitast, so at persónur í størst møguligan mun gerst sjálvbjargin og sjálvur kann loysa verandi og framtíðar fíggjarligar avbjóðingar, undir hesum møguleikar fyri arbeiði ella útbúgving, ella at minka um fastar útreiðslur, ið fíggjarligt rúm ikki er fyri.
Stk. 3. Ráðgevingin skal eisini fevna um, hvør tænasta kann veitast sambært hesi løgtingslóg og í mun til tænastustøði, eins og Almannaverkið skal vísa á møguleikar fyri hjálp hjá øðrum myndugleikum og sjálvsognarstovnum. Ráðgevingarskyldan fevnir um ráðgeving til persónin sjálvan og til avvarðandi.
Stk. 4. Er talan um barn, ið hevur fingið brek ella varandi sjúku, skal Almannaverkið veita skjóta ráðgeving um, hvør hjálp kann veitast barninum og familjuni.
Stk. 5. Ráðgevingarskyldan hjá Almannaverkinum fevnir somuleiðis um uppleitandi arbeiði til persónar við víðfevndum sosialum trupulleikum.
Sosialfaklig meting, ætlan o.a.
§ 3. Hjálp sambært hesi løgtingslóg skal veitast soleiðis, at persónur í størst møguligan mun megnar at uppihalda sær sjálvum og liva eitt so sjálvstøðugt, støðugt og innihaldsríkt lív, sum til ber. Dentur verður lagdur á hesi viðurskifti hjá persóni:
1) persónlig viðurskifti,
2) uppihaldsgrundarlag,
3) virkisføri,
4) bústaðarviðurskifti,
5) sálarlig og kropslig heilsa, og
6) onnur sosial viðurskifti.
Stk. 2. Almannaverkið ger av, á hvønn hátt hjálpin sambært hesi løgtingslóg skal veitast. Avgerðin tekur støði í tørvi og ynski hjá tí einstaka, sosialfakligari meting og fíggjarliga rásarúminum fyri tænastu hjá myndugleikanum.
Stk. 3. Við støði í stk. 1 og 2 skal ein ætlan gerast fyri hvønn einstakan persón, sum hevur umfatandi og samansettan tørv á hjálp. Ætlanin verður gjørd í samráði við tann einstaka og skal fevna um, hvørjar veitingar og tænastur persónurin hevur tørv á, umframt endamálið við hesum. Ætlanin skal eisini fevna um væntaða longd á fyriskipanum, umframt skiftið frá einum lívsskeiði til næsta.
Stk. 4. Almannaverkið hevur ábyrgd av, at ætlanin sambært stk. 3 verður gjørd, og at hjálp og stuðul sambært hesi løgtingslóg, løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. verða samskipað. Í tann mun, at persónur eisini er undir fyriskipan ella ætlar undir fyriskipan hjá øðrum myndugleika ella sjálvsognarstovni, skal Almannaverkið samstarva og samskipa við myndugleikan ella sjálvsognarstovnin.
Fráboðanarskylda
§ 4. Starvsfólk, ið útinnir almenna tænastu ella starv, skal boða Almannaverkinum frá, tá tað í yrki sínum fær kunnleika um, at persónur hevur tørv á hjálp sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Fráboðanarskyldan er galdandi, tá persónur hevur tørv á ráðgeving, uppihaldsveiting, endurbót ella sosialari tænastu, orsakað av likamligum ella sálarligum breki, varandi sjúku, ella um viðkomandi á annan hátt livir undir ónøktandi viðurskiftum, eitt nú vegna víðfevndar sosialar trupulleikar.
Kapittul 2
Virkisøki
§ 5. Henda løgtingslóg er galdandi fyri persón, ið lógliga uppiheldur sær í Føroyum, og sum ikki hevur rætt til tænastu sambært aðrari lóggávu, og sum ikki kann uppihalda sær við øðrum inntøkum ella veitingum, samanber tó §§ 6, 7 og 11.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann persónur í fólkapensjónsaldri, ið er fevndur av løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., framhaldandi fáa tænastu sambært hesi løgtingslóg, um endamálið við tænastuni framhaldandi verður rokkið, tó undantikið tænastu sambært §§ 37 og 38.
§ 6. Persónur, ið uppiheldur sær uttan fyri Føroyar, hevur ikki rætt til veiting ella tænastu sambært hesi løgtingslóg. Landsstýrismaðurin kann tó áseta reglur um, hvørjar tænastur og veitingar fyribils kunnu veitast í øðrum landi og undir hvørjum treytum.
Stk. 2. Hevur persónur serligt tilknýti til Føroyar og á hesum grundarlagi ynskir at uppihalda sær í Føroyum í longri tíð, kann Almannaverkið, hóast persónurin, tá søkt verður, ikki er búsitandi í Føroyum, gera av at veita persóni hjálp sambært hesi løgtingslóg eftir, at hann er fluttur til Føroyar.
Uppihaldsveiting til útlendingar
§ 7. Hesir persónar hava rætt til longurvarandi uppihaldsveiting sambært hesi løgtingslóg:
1) persónur við donskum heimarætti,
2) persónur, ið er fevndur av sáttmála við onnur lond um sosiala trygd ella líknandi,
3) persónur við varandi uppihaldsloyvi, og
4) persónur, ið hevur fyribils uppihaldsloyvi við atliti at varandi uppihaldi í Føroyum.
Stk. 2. Longurvarandi uppihaldsveiting er uppihaldsveiting, ið er veitt, ella kann væntast at verða veitt, hálvt ár ella longur.
Stk. 3. Fær persónur, ið ikki er fevndur av stk. 1, tørv á longurvarandi uppihaldsveiting, hevur Almannaverkið skyldu at boða útlendingamyndugleikanum frá hesum soleiðis, at útlendingamyndugleikin kann meta um, um persónurin skal heimsendast. Tekur útlendingamynduleikin avgerð um, at persónurin ikki skal heimsendast, kann Almannaverkið játta viðkomandi longurvarandi uppihaldsveiting sbrt. treytunum í hesi løgtingslóg.
Stk. 4. Persónur, fevndur av norðurlendska sáttmálanum um almannahjálp og tænastur, ið hevur tørv á longurvarandi uppihaldsveiting, kann sendast heim, um familjuviðurskifti, tilknýti til heimlandið og viðurskiftini annars ikki tala ímóti hesum. Persónur, ið hevur búð í Føroyum seinastu trý árini, kann ikki sendast heim.
Stk. 5. Persónur, sum ikki hevur lógligt uppihald í Føroyum, ella sum bara hevur rætt til at uppihalda seg í Føroyum í upp til 3 mánaðir, kann bert fáa fíggjarligan stuðul til ferð til heimlandið.
§ 8. Persónur, ið hevur rætt til uppihaldsveiting sambært hesi løgtingslóg, kann fáa fíggjarligt ískoyti til flyting og ferð til útlandið, tá:
1) persónur við at flyta til útlandið er tryggjaður støðugt arbeiði, ella
2) persónur er ríkisborgari í ella hevur serligt tilknýti til útlandið.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann fíggjarligt ískoyti veitast persóni, ið er fluttur til Føroyar úr Danmark, Grønlandi ella øðrum Norðurlandi, og sum ynskir at flyta heimaftur.
§ 9. Fíggjarligt ískoyti til heimferð til Føroyar kann veitast persóni, ið hevur lógligt uppihald í Føroyum, tá hesin er komin í fíggjarliga trongstøðu í útlandinum, og viðurskiftini tala fyri at veita fíggjarligt ískoyti til heimferð.
Kapittul 3
Uppihaldsveiting
§ 10. Persónur hevur skyldu at uppihalda sær sjálvum, sínum hjúnafelaga og børnum, yngri enn 18 ár.
Stk. 2. Uppihaldsskyldan mótvegis hjúnafelaga heldur uppat við sundurlesing og hjúnaskilnað.
Stk. 3. Uppihaldsskyldan mótvegis børnum, yngri enn 18 ár, heldur uppat sambært hesi løgtingslóg, tá barnið sjálvt hevur uppihaldsskyldu mótvegis hjúnafelaga ella egnum barni.
Stk. 4. Almannaverkið kann, hóast uppihaldsskylduna hjá foreldrum, veita gentu, yngri enn 18 ár, ið er við barn, hjálp í viðgongutíðini. Hjálpin kann veitast frá tí, at 8 vikur eru til ásetta føðing.
§ 11. Persónur, ið orsakað av sjúku, viðgongu og føðing, samlívssliti, vantandi arbeiðsmøguleikum ella øðrum broytingum í sínum viðurskiftum, og sum í avmarkað tíðarskeið ikki megnar at uppihalda sær og síni familju, kann fáa fyribils uppihaldsveiting, um almannahendingin hevur við sær, at liviumstøðurnar versna munandi.
Stk. 2. Persónur, sum heilt ella partvíst er í fyriskipan hjá tí almenna eftir §§ 45 og 46 ella eftir aðrari lóggávu, kann fáa fyribils uppihaldsveiting.
Stk. 3. Persónur skal ikki megna at svara hvørjum sítt við øðrum inntøkum, og allir arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar skulu vera troyttir soleiðis:
1) at persónurin ikki hevur eitt hóskandi arbeiðstilboð ella tilboð um fyriskipan sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk,
2) at persónurin ikki kann átaka sær inntøkugevandi arbeiði, orsakað av arbeiðsbúgving sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk,
3) at tað av lækna er váttað, at persónurin er óarbeiðsførur, orsakað av sjúku ella skaða, ella framhaldandi arbeiði hevur við sær sannlíkindi fyri viknandi heilsustøðu, ella
4) at persónur, ið hevur uppihaldsskyldu mótvegis barni, ikki kann arbeiða vegna vantandi barnaansing.
§ 12. Fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 1 verður veitt soleiðis:
1) Persónur, sum býr einsamallur og hevur uppihaldsskyldu mótvegis barni, fær 90% av hægstu uppihaldsveiting.
2) Persónur, ið er sambúgvandi og hevur uppihaldsskyldu mótvegis barni, fær 70% av hægstu uppihaldsveiting.
3) Persónur, 25 ár og eldri, ið býr einsamallur og ikki hevur uppihaldsskyldu mótvegis barni, fær 75% av hægstu uppihaldsveiting.
4) Persónur, 25 ár og eldri, ið er sambúgvandi og ikki hevur uppihaldsskyldu mótvegis barni, fær 50% av hægstu uppihaldsveiting.
5) Persónur yngri enn 25 ár, ið ikki býr hjá einum ella báðum foreldrum og ikki hevur uppihaldsskyldu mótvegis barni, fær 40% av hægstu uppihaldsveiting.
6) Persónur, yngri enn 25 ár, ið býr hjá einum ella báðum foreldrum og ikki hevur uppihaldsskyldu mótvegis barni, fær 22% av hægstu uppihaldsveiting.
7) Persónur, sum er varðhaldsfongslaður ella settur í varðhaldslíknandi fyriskipan, situr dóm, ella er undir aðrari frælsisskerjandi fyriskipan sambært dómi, fær 7% av hægstu uppihaldsveiting.
Stk. 2. Persónur, sum fær fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 2, fær 60% av hægstu uppihaldsveiting.
Stk. 3. Bundna eftirlønargjaldið sambært løgtingslóg um eftirløn verður lagt afturat upphædd sambært. stk. 1 og 2.
Stk. 4. Fyribils uppihaldsveiting verður veitt frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin, og staðfest er, at treytirnar eru loknar. Veitingin er til uppihalds frameftir.
Stk. 5. Sambúgvandi sambært stk. 1, nr. 2 og 4 er persónur, sum býr saman við øðrum vaksnum persóni.
Stk. 6. 1) Hægsta uppihaldsveiting sambært stk. 1 og 2 er ásett í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum.
Varandi uppihaldsveiting
§ 13. Persónur, sum hevur varandi tørv á veiting til sítt og familjunnar uppihald, fær varandi uppihaldsveiting, ið samsvarar við 75% av hægstu fyribils uppihaldsveiting, tó ikki hægri enn veiting sambært § 12, stk. 1.
Stk. 2. Bundna eftirlønargjaldið sambært løgtingslóg um eftirløn verður lagt afturat upphædd sambært stk. 1.
§ 14. Treytin fyri at fáa tillutað varandi uppihaldsveiting sambært § 13 er, at persónur, av heilsuligum, sosialum ella øðrum orsøkum, ikki kann ávísast arbeiði.
Stk. 2. Verður mett, at hjúnafelagin við eini útbúgving kann geva eitt munandi íkast til familjunnar uppihald, kann stuðul til útbúgving veitast sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Fíggjarligt ískoyti til bústaðarútreiðslur
§ 15. Persónur, ið fær veiting sambært § 11, samanber § 12, stk. 1, nr. 1 og 2, og sum hevur fleiri enn tvey børn at uppihalda, kann í serligum føri fáa fíggjarligt ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur.
Stk. 2. Persónur, ið fær veiting sambært §§ 11 ella 13 og sum vegna týðandi likamligt ellar sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar má hava ávísan bústað, kann fáa fíggjarligt ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir fyri tillutan av fíggjarligum ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur sambært stk. 1 og 2.
§ 16. Fíggjarligt ískoyti kann fyribils veitast at rinda grundaðar útreiðslur til húsaleigu, tá persónur er í vanda fyri at verða settur úr leigubústaði. Treytin er, at persónur ikki hevur møguleika at rinda húsaleiguna við inntøku, ogn ella láni, og at ein fíggjarlig meting vísir, at húsaleigan ikki rúmast í fíggjarætlanini. Almannaverkið kann í mesta lagi veita fíggjarligt ískoyti til húsaleigu tveir mánaðir til sama persón. Almannaverkið kann seta sum treyt fyri at veita ískoyti til húsaleigu, at umsitingarlig avtala verður gjørd ella, at persónur á annan hátt ger sítt til at fáa tamarhald á sínum fíggjarligu viðurskiftum.
Stk. 2. Fíggjarligt ískoyti sambært stk. 1 skal serliga veitast barnafamiljum og persónum við víðfevndum sosialum og sálarligum trupulleikum. Almannaverkið kann rinda peningin beinleiðis til útleigara.
§ 17. Persónur, sum fær veiting sambært § 11, stk. 2, samanber § 12, stk. 2, kann fáa fíggjarligt ískoyti til húsaleigu sambært § 48.
Fíggjarligt ískoyti til persón í varðhaldi o.a.
§ 18. Persónur, ið fær veiting sambært § 11, samanber § 12, stk. 1, nr. 7, kann fáa fíggjarligt ískoyti til rímiligar bústaðarútreiðslur, um so er, at framhaldandi gjald fyri bústaðin hevur týdning fyri at varðveita bústaðin, og viðkomandi ikki hevur møguleika at halda útreiðsluna á annan hátt. Ískoyti verður veitt til verandi bústaðarútreiðslur, tó ikki til avdráttir til húsalán.
Stk. 2. Er dómurin longri enn 12 mánaðir, verður ískoyti sambært stk. 1 ikki veitt.
Stk. 3. Persónur, ið fær veiting sambært § 11, samanber § 12, stk. 1, nr. 7, ið hevur uppihaldsskyldu mótvegis barni, og sum veruliga uppiheldur barninum, kann fáa fíggjarligan stuðul til uppihaldið, tó í mesta lagi upphædd, ið samsvarar við vanliga barnagjaldið sambært lov om børns retsstilling.
Stk. 4. Persónur, ið er settur í gjald sambært lov om børns retsstilling, er ikki fevndur av stk. 3.
Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslu
§ 19. Persónur, sum hevur verið fyri almannahending sambært § 11, stk. 1, og persónur, sum fær veiting sambært § 13, kann fáa fíggjarligt ískoyti til neyðuga og rímiliga grundaða stakútreiðslu, um so er, at viðkomandi ikki sjálvur er førur fyri at halda útreiðsluna.
Stk. 2. Persónur, sum hevur útreiðslur til sjúkuviðgerð, heilivág, tannviðgerð og líknandi útreiðslur, kann fáa fíggjarligt ískoyti at halda útreiðsluna. Ískoytið er treytað av, at viðgerðin er fevnd av avtalu við Heilsutrygd.
Stk. 3. 1) Tá persónur er ávístur til sjúkuviðgerð uttanlands, undir hesum persónur, ið er ávístur sum fylgjari, kann víkjast frá treytini í stk. 2 um, at viðgerðin skal vera fevnd av avtalu við Heilsutrygd. Talan skal vera um viðgerð, sum sannlíkt hevði verið fevnd av ásetingini í stk. 2, um viðkomandi var staddur í Føroyum. Tað skal vera mett, at viðgerðin ikki kann bíða, til viðkomandi kemur aftur til Føroya.
Stk. 4. 1) Treytin fyri at veita fíggjarligt ískoyti sambært stk. 1 og 2 er, at persónur og familja hansara við at rinda útreiðsluna frameftir verða munandi avmarkað at gerast fíggjarliga sjálvhjálpin.
Ognarviðurskifti
§ 20. Fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 1 og varandi uppihaldsveiting sambært § 13 kunnu ikki veitast, um persónurin ella hjúnafelagi eiga ogn, sum kann nýtast til uppihald.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 verður sæð burtur frá tøkum peningi til og við 30.000 kr.
Stk. 3. At meta sum ogn sambært stk. 1 er til dømis reiður peningur, innistandandi, virðisbrøv, útgoldin eftirlønaruppsparing og ognir umframt egin bústaður, so sum sethús, summarhús og aðrar fastognir, umframt kostnaðarmikið innbúgv.
Stk. 4. Sum ogn er ikki at meta:
1) ogn vegna endurgjald fyri varandi mein og ikki fíggjarligan skaða,
2) skaðabót vegna hættisliga sjúku ella skaða upp til 150.000 kr., ið verður útgoldin í einum. Upphæddin verður ikki roknað sum ogn í 5 ár eftir, at hon er útgoldin, og
3) ogn frá eftirgjaldi av almannaveitingum, í tvey ár eftir, at eftirgjaldið er útgoldið.
Stk. 5. Í sambandi við fyribils uppihaldsveiting er vinnutól, ið kann brúkast til framhaldandi uppihald, ikki at meta sum ogn. Fyribils uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi er tó ikki fevnt av hesum undantaki.
Lækking av veiting
§ 21. Hjá persóni, sum fær fyribils uppihaldsveiting ella varandi uppihaldsveiting, og sum hevur aðra inntøku, verður hendan drigin frá uppihaldsveitingini.
Stk. 2. Egininntøka, sum ikki er skattskyldug, verður faldað við 1,5 og síðani drigin frá uppihaldsveitingini.
Stk. 3. Persónur, sum fær fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 2, kann hava skattskylduga inntøku upp til 1.000 kr. um mánaðin, áðrenn fyribils uppihaldsveitingin verður lækkað.
Stk. 4. Veiting sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl., veiting sambært løgtingslóg um familjuískoyti og stuðul frá privatum hjálparfelagsskapum verður ikki tikin við sum inntøka sambært stk. 1.
Skylda at taka av tilboði sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
§ 22. Persónur, sum fær fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 1 vegna arbeiðsloysi, skal taka av tilboði um fyriskipan sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Stk. 2. Persónur, sum fær fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 1 vegna sjúku ella øðrum broytingum í sínum viðurskiftum, skal taka av tilboði um fyriskipan sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, um tað kann sameinast við sjúkuna ella avbjóðingarnar hjá viðkomandi.
Stk. 3. Persónur, sum fær fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 1 vegna sjúku, skal fylgja møguligum ávísingum frá lækna.
Stk. 4. Almannaverkið steðgar fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 1, um persónur uttan haldgóða orsøk noktar at taka av tilboði um fyriskipan sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um at steðga veiting sambært 1. pkt.
Eftirmeting
§ 23. Almannaverkið skal í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at ein persónur hevur fingið játtað fyribils uppihaldsveiting, meta, um grundarlag er fyri hjálp sambært aðrari lóggávu, undir hesum um viðkomandi lýkur treytirnar fyri at koma í fyriskipan sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Kapittul 4
Endurbót vegna brek ella varandi sjúku
Endurgjald fyri meirútreiðslur
§ 24. Persónur, sum í heiminum uppiheldur barni við likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, hevur rætt til at fáa endurgoldið neyðugar meirútreiðslur, ið eru ein beinleiðis avleiðing av brekinum ella sjúkuni. Meirútreiðslur eru:
1) Uppihaldsútreiðslur, ið standast av brekinum ella sjúkuni.
2) Útreiðslur til viðgerð, ið er fevnd av sáttmála við Heilsutrygd.
Stk. 2. Treytin fyri at fáa endurgjald fyri meirútreiðslur sambært stk. 1, nr. 2 er, at viðgerðin er neyðug og sambært tilmæli frá viðkomandi lækna. Stuðulin kann tó endurnýggjast við støði í meting frá honum, ið hevur viðgjørt barnið.
Stk. 3. Fíggjarligur stuðul til leypandi meirútreiðslur verður játtaður fyri í mesta lagi eitt ár í senn. Í tann mun, tørvurin hjá barninum er varandi og støðugur, kann fíggjarligur stuðul veitast fyri longri tíðarskeið enn eitt ár í senn.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvørjar meirútreiðslur verða endurgoldnar, treytir fyri endurgjaldi og minstu og mestu upphæddir, ið verða endurgoldnar.
Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
§ 25. 1) Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku kann veitast í hesum førum:
1) tá tað vegna likamligt ella sálarligt brek ella varandi sjúku er neyðugt at ansa barni í heiminum, ella at vera hjá barni í ávíst tíðarskeið í sambandi við viðgerð,
2) tá persónur undir fólkapensjónsaldur, sum ynskir at doyggja heima, verður ansaður av persóni, sum ein hevur eitt serligt og tætt tilknýti til,
3) tá persónur undir fólkapensjónsaldur við seinheilaskaða, sum vegna vantandi pláss á bústaði sambært §§ 45 ella 46, verður ansaður í heiminum av persóni, sum ein hevur eitt serligt og tætt tilknýti til, ella
4) tá barn yngri enn 18 ár doyr ella er deyðføtt.
Stk. 2. Fær barn samdøgurstilboð sambært hesi løgtingslóg ella løgtingslóg um barnavernd, kunnu foreldur ella fosturforeldur, hóast ásetingina í stk. 1, nr. 1, fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við viðgerð barnsins á sjúkrahúsi ella aðrari viðgerð, tá tað er neyðugt, at foreldur ella fosturforeldur eru um barnið í sambandi við viðgerðina.
Stk. 3. Endurgjald sambært stk. 1, nr. 1 kann veitast til foreldur ella fosturforeldur. Um foreldur vegna sjúku, føðing o.tíl. ikki kunnu uppihalda barninum, kann endurgjald veitast øðrum, sum viðvirka til uppihald av barninum.
Stk. 4. Tað er ein treyt fyri at fáa endurgjald fyri inntøkumiss sambært stk. 1, nr. 2, at persónurin, sum verður ansaður, er røktarkrevjandi, sjúkrahúsviðgerð er útlitaleys, og livitíðin væntast at vera stutt.
Stk. 5. 1) Endurgjald sambært stk. 1, nr. 4 kann veitast báðum foreldrum í upp til 26 vikur frá, at barnið doyr ella er deyðføtt aftan á 22. viku.
Stk. 6. 1) Rætturin til endurgjald sambært stk. 1 dettur burtur, tá ansingin steðgar. Rætturin til endurgjald sambært stk. 1, nr. 2 og 3 verður varðveittur í upp til ein mánað eftir, at tann ansaði doyr.
Stk. 7. 1) Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sambært stk. 1 verður ikki veitt fyri tann partin av inntøkuni, ið er hægri enn 25.000 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundna eftirlønargjaldið sambært løgtingslóg um eftirløn. Upphæddin verður javnað sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.
Stk. 8. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um treytir og útrokning av endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku.
Fíggjarligur stuðul til bil o.a.
§ 26. 2) Stuðul til serligan útbúnað til bil verður veittur persóni, ið hevur varandi virkistarn, tá bilur:
1) er neyðugur fyri, at persónurin kann koma til og frá arbeiði ella útbúgvingarstaði,
2) munandi bøtir um avleiðingarnar av skerda virkisførinum hjá persóninum, ella
3) munandi lættir um gerandisdagin hjá persóninum.
Stk. 2. 2) Stuðul sambært stk. 1 verður bert veittur, um Akstovan krevur serliga útbúnaðin.
Stk. 3. 2) Kostnaðurin av serligum útbúnaði, ið stuðul verður veittur til sambært stk. 1, kann ongantíð vera hægri enn helvtin av virðinum av bilinum, um bilurin er eldri enn 3 ár.
Stk. 4. 2) Hevur virkistarnið við sær, at tørvur er á kassabili fyri at lúka treytirnar um flutning sambært stk. 1, verður stuðul eisini veittur at keypa kassabil. Fíggjarligur stuðul til kassabil verður veittur sum:
1) rentufrítt lán upp á 219.555 kr., og
2) rentufrítt og avdráttarfrítt lán upp á eina upphædd svarandi til munin millum 219.555 kr. og kostnaðin av bilinum.
Stk. 5. 2) Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til vektgjald til bil við eginvekt oman fyri 1300 kg, ið er skrásettur áðrenn 1. januar 2017. Hetta er eisini galdandi, verður bilurin endurskrásettur eftir 1. januar 2017.
Stk. 6. 2) Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til umhvørvisgjald á bili við CO2 útláti oman fyri 120 gramm pr. kilometur.
Stk. 7. 2) Persónur, sum lýkur treytirnar sambært stk. 1 ella 4, kann fáa stuðul til meirkostnað í sambandi við at taka koyrikort og endurnýggjan av koyrikorti.
Stk. 8. 2) Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um:
1) treytir og umstøður fyri at fáa stuðul sambært stk. 1 og 4,
2) afturrindan av láni, undir hesum freist fyri afturgjaldi og treytir fyri at eftirgeva lán umframt inntøkugrundarlagið í sambandi við afturgjaldið,
3) møguleikan at fáa stuðul til at skifta út bil, ið stuðul er veittur til sambært stk. 4,
4) stuðul til neyðuga innrættan o.a.,
5) í hvønn mun stuðul kann veitast til at gjalda koyrifrálæru o.a.,
6) treytir fyri at játta stuðul til vektgjald ella umhvørvisgjald eftir stk. 5 og 6,
7) stuðul til persón, ið flytur til Føroyar og lýkur treytirnar í stk. 4, og sum hevur bil við, og
8) árliga prístalsjavning av upphæddini sambært stk. 4.
Stuðul til bústaðarbroyting
§ 27. Stuðul verður veittur til at innrætta bústað til persón, ið hevur týðandi og varandi skert virkisføri, tá ið bústaðarbroytingin er mett neyðug til tess at gera bústaðin betur egnaðan sum tilhald.
Stk. 2. Hevur bústaðarbroytingin sambært stk. 1 eina munandi virðisøking við sær, verður tann parturin av stuðlinum, ið samsvarar við virðisøkingina, veittur sum eitt rentufrítt og avdráttarfrítt lán, ið fellur til gjaldingar við eigaraskifti. Almannaverkið letur meting gera av virðinum á bústaðnum áðrenn og aftaná bústaðarbroytingina.
Stk. 3. Í teimum heilt serligu førunum, har stuðul sambært stk. 1 ikki verður mettur at vera nøktandi til at gera bústaðin betur egnaðan sum tilhald, kann stuðul veitast til at gjalda útreiðslurnar at útvega annan bústað. Hesin stuðul er treytaður av, at annar bústaður ikki kann ávísast, ið nøktar tørvin hjá viðkomandi.
Stk. 4. Tann partur av stuðlinum sambært stk. 3, ið samsvarar við munin millum virðismetingina av fyrrverandi bústaði og útvegaða bústaðnum, verður veittur sum eitt rentufrítt og avdráttarfrítt lán, ið fellur til gjaldingar við eigaraskifti.
Stk. 5. Almannaverkið kann gera av, at umsókn um stuðul til ávísa bústaðarbroyting ikki verður gingin á møti:
1) um søkt verður um stuðul til bústaðarbroyting eftir, at bústaðurin er umbygdur, ella annar bústaður er útvegaður eftir, at tørvurin hjá persóni er staðfestur, og tað er eyðsýnt, at hettar ikki hevur gjørt bústaðin betur egnaðan sum tilhald hjá viðkomandi,
2) um søkt verður um stuðul til bústaðarbroyting, og farið er í gongd við umbygging av bústaðnum ella útvegan av bústaði, áðrenn umsóknin er liðugt viðgjørd, og stuðul er játtaður, og tað er eyðsýnt, at hettar ikki hevur gjørt bústaðin betur egnaðan sum tilhald hjá viðkomandi, og
3) umsøkjarin er ella átti at verið vitandi um hesi viðurskifti, ið nevnd eru í nr. 1 og 2, at bústaðarbroytingin sambært nr. 1 og 2 hevur ein munandi kostnað við sær, og at viðurskiftini undir einum kunnu metast sum grovt ósketni.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:
1) treytir og umstøður fyri at veita stuðul sambært stk. 1 og 3,
2) nær stuðulin skal rindast aftur, í hvønn mun afturgjaldskylduga upphæddin kann tryggjast við veðhaldi í ognini, og
3) fyrning, undir hesum áseting um prosentmark fyri virðisøking í mun til lán til bústaðarbroyting.
Bústaðarsosialur tørvur
§ 28. Persónur, ið hevur bústaðarsosialan tørv sambært reglunum í leigulógini, kann av Almannaverkinum verða ávístur leigubústað.
Stk. 2. Útreiðslurnar eftir reglunum í leigulógini verða bornar sambært hesi løgtingslóg.
Hjálparráð
§ 29. Hjálparráð verður veitt persóni við virkistarni orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, um hjálparráðið:
1) er neyðugt fyri, at persónur fær ella varðveitir tilknýti til arbeiðsmarknaðin,
2) munandi bøtir um avleiðingar av sjúkuni ella brekinum, ella
3) munandi lættir um gerandisdagin í heiminum.
Stk. 2. Við virkistarni, orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella sjúku, er at skilja, at útlit ikki eru fyri, at heilsuviðurskiftini fara at betrast, og at tað frameftir fer at vera varandi tørvur á at bøta um brekið ella sjúkuna.
Stk. 3. Hjálparráð sambært stk. 1 verður ikki veitt persóni, ið býr á ellisheimi, røktarheimi ella eldrasambýli, ið er skipað sambært løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., uttan so, at hjálparráðið er persónligt tillagað.
Stk. 4. Hjálparráð sambært stk. 1 kann í serligum førum varðveitast, hóast persónurin er fluttur á bústað, ið er skipaður sambært hesi løgtingslóg ella barnaverndarlógini, um hjálparráðið:
1) er neyðugt til tess at varðveita møguleikan fyri atkomu ella uppihaldi á bústaðnum, har persónurin er fluttur frá, og
2) er neyðugt við atliti til at varðveita tilknýtið millum persónin og foreldrini ella onnur, ið standa honum nær.
Stk. 5. Hjálparráð sambært stk. 4 kann í mesta lagi varðveitast fyri 12 mánaðir í senn. Áðrenn játtanarskeiðið endar, skal Almannaverkið hava gjørt eina nýggja meting av tørvinum á at varðveita hjálparráð sambært stk. 4.
Stk. 6. Vanligt innbúgv ella brúkslutir eru ikki at meta sum hjálparráð. Hjálparráð, ið kann endurnýtast, verður veitt sum útlán.
Stk. 7. Fíggjarligur stuðul til meirútreiðslur til serkost og serlig klædnapløgg verður veittur sum hjálparráð til persón, ið er 18 ár ella eldri.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:
1) Hvørji hjálparráð kunnu veitast og varðveitast, hvørji hjálparráð stuðul kann veitast til, umframt møguligar treytir í hesum sambandi.
2) Rakstur, viðlíkahald, umvæling og endurnýggjan av hjálparráðum.
3) Egingjøld og minstu upphæddir fyri hjálparráð, undir hesum hjálparráð, ið verður veitt frá privatum veitara.
4) Markamót í mun til virksemi hjá øðrum myndugleika.
Hoyritól
§ 30. Persónur, har hoyrnin á betra oyranum í mesta lagi er 30 dB, mált sum miðalvirðið fyri frekvensirnar 1000, 2000 og 4000 Hz, hevur rætt til hoyritólsviðgerð.
Stk. 2. Persónur, sum er 18 ár ella eldri, skal rinda egingjald á 2.000 kr. fyri hvørt hoyritólið, ið verður veitt frá tí almenna.
Stk. 3. Persónur, sum er 18 ár ella eldri, kann fáa fíggjarligan stuðul at keypa hoyritól frá góðkendum privatum veitara. Mesti stuðulin til hoyritól er 4.000 kr. fyri hvørt hoyritólið, tó ikki hægri enn kostnaðurin á hoyritólinum.
Stk. 4. Persónur, sum áður hevur fingið hoyritól sambært stk. 1 ella fíggjarligan stuðul sambært stk. 3, kann endurnýggja hoyritól 4. hvørt ár.
Stk. 5. Eftir ítøkiligari meting frá lækna kann víkjast frá avmarkingunum í stk. 1, 2 og 4, um heilt serlig atlit tala fyri tí, sambært § 29, stk. 1.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um játtan av hoyritóli og fíggjarligum stuðli sambært stk. 1-5.
Kapittul 5
Tænastur
§ 31. Sosialar tænastur sambært hesi løgtingslóg verða veittar við tí endamáli, at persónur eftir førimuni fær ment sínar førleikar, varðveitt verandi førleikastig og fær neyðuga endurbót, umsorgan og røkt.
Stk. 2. Sosial tænasta verður veitt við støði í førleikum, ið persónur hevur, og tí menniskjaliga tilfeingi, ið er kring hann, so at avvarðandi ella onnur kunnu hjálpa honum at røkja síni áhugamál.
Umsorganarskylda
§ 32. Almannaverkið skal veita persóni, ið ikki er førur fyri at røkja egin áhugamál, neyðuga tænastu sambært hesi løgtingslóg, uttan mun til um viðkomandi er førur fyri at geva samtykki til tess. Tænastan kann tó ikki veitast við tvingsli, uttan so, at tvingsilin hevur heimild í løgtingslóg.
Virkisætlan
§ 33. Tá tænasta verður veitt sambært hesi løgtingslóg, skal ein virkisætlan leggjast fyri einstøku tænastuna, ið m.a. fevnir um:
1) hvørji mál og lutmál strembast skal eftir at røkka,
2) uppgávubýti og ábyrgdarbýti millum persón og starvsfólk í mun til at røkka settum málum,
3) mett tíðarskeið fyri at røkka málunum, og
4) eftirmeting og tillaging av ásettum málum.
Stk. 2. Tá tvingsil verður framdur sambært §§ 6, 10, 14-16, 18, 19 og 23 í tvingsilslógini, skal ein virkisætlan leggjast fyri einstaka persónin, ið hevur til endamáls í mestan mun at forða fyri, at tvingsil verður nýttur frameftir.
Heimaráðgeving
§ 34. Heimaráðgeving verður veitt persóni, ið hevur dagliga umsorgan fyri barni við týðandi likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku.
Stk. 2. Heimaráðgeving sambært stk. 1 fevnir um:
1) undirvísing í mun til brekið ella sjúkuna, og
2) vegleiðing, námsfrøðilig og onnur faklig amboð at handfara ítøkiligar avbjóðingar í gerandisdegnum hjá barninum og familjuni.
Stuðulstænasta
§ 35. Stuðulstænasta verður veitt persóni við likamligum ella sálarligum breki ella persóni, sum er 18 ár ella eldri við víðfevndum sosialum trupulleikum til tess at veita persóni ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag. Stuðulstænasta verður m.a. veitt sum:
1) námsfrøðilig leiðbeining í mun til at røkka yvirskipað persónlig mál,
2) umsorgan og praktisk hjálp til dagligar uppgávur og fíggjarviðurskifti,
3) fylgjari til sosial tiltøk, og
4) vøka og hjávera, ið er uttan fyri ábyrgdarøki hjá kommunu og heilsuverki.
Stk. 2. Stuðulstænasta verður ikki veitt persóni, sum fær tænastu á bústaði sambært §§ 45 og 46 í hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:
1) skipan av stuðulstænastu,
2) tillutan av stuðulstímum, undir hesum mesta tal av stuðulstímum, og
3) rindan av útreiðslum fyri stuðulsfólk, eitt nú til ferðing og sosial tiltøk.
Borgarastýrd stuðulstænasta
§ 36. Stuðulstænasta sambært § 35, stk. 1, nr. 2-4 kann veitast soleiðis, at persónur, ið fær stuðulstænastu, sjálvur ger av, hvør skal virka sum stuðulsfólk, hvat stuðulstænastan kann nýtast til og nær.
Stk. 2. Stuðulstænasta sambært stk. 1 kann veitast persóni, 18 ár ella eldri, ið megnar at umsita stuðulstænastuna. Stuðulstænasta sambært stk. 1 kann veitast barni, yngri enn 18 ár, tá tann, ið hevur dagligu umsorganina av barninum, megnar at umsita stuðulstænastuna.
Stk. 3. Maki, foreldur og systkin kunnu ikki setast sum stuðulsfólk hjá persóni, sum sambært stk. 1 fær stuðulstænastu.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:
1) skipan av stuðulstænastu sambært stk. 1, undir hesum treytir fyri stuðulstænastuni,
2) tillutan av stuðulstímum, undir hesum minsta og mesta tal av stuðulstímum, og
3) rindan av útreiðslum fyri stuðulsfólk, eitt nú til ferðing og sosial tiltøk.
Endurvenjing
§ 37. Endurvenjing verður veitt persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum vegna mistan førleika tørvar endurvenjing. Endurvenjing verður veitt við tí endamáli, at persónur:
1) kann fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, ella
2) kann klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.
Stk. 2. Persónur, niður til 16 ár, kann í serligum førum fáa endurvenjing, tá endurvenjingin er ein liður í arbeiðsbúgvingarætlan sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Stk. 3. Hjálparráð sambært § 29, stk. 1 kann veitast í sambandi við endurvenjing sambært stk. 1 og 2.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um endurvenjing, undir hesum treytir fyri at fáa endurvenjing og reglur um endurvenjingarætlan og samstarv við sjúkrahúsverk og kommunur ella kommunal samstarvsøki.
Viðlíkahaldsvenjing
§ 38. Viðlíkahaldsvenjing verður veitt persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku hevur ella er í vanda fyri at fáa týðandi og varandi skert virkisføri, ið munandi víkir frá aldurssvarandi virkisføri, og hevur týðandi ávirkan á sjálvhjálpni.
Stk. 2. Viðlíkahaldsvenjing verður veitt við tí endamáli at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar soleiðis, at persónur:
1) kann fáa ella fasthalda tilknýti til arbeiðsmarknaðin, ella
2) klárar seg uttan hjálp, ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.
Stk. 3. Viðlíkahaldsvenjing kann í mesta lagi játtast fyri 24 mánaðir í senn. Áðrenn játtanarskeiðið endar, skal Almannaverkið hava tikið nýggja avgerð um viðlíkahaldsvenjing. Almannaverkið ger av, hvussu viðlíkahaldsvenjing verður veitt, undir hesum tal av tímum til viðlíkahaldsvenjing.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um viðlíkahaldsvenjing, undir hesum treytir fyri at fáa viðlíkahaldsvenjing og reglur um viðlíkahaldsvenjingarætlan og samstarv við sjúkrahúsverk og kommunur ella kommunal samstarvsøki.
Virknistænasta
§ 39. Pláss á dagstovni og frítíðarheimi verður veitt barni við likamligum ella sálarligum breki, ið ikki kann vera á kommunalum dagstovni ella frítíðarheimi, sum er skipað sambært løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta foreldragjald fyri pláss á dagstovni og frítíðarheimi. Gjaldið kann ikki vera hægri enn kommunalt pláss á dagstovni og frítíðarheimi, sum er skipað sambært løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
Stk. 3. Stendst ivi um, hvørt barn skal hava pláss á dagstovni ella frítíðarheimi sambært hesi løgtingslóg, tekur Almannaverkið avgerð eftir tilmæli frá óheftari fakligari nevnd.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin setir fakligu nevndina sambært stk. 3. Fakliga nevndin verður mannað við trimum limum og trimum varalimum, ið verða valdir 4. hvørt ár. Limir manna nevndina, til nýggir limir eru valdir.
§ 40. Virknistænasta verður veitt persóni við likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndum sosialum trupulleikum.
Stk. 2. Virknistænasta verður veitt við tí endamáli at tryggja persóni ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag soleiðis, at hann varðveitir og mennir sínar persónligu og sosialu førleikar.
Stk. 3. Virknistænasta kann t.d. veitast sum:
1) frítíðartilboð,
2) vardur verkstaður,
3) verkhús, ella
4) arbeiðsrættað fyriskipan.
Stk. 4. Persóni í virknistænastu, ið er at meta sum framleiðsluvirki, verður veitt samsýning, sum í minsta lagi er 6% av grundløn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, frítíðarløn ikki íroknað.
Umlætting
§ 41. Umlætting verður veitt:
1) Tí, ið hevur dagligu umsorganina av persóni við týðandi likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndum sosialum trupulleikum.
2) Persóni við týðandi likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndum sosialum trupulleikum, ið ikki fær fyribils bústað sambært § 45 ella vardan bústað sambært § 46 í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Umlætting verður veitt sum:
1) Náttarumlætting, ella
2) samdøgursumlætting í ávíst tíðarskeið.
Stk. 3. Umlætting verður veitt eftir tørvi hjá og í samráð við tann, ið skal hava umlætting.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann krevja gjald fyri umlætting.
Tulkatænasta
§ 42. Tulkur verður veittur persóni við ongari ella niðursettari hoyrn ella persóni, sum hevur teknmál sum mál, og sum tí hevur tørv á tulki, tá samskift verður við onnur.
Stk. 2. Tulkur verður veittur soleiðis, at persónur kann taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um treytir fyri at veita tulkatænastu, tal av tulkatímum, undir hesum býtislykil millum brúkarar og gjald fyri avleiddar útreiðslur.
Flutningstænasta
§ 43. Flutningstænasta verður veitt persóni til og frá tænastu sambært hesi løgtingslóg. Flutningur í sambandi við tænastu verður veittur persóni, sum ikki sjálvur kann nýta almennar ella privatar flutningsskipanir ella koyra í egnum bili til tænastu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um flutningstænastu, undir hesum treytir fyri at fáa flutningstænastu, skipan av flutningstænastu, gjald fyri flutningstænastu og markamót til aðrar flutningsskipanir.
Hjálp í sambandi við harðskap
§ 44. Fyribils gisting á kreppumiðstøð, umsorgan, ráð og vegleiðing verður veitt persóni vegna harðskap í parlagi ella nærsambondum.
Stk. 2. Kreppumiðstøðin tekur avgerð um innskriving.
Stk. 3. Persónur, ið gistir á kreppumiðstøð, rindar fyri uppihaldið.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur og kann veita fíggjarligan stuðul til kreppumiðstøð, sambært stk. 1, eftir nærri ásettum treytum.
Kapittul 6
Bústaðir
Fyribils bústaður
§ 45. Fyribils bústaður verður veittur persóni við likamligum ella sálarligum breki ella sosialum trupulleikum.
Stk. 2. Endamálið við fyribils bústaði er m.a. at menna persónligar og sosialar førleikar soleiðis, at persónur megnar at liva eitt so sjálvstøðugt lív, sum tilber, undir hesum at fáa ella varðveita tilknýti til skúla og arbeiði.
Stk. 3. Tænastan á fyribils bústaðnum fevnir m.a. um:
1) námsfrøðiliga leiðbeining í mun til at røkka yvirskipað persónlig mál,
2) umsorgan og praktiska hjálp til dagligar uppgávur og fíggjarviðurskifti,
3) fylgjara til sosial tiltøk,
4) vøku og hjáveru,
5) persónliga røkt,
6) endurvenjing, og
7) viðlíkahaldsvenjing.
Stk. 4. Fyribils bústaður sambært stk. 1 verður veittur:
1) á bústovni og viðgerðarstovni, ella
2) í stovnslíknandi fyriskipan.
Stk. 5. Tænastan sambært stk. 2 verður skipað sum:
1) grundtænasta, sum verður veitt øllum búfólkum, og
2) einstaklingarættað tænasta, sum verður veitt einstaka búfólkinum.
Stk. 6. Persónur, ið fær fylgjara sambært stk. 3, nr. 3, kann sjálvur gera av, hvør skal virka sum fylgjari, hvat fylgjarin skal brúkast til og nær. Persónur, sum hevur tætt tilknýti til persón, sum sambært stk. 3, nr. 3 fær fylgjara, kann ikki setast sum stuðulsfólk.
Vardur bústaður
§ 46. Vardur bústaður verður veittur persóni, sum hevur týðandi likamligt ella sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar og hevur tørv á hjálp og stuðli til vanligt dagligt virksemi umframt møguliga røkt.
Stk. 2. Endamálið við vardum bústaði er at veita persóni eitt heim, har viðkomandi kann liva eitt sjálvstøðugt, støðugt, innihaldsríkt og virkið lív.
Stk. 3. Tænastan á varda bústaðnum fevnir m.a. um:
1) námsfrøðiliga leiðbeining í mun til at røkka yvirskipað persónlig mál,
2) umsorgan og praktiska hjálp til dagligar uppgávur og fíggjarviðurskifti,
3) fylgjara til sosial tiltøk,
4) vøku og hjáveru,
5) persónliga røkt,
6) endurvenjing, og
7) viðlíkahaldsvenjing.
Stk. 4. Vardir bústaðir sambært stk. 1 verða veittir:
1) í búfelagsskapi, ella
2) á sambýli.
Stk. 5. Tænastan sambært stk. 3 verður skipað sum:
1) grundtænasta, sum verður veitt øllum búfólkum, og
2) einstaklingarættað tænasta, sum verður veitt einstaka búfólkinum.
Stk. 6. Persónur, ið fær fylgjara sambært stk. 3, nr. 3, kann sjálvur gera av, hvør skal virka sum fylgjari, hvat fylgjarin skal brúkast til og nær. Persónur, sum hevur tætt tilknýti til persón, sum sambært stk. 3, nr. 3 fær fylgjara, kann ikki setast sum stuðulsfólk.
Serlig bútilboð
§ 47. Serligt bútilboð verður veitt persóni við víðfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki er førur fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.
Stk. 2. Endamálið við serligum bútilboði er at veita persóni umsorgan og hjálp til dagligt virksemi. Serlig bútilboð kunnu umframt bútilboð eisini skipast sum dagtilboð og náttartilboð.
Stk. 3. Persónur, sum fær serligt bútilboð, rindar fyri uppihald íroknað streym og olju, umframt felags útreiðslur og kost. Gjald fyri uppihald, frároknað streym og olju, verður javnað á hvørjum ári sambært løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um serlig bútilboð, um gjald, undir hesum nær gjald fyri uppihald kann lækkast grundað á inntøkuviðurskifti hjá búfólkinum, og um stuðul til sjálvbodnar felagsskapir, sum skipa serlig bútilboð.
Húsaleiga og felags útreiðslur o.a.
§ 48. Persónur á fyribils bústaði sambært § 45 og á vardum bústaði sambært § 46 rindar fyri húsaleigu, íroknað streym og olju, umframt felags útreiðslur.
Stk. 2. 1) Húsaleiga á fyribils bústaði og vardum bústaði verður ásett í mun til standin á tí leigaða, samlað fermetratal, ið persónur hevur at ráða yvir, íroknað felagshøli, umframt viðlíkahald vegna slit og elli. Húsaleiga, frároknað streym og olju, verður javnað á hvørjum ári sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.
Stk. 3. Felags útreiðslur á bústaði sambært stk. 1 verða ásettar í mun til, hvørjar útreiðslur eru felags. Felags útreiðslur skulu í minsta lagi fevna um endurnýggjan av felags innbúgvi. Felags útreiðslur verða ásettar í reglugerð fyri einstaka bústaðin.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um m.a. áseting av húsaleigu, nær húsaleigan kann lækkast, grundað á inntøkuviðurskifti leigarans, felags útreiðslur, foreldragjald, leigureglur og reglur um skilhald.
Móttøkuskylda og tryggjaðar búfyriskipanir
§ 49. Almannaverkið hevur skyldu at veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð og fyribils bústað sambært § 45 ella vardan bústað sambært § 46 til persón:
1) sum sambært rættarúrskurði skal sinniskannast,
2) sum sambært rættarúrskurði ella dómi skal setast í vardan bústað ella vera undir eftirliti, undir hesum við møguleika fyri fyrisitingarliga at verða settur í vardan bústað, ella
3) sum treyt fyri ákæruafturtøku ella royndarleysgeving verður settur í vardan bústað, ella skal vera undir eftirliti, undir hesum við møguleika fyri fyrisitingarliga at verða settur í vardan bústað.
Stk. 2. Almannaverkið hevur skyldu at veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð og fyribils bústað sambært § 45 ella vardan bústað sambært § 46 til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um sosialnámsfrøðiliga viðgerð, ætlan, samstarv og samskipan við aðrar myndugleikar o.a.
§ 50. 3) Almannaverkið kann leggja tilmæli sambært § 51 fyri Føroya Kærustovn um, at Almannaverkið veitir persóni fyribils bústað sambært § 45 ella vardan bústað sambært § 46, sum eina tryggjaða búfyriskipan.
Stk. 2. Ein tryggjað búfyriskipan sambært stk. 1 er ein fyriskipan, ið alt ella nærum alt samdøgrið hevur læstar úthurðar og læst vindeygu.
Stk. 3. Ein tryggjað búfyriskipan sambært stk. 1 kann vera skipað sum ein fyribils bústaður, vardur bústaður ella sum ein sjálvstøðugur partur av slíkum bústaði.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin góðkennir, at tryggjaðar búfyriskipanir sambært stk. 1 verða skipaðar.
§ 51. 4) 3) Almannaverkið leggur tilmæli fyri Føroya Kærustovn um, at Almannaverkið veitir persóni tryggjaða búfyriskipan sambært § 50, tá:
1) Almannaverkið sambært dómi ella rættarúrskurði skal veita bústað sambært § 49, stk. 1, nr. 1-3 og § 49, stk. 2,
2) Almannaverkið metir, at avgerðin er neyðug til tess at forða fyri, at persónur ger skaða á seg sjálvan ella onnur,
3) viðurskiftini í tí einstaka førinum gera tað neyðugt til tess, at persónur kann fáa neyðuga hjálp, stuðul og røkt sambært hesi løgtingslóg, ella
4) endamálið ikki kann røkkast við øðrum sosialnámsfrøðiligum tiltøkum.
Stk. 2. Í tilmælinum sambært stk. 1, samanber § 50, stk. 1, skal í minsta lagi:
1) greiðast frá grundgevingini fyri, hví myndugleikin metir, at tryggjað búfyriskipan er neyðug,
2) greiðast frá meting um tíðarkarmin fyri uppihaldinum á tryggjaðu búfyriskipanini,
3) greiðast frá viðkomandi heilsuupplýsingum ella øðrum viðkomandi upplýsingum,
4) upplýsast, hvør stuðul, hjálp og røkt higartil er veitt,
5) upplýsast, hvussu stuðul, hjálp og røkt framhaldandi verður veitt, umframt nær persónur skal flytast, og
6) upplýsast, hvørjar viðmerkingar persónurin sjálvur, verji, hjúnafelagi, maki ella onnur avvarðandi hava til ætlaðu avgerðina.
Stk. 3. 4) Gildistíðin fyri tryggjaða búfyriskipan kann í mesta lagi verða 6 mánaðir hvørja ferð.
Stk. 4. 4) Hóast gildistíðina í stk. 3 skulu myndugleikin og leiðslan støðugt meta um ítøkiliga tørvin á inntrivinum, ið góðkenningin er grundað á, og tillaga ella steðga inntrivinum, um inntrivið ikki longur er neyðugt.
Stk. 5. 4) Er gildistíð ásett í dómi ella rættarúrskurði, er henda galdandi hóast ásetingina í stk. 3.
Stk. 6. 4) Gildistíðin fyri tryggjaða búfyriskipan til ung, ið eru dømd sambært § 74 a í revsilógini, skal samanlagt ikki vara longur enn 12 mánaðir. Er talan um uppihald á tryggjaðari búfyriskipan saman við uppihaldi á vardum bústaði, er gildistíðin í mesta lagi 18 mánaðir samanlagt.
Stk. 7. 4) Kann tryggjað búfyriskipan ikki veitast í Føroyum, skal tilmælið fevna um, hvør fyriskipan í øðrum parti av ríkinum verður mett hóskandi, samanber § 67, stk. 2.
Stk. 8. 4) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skipan og góðkenning av tryggjaðum búfyriskipanum, umframt nærri reglur um treytir, uppihald og karmar kring tryggjaðar búfyriskipanir.
§ 52. 4) Skal persónur setast á fyribils ella vardan bústað í Føroyum ella í øðrum parti av ríkinum sambært § 49, stk. 1, nr. 1-3 ella § 49, stk. 2, og setir persónur seg ímóti hesum, veitir løgreglan eftir áheitan frá Almannaverkinum hjálp at flyta persónin á bústaðin.
Kapittul 7
Upplýsingarskylda, reglur um afturgjald o.a.
Upplýsingarskylda og reglur um afturgjald
§ 53. Persónur, ið skal hava hjálp sambært hesi løgtingslóg, skal eftir áheitan frá Almannaverkinum lata neyðugar upplýsingar til málið, undir hesum at lata seg kanna av lækna ella líknandi og at geva samtykki til, at upplýsingar verða umbidnar frá øðrum myndugleika, lækna, sjúkrahúsi, peningastovni, sálarfrøðingi, arbeiðsgevara og øðrum privatum. Hesir myndugleikar og privat hava tá skyldu at lata umbidnu upplýsingarnar. Verða upplýsingarnar ikki latnar, kann Almannaverkið krevja rættarliga avhoyring sambært § 1048 í Retsplejelov for Færøerne.
Stk. 2. Í málum um uppihaldsveiting, fíggjarligt ískoyti, fíggjarligt endurgjald og fíggjarligan stuðul kann Almannaverkið, hóast samtykki ikki verður givið sambært stk. 1, krevja upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum um fíggjarlig viðurskifti hjá persóni og hjúnafelaga.
Stk. 3. Í málum um afturgjaldskyldu sambært § 54, stk. 2, og í málum um at flyta persón á bústað ímóti hansara vilja, sambært reglunum í tvingsilslógini, kann Almannaverkið krevja upplýsingar frá myndugleikum og privatum uttan samtykki, samanber stk. 2.
Stk. 4. Sum liður í at fyrireika neyðuga tænastu sambært kapitli 5 og 6 í hesi løgtingslóg kunnu Almannaverkið og sjúkrahúsverkið av sær sjálvum og uttan at biðja um samtykki lata upplýsingar millum sín um innlegging á ella útskriving frá sjúkrahúsi.
§ 54. Persónur, ið fær hjálp sambært hesi løgtingslóg, skal boða Almannaverkinum frá øllum broytingum í persónligu og fíggjarligu viðurskiftum sínum, ið kunnu hava ávirkan á hjálpina.
Stk. 2. Hevur persónur av órøttum fingið uppihaldsveiting, fíggjarligt ískoyti, fíggjarligt endurgjald ella fíggjarligan stuðul sambært hesi løgtingslóg, og átti hann at verið vitandi um hetta, skal upphæddin gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Almannaverkinum.
§ 55. Almannaverkið kann gera av, at persónur skal gjalda aftur uppihaldsveiting og figgjarligt ískoyti, tá persónur:
1) hevur tørv á hjálp vegna óskil í sínum fíggjarviðurskiftum,
2) uttan neyðuga orsøk hevur sagt starv frá sær, ikki hevur tikið við starvi ella sýtt at fara undir arbeiðsfremjandi tiltøk,
3) sleppur sær undan uppihaldsskylduni mótvegis hjúnafelaga og børnum, yngri enn 18 ár,
4) innan rímiliga tíð verður førur fyri at rinda hjálpina aftur,
5) hevur fingið veittan stuðul sum stakútreiðsla til ábøtur á egnan bústað, ella
6) seinni fær útgoldið endurgjald, hjúnafelagagjald ella aðra upphædd, ið kann nýtast til uppihald, og ið fevnir um sama tíðarskeið og endamál, tó undantikið endurgjald samanber § 20, stk. 4.
Stk. 2. Verður almannahjálp veitt við afturgjaldskyldu sambært stk. 1, nr. 1-5, skal Almannaverkið kunna um afturgjaldskylduna og grundarlagið fyri afturgjaldskylduni í sambandi við avgerðina um at veita hjálp.
§ 56. Rindar persónur ikki afturgjaldskrav sambært § 54, stk. 2 og § 55, stk. 1 áðrenn ásettu freist, verður rentutilskriving framd. Rentutilskriving er 0.7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Almannaverkið kann í sambandi við afturgjald gera avtalu um afturgjaldskipan.
Stk. 2. Afturgjaldskrav og renta, ið eru fallin til gjaldingar, kunnu krevjast inn við panting ella afturhaldast í A-inntøkuni.
Stk. 3. TAKS fremur panting fyri afturgjaldskrav og skuldskrivaða rentu sambært stk. 1 eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum.
Stk. 4. Heimilað verður TAKS at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í skattalógini.
§ 57. Fíggjarligt ískoyti til avdráttir til egnan bústað sambært § 15, stk. 1 og 2 skal rindast aftur.
Stk. 2. Fíggjarligt ískoyti til goymslugjald til leigubústað sambært § 15, stk. 1 og 2 og § 19, stk. 1 skal rindast aftur.
Stk. 3. Hevur Almannaverkið rindað goymslugjald inn á kontu hjá útleigara, skal útleigari rinda Almannaverkinum goymslugjald aftur.
Stk. 4. Fíggjarligt ískoyti til avdráttir til egnan bústað verður veitt sum lán. Veðbræv verður tinglýst á ognini, og útreiðslurnar í hesum sambandi kunnu leggjast afturat láninum. Lánið fellur til gjaldingar við eigaraskifti.
Úttøka, útgjald o.a
§ 58. Fíggjarligur stuðul sambært hesi løgtingslóg verður ikki veittur til útreiðslur, ið persónur hevur sett seg fyri, áðrenn Almannaverkið hevur tikið avgerð um játtan. Almannaverkið kann í heilt serligum førum víkja frá hesum kravi, t.d. tá talan er um bráðfeingistørv, ið ger, at ikki er ráðiligt at bíða við at átaka sær útreiðsluna. Samanber tó § 27, stk. 5.
Stk. 2. Uppihaldsveiting og fíggjarligt ískoyti verða veitt frá tí degi, umsóknin er móttikin.
§ 59. Uppihaldsveiting, fíggjarligt ískoyti og fíggjarligur stuðul sambært hesi løgtingslóg kunnu ikki gerast til mál fyri úttøku ella aðrari rættarsókn. Avtalur um slík krøv eru ógildugar.
§ 60. Er tað eftir lov om ægteskabets retsvirkninger álagt persóni at rinda hjúnafelagagjald til persón, ið fær uppihaldsveiting sambært hesi løgtingslóg, kann Almannaverkið ganga í rættin til hjúnafelagagjaldið frá gjaldskylduga, hetta uttan mun til, um viðkomandi ikki longur hevur uppihaldsskyldu sambært § 10 í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Er tað eftir lov om børns retsstilling álagt einum persóni at rinda barnagjald o.a. til eitt barn, ið fær fyribils bústað sambært § 45 frá Almannaverkinum, kann Almannaverkið frá fyrsta uppihaldsdegi ganga í rættin til barnagjaldið frá gjaldskylduga.
Stk. 3. Almannaverkið kann somuleiðis ganga í rættin at krevja hjúnafelagagjald og barnagjald o.a. ásett ella at krevja gjaldið hækkað.
Stk. 4. Í sambandi við áseting ella hækking av hjúnafelagagjaldi og barnagjaldi o.ø. sambært stk. 1-3, kann Almannaverkið seta eina avtalu um hjúnafelagagjald og barnagjald til viks, um so er, at avtalan má metast at vera gjørd við tí endamáli at forða Almannaverkinum at fremja sín rætt sambært stk. 1-3.
Kapittul 8
Umsitingarligar reglur
§ 61. Almannaverkið tekur avgerð sambært hesi løgtingslóg, tó kunnu sjálvsognarstovnar, ið reka virksemi, ið er skipað við heimild í hesi løgtingslóg, taka avgerð um upptøku, og nær fyriskipan endar.
Umsiting av uppihaldsveiting
§ 62. Varnast Almannaverkið, at persónur ikki megnar at umsita uppihaldsveitingina, undir hesum um viðkomandi ikki megnar at halda sínar skyldur mótvegis útleigara, kann Almannaverkið gera av, hvussu uppihaldsveitingin skal útgjaldast, undir hesum at rinda allar fastar útreiðslur hjá persóni, áðrenn restin av uppihaldsveitingini verður útgoldin.
Útreiðslur
§ 63. Landið heldur útreiðslurnar sambært hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Kommunurnar afturrinda landinum tær útreiðslur, ið standast av, at Almannaverkið veitir fyribils uppihaldsveiting vegna vantandi barnaansing sambært § 11, stk. 3, nr. 4.
Stk. 3. Almannaverkið krevur peningin innaftur frá kommununum umvegis TAKS.
Ráðgevandi ráð
§ 64. Landsstýrismaðurin kann seta ráð at ráðgeva í brekpolitiskum spurningum og í viðurskiftum annars hjá fólki, ið bera brek.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um virksemi, val av nevndarlimum undir hesum, hvussu ráðið verður mannað og skipað.
Brúkararáð
§ 65. Almannaverkið skal taka stig til at stovna brúkararáð við tí endamáli at tryggja persónum, ið fáa tænastu sambært kapitli 5 og 6 í hesi løgtingslóg ávirkan á, hvussu tænastan verður skipað.
Stk. 2. Brúkararáðini skipa seg og sítt virksemi sjálvi.
Loyvi og góðkenning
§ 66. Landsstýrismaðurin kann eftir nærri ásettum treytum loyva og góðkenna øðrum at stovna og reka tænastur sambært kapitli 5 og bústaðir sambært kapitli 6 í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Loyvi og góðkenning sambært stk. 1 fevnir um skipan av nevndu tænastum, undir hesum málbólk, upptøka, staðseting, hølisviðurskifti, fígging, gjald og ábyrgdarbýti.
Avtalur um veiting av tænastum
§ 67. Almannaverkið kann gera avtalu um tænastu frá øðrum almennum og privatum veitara til tess at røkja sínar skyldur sambært kapitli 5 og 6 í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Um nøktandi tilboð ikki kann veitast í Føroyum, kann Almannaverkið gera avtalu við veitara uttanlands.
§ 68. Almannaverkið kann ímóti gjaldi veita pláss á fyribils bústaði ella vardum bústaði til persón, ið er fevndur av løgtingslóg um heimatænastu og eldraøkt v.m.
Stk. 2. Almannaverkið kann ímóti gjaldi veita tænastur sambært kapitli 5 í hesi løgtingslóg til aðrar myndugleikar, ið virka sambært geiraábyrgd. Almannaverkið kann somuleiðis ímóti gjaldi veita tulkatænastu til privat, ið ikki virka sambært myndugleikaábyrgd.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann seta treytir, undir hesum um kostnað í sambandi við, at Almannaverkið veitir tænastur ímóti gjaldi sambært stk. 1-2.
Eftirlit
§ 69. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við tænastum sambært kapitli 5 og 6 í hesi løgtingslóg, undir hesum námsfrøðiligt eftirlit. Eftirlitið kann skipast sum fráboðað og sum ófráboðað eftirlit.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um eftirlit.
Revsin
§ 70. Uttan so, at hægri revsing kann dømast sambært aðrari lóggávu, kann persónur revsast við sekt, ið við grovum ósketni dylur upplýsingar ella gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ið hava týdning fyri avgerð sambært hesari løgtingslóg, og harvið voldir myndugleikanum ein fíggjarmiss.
Stk. 2. Uttan so, at hægri revsing kann dømast sambært aðrari lóggávu, kann arbeiðsgevari revsast við sekt, ið við grovum ósketni dylur upplýsingar ella gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ið hava týdning fyri avgerð sambært hesari løgtingslóg, og harvið voldir myndugleikanum ein fíggjarmiss. Løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Kærumyndugleiki
§ 71. 5) Avgerðir hjá Almannaverkinum sambært hesi løgtingslóg kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. 5) (Strikað).
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 72. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021, tó kemur § 38 í gildi 1. september 2021 og § 43 í gildi 1. januar 2022.
Stk. 2. Samstundis sum løgtingslógin kemur í gildi, fer lov nr. 56 af 15. marts 1967 for Færøerne om offentlig forsorg úr gildi.
Stk. 3. Umsókn sambært lov um offentlig forsorg, ið er móttikin, áðrenn gildiskomu lógarinnar, verður viðgjørd eftir higartil galdandi reglum.
Stk. 4. § 21, stk. 2, og §§ 35 og 36 eru bert galdandi fyri mál, ið byrja eftir gildiskomu lógarinnar.
Stk. 5. §§ 45 og 46 eru bert galdandi fyri bústaðir, skipaðir eftir gildiskomu lógarinnar. Bústaðir, skipaðir áðrenn gildiskomu lógarinnar, skulu innan 5 ár skipast sambært ásetingunum í hesi løgtingslóg.
Stk. 6. Kunngerðir við heimild í lov nr. 56 af 15. marts 1967 for Færøerne om offentlig forsorg hava framvegis gildi í tann mun, tær ikki eru í ósamsvari við ásetingarnar í hesi løgtingslóg.
Stk. 7. Brot á lov nr. 56 af 15. marts 1967 for Færøerne om offentlig forsorg, ið eru framd, áðrenn løgtingslóg um almannatrygd og tænastur kemur í gildi, verða revsað eftir § 37 í lov nr. 56 af 15. marts 1967 um offentlig forsorg og eftir reglum við heimild í lov om offentlig forsorg.
Í Tinganesi, 25. mai 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 79/2019
1) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2022, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2023. Stk. 2. § 1, nr. 6 fær virknað frá 1. januar 2022.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 19. desember 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024. Stk. 2. Umsóknir um stuðul, sum ikki eru avgreiddar, tá hendan løgtingslógin kemur í gildi, verða viðgjørdar og avgreiddar sambært higartil galdandi reglum.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, har § 8 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. §§ 1 og 2 í hesi løgtingslóg koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. §§ 3 og 4 í hesi løgtingslóg koma í gildi 1. juli 2023. Stk. 3. §§ 5-7 í hesi løgtingslóg koma í gildi 1. januar 2024.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”